Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 148 12 TEMA Jól SÓLVIT E. NOLSØ F ótbóltur fyllir nógv hjá føroyingum. Ikki bara her heima hjá okkum sjálvum verður fylgt við, men nógv fylgja eisini væl við fótbólti í útlendskum deildum. Til dømis verða Champions League, spanska La Liga og stóru lands­ liðskappingarnar nógv fylgdar, men tað er nokk eingin fótbólts­ deild, ið verður eins væl fylgd við av føroyingum sum enska Premier League. Ein øgiliga rúgva av fólki hava ein áhuga í Premier League, summi nógv, summi minnið, men um tú ikki fylgir við sjálvur, so eru stór sannlíkindi fyri, at tú kennir onkran, sum fylgir væl við. Premier League rakar tey flestu á ein ella annan hátt. Umførini á jólum hava stóran týdning Tað hevur víst seg fleiri ferðir, at umførini á jólum eru eitt sker­ ingspunkt í kappingarárinum. Liðini, ið liggja í oddinum á jólum verða oftast verandi har og hin­ vegin, so eru tey, ið liggja í niður­ flytingarvanda á jólum, eisini at finna í sama stað tá kappingarárið líður móti endanum. – Tey liðini, ið hava størsta hóp klára seg ofta best á jólum. Tí tað eru so nógvir dystir uppá nakrar fáar dagar, so krevur tað ein breiðan hóp, sigur Tróndur Arge, ið er ítróttarredaktør hjá Miðla­húsin­um. Flestur liðini í oddinum hava dystir á jólum, ið tey væntandi fara at vinna. Tí kunnu væntast nógvir sigrar til tey størru feløgini, men er nakar dystur, ið ein skal hava eyguni eftir? – Tað eru ikki nógvir toppdystir hesuferð, men dysturin 31. desember millum Liverpool og Manchester City á Anfield er verdur at halda eyga við. Hann kann til dømis hava stóra ávirkan á um Liverpool verður verandi í oddinum eftir jól, sigur Tróndur Arge. Nógvur fótbóltur á jólum Summi halda kanska, at tað er nakað nógvur fótbóltur í sjón­ varpinum. So uggar tað nokk ikki, at jólini einki undantak eru í so máta. Hinvegin verður nógvur fótbóltur um jólini. Tað eru ikki færri enn trý umfør í Premier League um jólahøgtíðina. Byrja verður annan jóladag og hildið verður áfram, næstan uttan íhald, til 4. januar 2017. Tróndur Arge sigur, at hóast tað eftirhondini er væl prógvað, at tað er skilagott at geva leikarum ein steðg frá fótbólti hesa tíðina, so vilja bretar ikki víkja frá siðvenjini at hava fótbólt á jólum. – Tað er til dømis prógvað, at leikarar í Premier Leagur klára seg verri til altjóða endaspæl summarið eftir. Bæði skaðar og møði gera seg galdandi. Alíkavæl vilja bretar ikki víkja frá fótbólti á jólum. Tað hevur størri týdning fyri teir enn so. Eg vil eisini siga tað, at fyri fótbóltsfjepparar er tað ein dreymur, at tað er so nógvur fótbóltur á jólum. Eg kann siga fyri meg, at eg hopi ikki at teir nakrantíð gevast við Premier League jólafótbólti. Tað er ein ógvuslig eksponering av enskum fótbólti á jólum. Øll onnur hyggja at enskum fótbólti hesa tíðina, tí eingin onnur deild er í gongd hesar dagar. Øll fylgja tá væl við fótbólti og tað gera bretar sær dælt av. Í teir 10 dagarnar frá 26. desember til 4. januar, er tað bert ein dagur, har ið fótbóltur ikki verður spældur í Premier League. Tað er næstan at líkna við ein fótbóltsfestival, har fólk gera nógv burturúr. – Tað er einasti fótbóltur, ið verður spældur í Evropa hesa tíðina. Tí hyggja øll eftir Premier Leauge. Til dømis er einasti dystur 30. desember millum Hull og Everton. Av tí sama fær tann dysturin størri hyggjaratøl enn hann vanliga hevði fingið, tí hann er einasti dystur tann dagin og liggur í jólaskránni hjá Premier League, sigur Tróndur Arge. SOLVIT@SOLVIT.FO VÓNI IKKI AT PREMIER LEAGUE NAKRANTÍÐ FER Í JÓLAFRÍ Tað er nógvur enskur fótbóltur um jólini. Hóast flestu kanningar siga, at tað kann hava eina ringa ávirkan á leikarar, at spæla ov nógvar dystir uppá stutta tíð, so vilja bretar ikki víkja frá hesum siðbundna vananum, at spæla fótbólt um jólini