Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2016 · Nr. 149 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað gav veruligt endurljóð í Danmark, tá Steen Jakobsen, sjef­øko­nom­ur í danska Saxo Bank í sam­røðu við finans.dk um dagarnar segði, at Karl Marx hevði rætt, tá hann grein­ aði kapitalistisku hug­sjón­ina – at kapitalisman vil tera av keypi­orkuni hjá lønmóttakarunum so tey ikki orka at keypa. – Einasta búskaparliga model, sum kann forklára, hvat hendir í dag, er marx­isman, segði hann. Tað er ikki tí, at hesin leiðandi bú­skap­ar­frøð­ing­urin í Saxo Bank er komm­unist­ur. Í samrøðu í Dead­line í sjónvarpinum hjá Danmarks Rad­io í gjárkvøldið útgreinaði hann sjón­ armið síni nærri. Hann vísti á, at »trickle-down eco­nom­ics« – altso tann bú­skap­ar­ ligi lo­gikk­ur­in, har vit stápla sjam­ panju­gløs oman á hvørt ann­að í eina pýramidu, skeinkja í tey ov­astu og rokna við, at tað dryppar nið­ur til restina – hevur bara ikki virk­að. – Um tú púra óheft kann­ar eftir, hvør bók best lýsir heimin beint nú, so kemur Das Kapital tættast. Marx­ ism­an peikar á, at man ulti­ma­tivt rænir keypiorkuna frá ar­beið­ar­u­num við at undirbetala teir, segði hann. Hetta sjónarmið byggir hann á, at keypi­orkan hjá arbeiðara- og mið­al­ stættin alsamt er minkað síðstu árini. Hon er ein minkandi part­ur av BTÚ, meðan vinning­ur­in hjá ­fel­øg­um er ein vaksandi part­ur av BTÚ. Á henda hátt hevur arbeiðara- og mið­al­stættin ikki ein gong ráð at keypa ta vøru, sum tey sjálvi fram­ leiða, og tá verður galin endi. – Marxisman sigur, at í síðsta enda verður keypiorkan rænd frá ar­beið­ arunum við at gjalda teimum ov lítið í løn. Og tað er júst tað, sum hendir í dag, heldur Saxo Bank bú­skap­ar­ frøðingurin. Hann heldur, at vit eiga at gera nógv størri íløgur í útbúgving og gransking. At vit øll mugu arbeiða meira ella fáa meira burtur úr tí, vit gera. At íløgan í útbúgving og tøkni ger, at vit eru betur før fyri at gera tað, vit gera. At tað skal alla tíðina vera ein framdrift, um vit hvør í okkara lag skulu skap búskaparvøkstur. Tað er greitt, at uttan bú­skap­ar­ vøkst­ur, so menna vit heldur ikki væl­ferð­ina. Íverksetan eigur tí at fáa størri virð­ing og undirtøku. Vit eiga at eggja ungum til at fara í gongd og stimbra innovatión og hug­skots­menn­ing. Búskaparvøkstur er ikki nakað, sum politikarar skapa. Teir umsita bara og skapa karmar. Tað er vinnan og í síðsta enda fólkið, sum skal skapa henda vøkstur. So kunnu vit toga henda veg ella handa veg alt eftir okkara politisku sannføring. Tað er eisini ein týdningarmikil partur av framdriftini, at vit ikki eru samd, men vilja náa sama máli. Karl Marx ella ikki. Men orkar fólkið ikki at keypa, so verður eingin vøkstur. Arbeiðara- og miðalklassin missir alsamt keypiorku Er karl marx ikki deyður? Jóla­ ódn­in er veður­ lags­ broyt­ing Jóhan Mortensen kjak síða 22 Selen verjir móti krabba HeilsuSíða Síða 12 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! – Nú mugu vit kalla saman til fund­ar, har vit gera púra greitt, at hetta verður ikki góð­tikið, sigur Marjus Dam, tals­mað­ur teirra, ið vilja hava bummgjaldið avtikið. Løgmaður hevur gjørt greitt, at bummgjaldið í Vág­ a­tunli­num verður ikki av­ tikið, hóast lánið í tunli­num nú er goldið. Tað stendur í lógini, at tunnilin skal latast landi­num fyri einki, tá ið út­veg­an­ar­ kostn­að­urin er goldin. Hinvegin er stór ósemja um, hvat tað merkir. Marj­ us Dam, og fleiri við hon­ um, tvíhalda um, at hesin kostnaður er sjálvt lánið í tunli­num, og tað er aftur­ gold­ið í hesum døgum. Men bæði núverandi løg­ maður Aksel V. Johannesen, og fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen siga, at partapengarnir frá landi­num hoyra eisini upp í út­veg­anarkostnaðin og tí skulu teir eisini rindast aftur, áðr­enn landið yvirtekur tunn­il­in. Marjus Dam, tvíheldur um, at hóast lógin kanska er ó­greið, er ongin ivi um, at pol­itiski viljin var, at bumm­ gjald­ið skuldi takast av, tá ið lán­ið var goldið. Hann sigur, at tey hava ein bólk, sum arbeiðir við hes­um, og í honum eru um­ boð fyri politisku valfeløguni í Vág­um og í Norðoyggjum, um­framt umboð fyri komm­ un­ur­nar og vinnulívið. Tí sigur Marjus Dam, at nú mugu tey í bólkinum tosa sam­an, tí tey kunnu ikki liva við svari­num frá løgmanni um, at bummgjaldið skal varðveitast. Hann sigur, at skal bumm­gjaldið halda fram, merk­ir tað, at tey, sum koyra í­gjøgnum tunnilin, skulu rind­a hundraðtalsmilliónir aft­ur­at. Partapeningurin í Vága­ tunli­num er 160 mill­i­ónir krónur og í Norð­oy­atunli­ num er hann 235 milliónir. – Tað ber ikki til, at landið skal krevja hundraðtals milli­ ónir afturat frá tveim­um økj­ um í landinum, sigur Marjus Dam. Tað er harafturat pen­ ing­ur, sum longu er skatt­að­ ur framm­anundan. Hann sigur, at nakað síð­ ani roknaðu tey út, at til­ sam­ans hava tey, sum hava brúkt Vága­tunnilin, rindað 300 mill­ión­ir í bummgjaldi. Av teim­um hava borgarar í Vág­um gold­ið 120 milliónir og brúk­arar aðrastaðni hava gold­ið 180 milliónir. – Tað merkir, at borgarin í Vág­um hevur goldið 40.000 krón­ur í part í miðal fyri tunn­il­in. Eitt húski við seks fólk­um hevur við hesum gold­ið 240.000 krónur, men men eitt hús uttan fyri vágar, hevur goldið 24.000 krónur. – Sostatt hava vit goldið 10 ferðir so nógv í miðal fyri hvørt fólk, og tað kann ikki halda fram longur. Tí vónar hann, at allar góð­ar kreft­ir í Løgtinginum »fáa við­ur­skiftini í rættlag«, sum hann málber seg. – Vit ætla ikki at góð­taka eina rokning upp á hundrað­ tals milliónir, sigur hann. Siga løgmanni hvar skápið skal standa Hjá einum priv­at­um miðli, sum sær tað sum sína skyldu at fara til ar­beiðis at kunna og á­vara fólk, tá ein ódn brest­ur á sum á jól­um, kenn­ ist tað eitt sind­ur kalt, tá løg­mað­ur í takk­ar­kvøðu vel­ ur ein fjøl­miðil burturúr og takk­ar hon­um. Annan jóladag sendi løg­ mað­ur út eina tøkk, har hann av fjøl­miðlu­num velur Kring­varp­ið fram um hinar miðlarnar, sum gjørdu minst líka stóra nyttu – um ikki størri, enn Kringvarpið. Eftir at starvsfólkini í Miðla­húsi­num fóru í jóla­frí toll­aks­messu­dag til ódnin hasaði av annan jóladag – hava tey skriv­að 82 greinar á in.fo um ódn­ar­veðr­ið – tað eru ávar­ing­ar frá løg­regl­ uni og bjarg­ing­ar­fólk­um, avlýsingar frá Stand­ferðslu og Atlantsflog og frá­søgn­ir um skaða, veður­for­søgn­ir og annað. Umframt at bera tíðindi var hetta eisini gjørt fyri at kunna fólk og ávara fólk í­ móti at taka ó­ráð fyri, nú ódn­ar­veðr­ið leik­a­r. Tey í Kring­varp­inum eru ófør, men tey sendu altso bara í nakr­ar fáa tím­ar jóla­ dag. – Sjálv­andi áttu tey at sent, til ódn­ar­veðr­ið var av ann­an jóla­morgun. Uttan at siga ov nógv, so halda sjálvi, at vit eis­ini áttu tøkk uppiborna frá løg­ manni. Kundi eisini takkað øðrum miðlum Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Nakrar av teimum 82 yvirskriftunum um ódnarveðrið á in.fo á jólum