týsdagur 20. desember 2016síða 72
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. desember 2016
40
BLAÐIÐ
Gleðilig jól og
gott nýggjár
Góð og hugnalig jól
H
óast veðurvánirnar í hesum
døgum boða frá ringum veðri
við bæði vindi og regni um
høgtíðina, fara vit óivað enn
einaferð at halda okkara jól – hvør í sínum
lagi – sum var tað so, at kavafonnin lá hvít
uttanfyri og glerpípurnar hingu undir
takskegginum.
Jólini kunnu vera so ymisk hjá okkum,
tí lívið gongur sínar egnu vegir. Men fyri
mong okkara man gera seg galdandi, at
okkara jól í rættiligan stóran mun eru tað,
sum vit gera tey til.
Vit hugna um heimini við
dekoratiónum, livandi ljósum og helst
einum væl pyntaðum jólatræi, og helst
vilja vit halda teir siðir, vit plaga á jólum, tí
upp á tann mátan bjóða vit jólunum á gátt.
Gávur og matur hava kanska nógv at
siga hjá onkrum, meðan tað hjá øðrum
hevur nógv meira at siga, at jólafriðurin
bara skal njótast og sleppa at leggja seg
yvir heimið.
Jólini eru eisini hin stóra barnahátíðin,
men tað eru ikki bara børnini, ið njóta
gott av tí, tí vit onnur verða eisini drigin
við, so vit øll verða sum børn á jólum. Tað
fer eingin av okkum illa av, tí barnaárini
munnu vekja tey frægastu minni í okkum,
sum vit hava.
Familjan er í miðdeplinum og hóast
summi stákast, er altíð ein serligur
friður yvir jólunum. Hesin jólafriðurin er
kærkomið avbrot frá gerandisvásinum, ið
hesar hugnaligu dagarnar verður skumpað
í bakgrundina og helst ikki sleppur at vera
so mikið sum ein tanki.
Men meðan vit halda gleðilig jól saman
við okkara kæru, eiga vit eisini at hava tey
í huganum, ið ikki hava okkara møguleikar.
Tað veri seg burturi ella heima, at
umstøðurnar ikki eru hjá øllum at njóta
frið og sælu, og kunnu vit hjálpa, eiga vit at
gera tað, so vit bæði í huga og gerð kunnu
geva øðrum burtur av okkara jólagleði.
Ikki mugu vit heldur gloyma orsøk
okkara til at halda jól, sum er lítla Jesus-
barnið, ið var føtt í fjósinum jólanátt,
okkum øllum til frelsu.
At enda vil eg ynskja øllum gleðilig jól
við tveimum reglum úr sálminum »Nú
ringja klokkur jólafest«, sum Grundtvig
yrkti og Christian Matras flutti yvir í
føroyskt:
Ver smáttugestur vár og skjól,
halt sjálvur í oss tíni jól.
Heðin Mortensen