mikudagur 28. desember 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. desember 2016 · Nr. 149
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barbara Holm
Tað kundi enda vanlukkuligt,
tá ið Jógvan Magnussen og
familja hansara endaðu í
klórnum á illveðrinum 23.
desember.
Hjúnini vóru farin úr
bygdini at avheinta dóttrina,
sum var til arbeiðis og síðani
at koyra síðstu jólagávurnar
runt til vinir og kenningar.
Ávegis
heimaftur
til
Tjørnuvíkar varnaðust tey
stórar steinar á vegnum.
– Eg segði við konuna,
set teg við róðri, so fari eg
út at flyta steinarnar, so vit
sleppa heim, greiðir Jógvan
Magnussen.
Júst sum hann kom inn
aftur í bilin hoyrdist eitt
buldur og familjan varnaðist,
at ein stórur steinur var end
aður á bilinum.
– Nakað av glasið var inni
í bilinum, tí rútarnir brotn
aðu, greiðir Jógvan Magnus
sen frá.
Tey gjørdu av at fara út
bilinum áðrenn fleiri steinar
komu rapandi og renna til
eina
nærliggjandi
gjógv,
Lundagjógv, sum lá eini 20
metrar frá stoytinum.
– Har komu so eingir
steinar, hugsaðu vit. Men
ávegis oman til gjónna rap
aði rundan um okkum sigur
Jógvan Magnussen.
Við gjónna skuldu tey líka
summa seg. Meðan vindurin
ýldi rundan um tey, og stein
ar rapaðu niður á asfalt og
bilverju, kannaðu tey eftir,
at tey øll vóru óskadd.
– Eg var skurslaður um
hendur, føtur og bein, men
eg haldi bara tað er av glas
inum ella tí eg eri dottin ella
okkurt. Tað var bara smáveg
is prus, sigur Jógvan Magn
ussen.
Tey gjørdu av at fara frá
gjónni stutt eftir.
– Vit fóru rennandi frá
gjónni og oman í bygdina.
Vit vóru tá eini 500 metrar
frá húsunum, sigur Jógvan
Magnussen.
Tey sluppu heilskapað
til hús. Einans skurslini hjá
Jógvani vóru at síggja á
teimum, men tað, sum ikki
sæst, plágar minst líka nógv.
Bilurin helst vrak
Komin til hús ringdi Jógvan
til alarmsentralin og boðaði
frá hendingini. Tá stóð bil
urin mitt á vegnum og forð
aði allari ferðslu.
– Tað varð einki koyrt
tað kvøldið, men Landsverk
fluttu bilin, so hann ikki
forðaði ferðsluni um nakað
skuldi hent, sigur Jógvan
Magnussen.
Bilurin er ivaleyst blivin
vrak, hóast Jógvan ikki hev
ur fingið at vita, júst hvussu
ringur standurin er.
– Motorurin er oyðilagdur,
rútarnir brotnir, og grót
hevur knúst bilin sundur. So
eg vænti hann er vrak, sigur
Jógvan Magnussen.
Tora illa at koyra
Jógvan sjálvur hevur ikki
latið hendingina halda sær
aftur frá at seta seg í bil
og koyra úr bygdini. Men
Connie og Sára eru meira
merktar av tí, sum hendi.
– Vit eru ótrúliga heppin,
at vit ikki fingu skaða. Tað
kundu vit akkurát tað sama.
Og skelkurin av tí situr enn
í konuni og dóttrini, greiðir
Jógvan Magnussen frá.
Av góðum grundum halda
tær báðar seg aftur frá at
fara út bygdini.
– Tær eru bangnar at
koyra. Tað skilji eg eisini væl,
aftaná hasa upplivingina,
sigur Jógvan Magnussen.
Fyri hann og ivaleyst
flest aðrir tjørnuvíkingar,
er hetta bert ein áminning
um, at tað er vandamikið at
koyra til Tjørnuvíkar. Tað
vita tey væl, tí tað er at kalla
gerandiskostur, at fólk noyð
ast úr bilum at flyta grót av
vegnum.
Stutt frá bygdini er eitt
hegn, sum Landsverk hevur
sett upp, sum skal lofta tí
gróti, sum dettur niður. Tað
riggar væl, heldur Jógvan
Magnussen, men hann veit nú
at siga frá egnum upplivingum,
at tað er ikki nóg mikið.
– Vit høvdu vónað at fáa
ein tunnil. Politikarar hava
mangan tosað um tað, men
tað verður ikki til nakað, sum
so mangt annað politikarar
lova, sigur hann at enda.
barbara@sosialurin.fo
Bilurin í sor:
MÁTTU RENNA
FYRI LÍVINUM
Hjúnini Jógvan og Connie Magnussen og dóttirin Sára Jógvansdóttir Magnussen endaðu av álvara
í lívshættiligari støðu, tá ið illveðrið brast á, meðan tey vóru á Tjørnuvíkarvegnum. – Steinar
rapaðu rundan um okkum, meðan vit runnu oman í bygdina, sigur Jógvan Magnussen
ÓDNARVEÐRIÐ Á JÓLINI
Myndir: Álvur Haraldsen