mikudagur 28. desember 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. desember 2016 · Nr. 149
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VINNA
Árni Gregersen
Virðismikil protein og lívs
neuðugar fitisýrur, sum eru í
laksaslógvi, eiga at fáast bet
ur til høldar og kunna gerast
til mannaføði.
Tað eru tankarnir handan
ætlanina hjá Havsbrún um
at gera eina nýggja mjøl- og
lýsiverksmiðju í Fuglafirði,
sum kann hágóðska úrdrátt
irnar úr laksainnvøli og av
skurði, soleiðis at hetta eisini
kann brúkast til mannaføði.
– Maskinurnar eru keypt
ar og frá hálvum august
komandi ár verða tær sett
ar upp. Í november nyrjar
royndarframleiðsla og 1. jan
uar 2018 er ætlanin, at nýggja
verksmiðjan kann koyra við
fullari ferð, sigur Odd Elia
sen, stjóri á Havsbrún.
Havsbrún hevur í mong ár
verið partur av føroysku ali
vinnuni og í dag er fyritøkan
ein partur av Bakkafrost-
samtakinum. Fyrst og fremst
er Havsbrún framleiðari av
fiskamjøli og lýsi, umframt
at vera veitari av fóðri til
alivinnuna.
Nýggj verksmiðja
Nýggja verksmiðjan í Fugla
firði verður í einum bygningi
uppá á leið 800 fermetrar.
Verksmiðjan fer at kunna
virka eini 100 tons um sam
døgrið, men í byrjanini verð
ur helst talan um eini 60 tons
um samdøgrið.
Verksmiðjan kókar rávør
una og so verður væta og
fiskur skilt sundur. Í fiska
mjølinum eru virðismikil
proteinir og lívsneyðugar
fitisýrur. Framleiðslan er ein
sokallað HC (human com
sumption) framleiðsla sum
verður gjørd undir strongun
eftirliti fyri at lúka krøvini til
HC framleiðslu
Maskinurnar eru allar
gjørdar úr rustfríum stáli.
Orkan til nýggju verk
smiðjuna kemur frá teimum
fýra dampketlunum, sum
verksmiðjan hevur.
Havsabrún hevði í minna
lagi av orku, men tann fjórði
ketilin var settur upp herfyri
og tá var hædd eisini tikin
fyri tí orku, sum nýggja verk
smiðjan krevur.
Góð søga
Íløgan í nýggju verksmiðjuna
er rættuliga stór, men stjórin
á Havsbrún vænttar, at hon
fer at gjalda seg aftur rættu
liga skjótt.
– Íløgan er eisini ein liður
í samtakshugsanini um, at
alt skal virðisøkjast og skal
hetta helst gerast í Føroyum.
Týdningurin at virðisøkja er
saniuliga eisini jaligur fyri
føroyska
fiskaframleiðslu
sum heild og hetta era ein
sera góð og jalig søga at siga.
– Vit kunnu tá siga, at
onki av tí, sum vit taka
ímóti ella av tí sum føroysk
alivinna framleiðir, fer til
spillis. Alt verður fingið til
høldar og verður so ella so
brúkt til mannaføði, sigur
Odd Eliasen.
Virðisøking er tað, sum
tosað verður um nú talan er
um eina fiskivinnunýskipan
og leingi hevur verið tosað
um at fáa alt uppá land í Før
oyum.
Alt skal virðisøkjast
Sostatt fer Havsbrún bæði
at taka ímóti laksaslógvi til
nýggju verksmiðjuna og har
afturat er Havsbrún til reiðar
at taka ímóti fiskasúrløgu
frá Akraberg.
Akraberg hevur júst fing
ið eina skipan umborð, sum
virðisøkir allan avskurð og
innvøl til súrløgu. Hetta
kann so verða okkara íkast,
so møguleiki fyri at taka alt
til lands kann stimbrast og
mennast.
Nýggja
verksmiðjan
í
Fuglafirði fer at geva eini
fimm arbeiðspláss afturat
frá byrjan.
– Við nýggju ætlanini,
sum eisini er í tráð við
okkara vinnupolitikk, verður
alt gagnnýtt til mannaføði.
Onki skal fara til spillis, men
heldur hágóðskast, so nógv
sum til ber. Tá ið vit gera tað,
so hava vit eisini eina góða
søgu at selja á altjóða mark
naðinum, sigur Odd Eliasen,
stjóri.
Maskinurnar eru í ordra og verða settar upp frá hálvum august komandi ár
Havsbrún fer at virðismenna
laksaslógv á lýsiverksmiðju
Bakkafrost alir og tá ið lýsiverksmiðjan er klár, kann
eisini tann parturin brúkast til mannaføði
Odd Eliasen, stjóri á
Havsbrún: Vit arbeiða so, at
onki fer til spillis og alt so
ella so endar sum mannaføði
Havsbrún í Fuglafirði er til
reðar við einari lýsiverksmiðju
komandi heyst