hósdagur 22. desember 2016síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 148
40
MYND: HEINESEN MYNDIR
N
ú eru jól aftur, tíverri.
Teimum slepst ikki und
an.
Tí vænta øll og eftir
spyrja sjálvandi, at eg skrivi okkurt
banalt um tey, jólini. Okkurt kleiggjað
við siroppi.
At eg skrivi somu tuggu sum
øll onnur øll onnur ár og eisini í ár.
Um frið, góðan tokka, piparnøtur,
kava, nógv at gera, ljós, alt hatta
afturvendandi adventsmøsnið Onkur
hættar sær tó at nevna strongd, men
tað er ikki so væl umtókt og fær
tummilin í ein beinan sunnan.
Allir hasir jólasangirnir
við tekstum, sum eru líka
vánligir sum teir hjá kapp
róðrarfeløgunum, ella verri.
Jólini bara órógva tann
støðufasta og góða ger
andisdagin.
Eingin torir at biða
tey, jólini, pilla av og ikki
koma aftur.
Tað geri eg. Jólini á eystfallið, sum
fer við teimum út av tromini. Tíbetur
arbeiði eg á einum stovni, sum ikki
letur aftur í minst tvær vikur
síðst í árinum, eisini, tá jólini
eru vikuskifti, leygardag og
sunnudag.
Latið okkum bara
sløkkja nøkur ljós afturat, blás ella
hála stikkið úr.
Eingin hevur spurt meg, hvør
meiningin er við lívinum. Men eg
kann so sjálvur spyrja meg. Og svarið
er avgjørt, eingin meining er. Lívið er
fullkomiliga høpisleyst. Og at halda
uppá, at lívið er ein gáva, ein jólagáva,
er humbukk.
Vit enda her, uttan at verða hoyrd
ella spurd. Varð eg spurdur, segði eg
nei, kortanei, gáva ella ikki.
Tað er ófólkaligt at siga nei takk,
tá tú fært eina gávu, eisini, um gávan
kann býtast um við okkurt frægari,
deyðan til dømis.
Fólk vil hava frið, segði prestur. Eg
eri púra samdur. Vit vilja hava frið fyri
prestum. Vit vilja hava frið fyri allari
religión, sama, hvussu hon eitur.
Fólk duga at hugsa sjálvi. Tey hava
ikki brúk fyri øðrum at hugsa fyri seg.
Við í gávuni, sum lívið sigst vera, eru
evnini at hugsa rasjonelt. Øll eru fødd
skynsom og eru tað líka til tey hoyra
fyrstu lygnina.
Gangi ikki í kirkju, eri ikki limur.
Fari ikki í kirkju í Føroyum. Men
uttanlands fari eg í kirkju, tí tað er ein
mentanarlig uppliving, als ikki religiøs.
Seinast, eg var í kirkju, var í
Sainte-Catherine í Brússel. Roykilsi,
smádreingir í skrúðgonguni oman og
niðan kirkjuhelluna og heila katólska
fratið. Messa við altargongd, uttan vín
tó. Alt var betri fyrr. Tá fekst tú vín at
skola pappið, tey kalla breyð og likam
Krists, niður við.
Eitt kvøldið, ikki nakað vanligt
fríggjakvøld, men J-dagskvøld, sum
als ikki er ein kirkjuligur hátíðardagur,
fór eg á djasskonsert í kirkjuni við
Vesterbro torv í Keypmannahavn.
Elias kirkjan, eitur hon.
Góður verðsligur tónleikur og, ja,
mín sann, vín afturvið.
Ikki allar kirkjur eru trábeitnar.
Har var einki hallelújafjas, einki amen
í kirkjuni, eingin fordøming, eingin
vegvísari til helvitis. Hagar finna vit
saktans uttan ferðaleiðara í svørtum
kjóla, stytstu leið, men nógva staðni
inn á vegnum.
Hetta var ein hugnaligur skái í øll
um býarmeldrinum.
Í Eliaskirkjuni eru djasskonsertir
hvørja viku, enntá jóladjassur. Nú iva
leyst undir jólaskreyti. Men jólaskreyt
fær ikki oyðilagt góðan djasstónleik.
Hetta var so ikki nakar jólaligur
lestur. Men tað er alt annað í hesum
svikaliga ljósi og avgjørda myrkri.
Handilsfólkini telja pengar og
piparnøtur, sumk lupu av. Jesus liggur
í sínari krubbu, fingið lívið í jólagávu,
og bíðar eftir at sleppa til verka.
Fólkaræði er tað besta sum er,
siga tey. Hvi ikki gera sum í hálovaða
fólkaræðinum og hava jól fjórða hvørt
ár?
Desember er óførur: myrkur,
illveður, slysni og nú eisini hálka
afturat. Kunnu vit krevja meira? Jú,
tað kunnu vit, jól.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Blás og hála stikkið úr
Vit ynskja øllum eini
gleðilig jól og eitt
eydnuberandi nýggjár