Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 148 4 Fyri tveimum mánaðum síðan lat fyritøkan Gómagott upp eina kaffistova í hølunum har BankNordik fyrr helt til í miðbýnum. Í kaffistovuni ber til at keypa vørurnar hjá fyritøkuni og njóta tær afturvið einum kaffimunni. Sum í so nógvum øðrum sølustøðum, so er sølan í løtuni merkt av, at fólk keypa gávur og annað til jóla. Millum vørurnar hjá Gómagott er tað serliga ein vøra, ið er nógv eftirspurd. - Vit selja øgiliga nógvar konfektir og konfekteskjur. Tær hava verið útseldar í næstan eina viku nú. Fólk senda tað sum gávur til familju og vinir í útlondum ella lata hvørjum øðrum lítlar gávur í desember. Í síðstu viku varð eg liðug við ein umgang av konfektum, ið eru nakrar hundrað eskjur. Longu dagin eftir varð útselt aftur, greiðir Kirstin Hammer, stjóri í Gómagott, frá. Tað er ikki bara sum at siga tað, at framleiða hesar søtur bitarnar. Nógv arbeiði liggur aftanfyri og tekur tað fleiri langar arbeiðsdagar áðrenn ein eskja er liðug. - Tað tekur einar tíggju dagar at gera alla konfektirnar í einari eskju. Fyrst arbeiðir man við myrkari sjokolátu, so ljósari, so hvítari. Eg kann ikki arbeiða við øllum teimum ymisku sløgunum av sjokolátu samstundis. Og tá tekur man ikki hædd fyri, at onkran dagin arbeiðir man við marsipani og øðrum, greiðir Kirstin Hammer frá. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 18-23 m/s 20-25 m/s 15-25m/s Skrið ella stormur av landsynningi, 18-23 m/s. Skiftandi skýloft við ælaveðri. Hitin fer at liggja millum tvey og fimm stig. Hvassur vindur ella skrið, 15-20 m/s av landsynningi. Seinni veksur vindurin upp í 20-25 m/s. Tað verður skýggjað og regn. Hitin fer at liggja um sjey stig. Skrið ella stormur av vestri, 20-25 m/s. Vindurin minkar út á dagin. Skiftandi skýloft við ælaveðri. Hitin fer at liggja millum tvey og seks stig Vikan ið fór Sæð á Facebook: “Hóast eg gleði meg til ljósu tíðina, er tað ein serligur hugni við myrku tíðini, jólaprýði, livandi ljós, perur, bomm, kaffi og ikki minst húsfólki er meiri heima” Eftir mikla togan aftur og fram um lutfalsliga smáar upphæddir, bleiv fíggjarlógin 2017 samtykt mánadagin.. Atlantic Airways fór saman við stórum ferðalagi til Týsklands eftir nýggja Airbus A320, ið er nýggjasta ískoytið til flotan hjá almenna flogfelagnum.. Ringa veðrið í vikuni darvaði flogferðsuni nógv og nógvar seinkingar vórðu lýstar. Eisini oyggja- og bygdaleiðir hava avlýst nógvar túrar. Atlantic Airways hevur givið sínum flogførum og tyrlum nøvn eftir kendum listafólkum. Flogførini eita William, Elinborg og Ingálvur. Tyrlurnar eita Ruth og Sámal. Ein yvirgangsmaður koyrir inn í eina fólkarúgvu í Berlin og tekur lívið av 12 fólkum. Smyril Line keypir eitt farmaskip afturat. Nýggja skipið fær navnið Mykines og skal sigla millum Ísland, Føroyar og Rotterdam. ið er hægri í 2017 enn 2016, skal seljast á uppboðssølu. Viðgerðin í tinginum tók seks tímar. »Fíggjarlógin« Vilja hava konfekt MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt So nógvar pengar fekk Salt á Tvøroyri á fíggjarlógini. Hóast teir ikki bóðu um nakað 1300000 MANGT OG HVAT Visti tú? Vit hava ikki havt hvít jól í Føroyum síðan 2010