Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 23. desember 2016 Friður á jørð og í menniskjum góð­ ur tokki« Soleiðis verður sagt í jóla­ evangeliinum, sum er frásøgnin um Jesu føðing. Í hesum døg­um hava vit fleiri ferðir hoyrt hesi orð, og tey fara vit eisini at hoyra fleiri ferðir kom­andi dagarnar. Jólini eru tíðin, tá mint verður á hendan vakra friðarboðskap, sum fyri tveytúsund ár­um síðani varð boðaður seyðamonnum utt­an fyri eina fátæka bygd í Palestina. Jólafríður var tiltikin, tí í mongum vápn­ að­um stríðum hava tey samst um vápna­ hvíld á jólum. Men kortini støðan ring nógv­ a­staðni. Í vikuni var aftur ein óhugnalig at­sókn framd móti ósekum fólkum í Berlin. Aðrastðani eru fólk so ósamd um trúgv, at hetta dagliga førir til deyða og líðing. Men »friður á jørð« kann merkja so nógv. Hugsa vit um jólafrið, so er tað kanska ikki júst tað sum merk­ir samfelagið nú upp und­ir jól. Fólk hava úr at gera við at stákast til jóla – og gott er tað, at vit velja at gera nógv burt­ur úr eini slíkari hátíð, men tó alt við máta. Spurningurin er, hvat tað er, vit hátíðar­ halda. Um tað er Jesu føðing, ella um vit hava giv­ið hesi hátíð eitt heilt annað inni­ hald. Matteus gamli leggur ikki fingr­arnar ímill­um, tá hann í 12. kapitli vísir á, hvussu hand­ils­menninir gjørdu halgidómin til eitt ráns­mannabøli: Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgi­dóm­inum; og borðini hjá teimum, ið veksl­aðu pening, og sessirnar hjá dúv­u­selj­ ar­u­num koyrdi hann um koll. Og hann sig­ ur við teir: »Skrivað stendur: Hús mítt skal nevn­ast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ráns­manna­bøli.« Og heilt skeivur fer hann ikki. Vit kunnu øll gera okkum partvís sek í at leggja heilt onnur virði í jólahá­tíðina, enn tað, sum upp­ run­in var: Ein friðartíð við gleðiboðskapi. Sjálvandi eiga vit at leggja okk­ara nútíðar tørv og okkara nútíðar virði í hesa hátíð, men vit eiga ikki at gloyma upprunaliga boð­skapin, sum er so vakur: Friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Hvussu fegin vit so vilja tað, so er tað als ikki van­ligt í Føroyum, at kavi er á jólum. Og heldur ikki í ár boða veðurfrásøgnirnar frá kava á jólum Boðað verður frá nógvum vindi næstu dagarnar. Men tað er ein maður í Havn, sum fylgir sera væl við veðrinum. Tað er Birgar Johannesen, sum hvønn dag síðani 2008 hevur skrivað niður, hvussu veðrið hevur verið hvønn dag í árini. – Eg síggi, at í 2009 og í 2010 vóru jólini hvít. Tó fór at regna annan jóladag í 2010, sigur Birgar Johannesen, tá vit fregnast hjá honmum eftir hagtølum um kava og jól. – Eg byrjaði at skriva niður veðrið hvønn dag í 2008, so eg havi einki longur aftur enn tað, sigur hann. Hann vísir annars á, at onkrar av hinum jóladøgunum hevur okkurt smávegis verið av vátakava, men ikki hvít jól. Skulu vit trúgva veðurtíðindunum, so verða hetta sjeyndu jólini uttan kava – í øllum førum í Havn. Friður á jørð og í menniskjum góður tokki Sjeyndu ferð uttan kava ikki hvít jól Les eisini blaðið á telefonini Menn eru bebba­ ræddir fyri toru Tíðindi síða 31 Blás og hála stikkið úr Høgni Djurhuus síða 40 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Visti tú? – at Sosialurin er ein­asta blað, sum er kom­ið út uttan slit síðani 1927? – Eg ætli mær ikki at rinda meiri í bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin – Men eg ætli mær at koyra sum vant. Tað sigur Marjus Dam, fyrrverandi løg­ tings­mað­ur fyri Sambandsflokkin. Og hann vón­ar, at tað verða nógv vágafólk, ið fara at gera sum hann. Marjus Dam sigur, at tað er ein púra greið avtala, at tá ið lánið í Vágatunlinum var goldið, skuldi tað vera ókeypis at koyra. Nú er lánið goldið, og tí ætlar hann sær nú at koyra ókeypis. Hann sigur, at hann hevur árshald fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. Tað gongur út nýggjársaftan, og hann fer ikki at endurnýggja tað. – Eg fari ikki at rinda bummgjald eftir 1. jan­uar, men eg ætli mær at koyra sum vant, sigur hann. Og hann vónar, at vágafólk í stórum tali, fara at gera sum hann og krevja sín rætt til at koyra ókeypis, og at tey tískil fara at lata vera við at rinda meiri bummgjald. – Vit krevja, at avtalan um at tað skal vera ókeypis at koyra, tá ið lánið er goldið, verður hildin. Marjus Dam sigur, at tá ið tunnilsfelagið so fer at senda honum rokningarnar fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, fer hann at koyra tær í skrell so hvørt. So verður hann helst drigin í rættin við kravi um at rinda rokningarnar, men tað er hann sinnaður til. – So skal Føroya Rættur sleppa at taka støðu til málið, sigur hann, – Eftir fyrsta januar ætli eg mær at rinda vegskatt akkurát sum øll onnur, ið eiga bil, men eg ætli mær heldur ikki at rinda annað enn sjálvan vegskattin, tí eg ætli mær ikki longur at rinda bummgjald fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, leggur hann afturat. Marjus Dam bjóðar í kríggj Marjus Dam á motorsúkklu, tá tunnilin læt upp 10. desember í 2002. Tað er ókeypis at koyra á motorsúkklu gjøgnum undirsjóvartunlarnar...