týsdagur 20. desember 2016síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikdagur 21. desember 2016
30
BLAÐIÐ
Topp 10
– Mest spældu jólasangir
Nú eru jólini komin aftur og tað hevur nógvar siðir við sær. Gávur, matur, familjuvitjan og, ikki minst, jólatónleikur.
Somu sangir, sum vit hava hoyrt í mong ár, verða spældir umaftur og umaftur. Nakrir nýggir sangir koma út hvørt ár
og enda sum klassikarar við tíðini, men heldur enn at kroysta nakran gamlan av listanum, so legst heldur afturat.
Billboard, amerikanski tónleikalistin, hevur gjørt upp ein lista av jólasangum, ið hava verið longst
á hittlistanum í tíðarskeiðinum, sum Billboard hevur gjørt hittlistar. Her er top 10.
LAGT TIL RÆTTIS: SÓLVIT E. NOLSØ • SOLVIT@SOSIALURIN.FO
10. Last Christmas – Wham! (1984)
Klassikarin hjá enska popp bólkinum Wham, sum í veruleikanum ikki er ein sannur
jólasangur. Tað er ein sangur um ein, ið saknar sína gentu, sum gjørdi gjørdi tað liðugt á
jólum.
9.. It’s the most wonderful time of the year – Andy Williams (1963)
Sangurin hjá Andy Williams, sum vísir á hvussu praktfull henda tíðin er, gjørdist ein
sannur klassikari. Eisini 50 ár seinni. Er komin uppá nummar seks á listanum í ár.
8. White christmas – Bing Crosby (1942)
“Not only the best song I wrote, it’s the best song anybody ever wrote” skal Irving Berlin
hava sagt sum sangin. Sangurin vann eina Oscar fyri besta sang í 1943 fyri filmin Holiday
Inn. Enn ein tíðarleysur jólaklassikari.
7. Christmas eve – Trans-Siberian Orchestra (1996)
Ein medley av ‘God rest ye merry gentlemen’ og ‘Carol of the bell’, ið bleiv eitt stórt hitt tá
tað kom út í 1996.
6. A holly jolly Christmas – Burl Ives (1964)
Sangurin bleiv gjørdur til filmin ‘Rudolph the red-nosed reindeer’ og gjørdist ein
klassikari, ið enn í dag verður nógv spældur.
5. Feliz navidad – Jose Feliciano (1970)
Sangurin, ið er skrivaður á sponskum og enskum, verður enn í nógv sungin. Skrivaður í
eini latino rútmu og tað er ógvuliga lætt at syngja við.
4. Jingle bell rock – Bobby Helms (1957)
Hóast sangurin er um jingle bell rock, so er hann skrivaður sum ein country sangur.
Hann bleiv skrivaður til eina lýsing, sum nokk er tí hann er so lættur at syngja við til.
3. The christmas song – Nat King Cole (1945)
Croonarin mikli, Nat King Cole, syngur um jólahugna. Sangurin er ofta endurinnspældur,
men ongantíð rakt somu hæddir sum fyrsta innspæling.
2. Rockin’ around the christmas tree – Brenda Lee (1958)
Spældur inn í 1958, men bleiv ikki kendur fyrrenn tvey ár seinni. Síðan hevur sangurin
veruliga fingið bein at ganga á og er enn í dag nógv spældur.
1.. All I want for christmas is you – Mariah Carey (1994)
Sangurin er enn so væl dámdur, at hann hvørt ár kemur inn aftur á Billboard listan yvir
mest seldar sangir. Mest spældi jólasangur, sambært Billboard.
10
3
1
8