Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. desember 2016 · Nr. 149 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Ein nýggj donsk kanning vísir, at selen hevur stóran týdning fyri okkara heilsu. Kanningin vísir, at menn, sum hava nógv selen í blóðinum, eru betri vardir ímóti at menna prostatakrabba enn menn við lágum innihaldi av selen. Tíverri er ikki nógv selen at heinta í danskari og norður­evro­pe­ iskari jørð og grøði. Tá tú setir tenninar í grøði úr danskari jørð, er grøðin sum heild full av heilsugóðum vitaminum og mineralum, men grøðin er fátøk fyri selen. Tað merkir, at danir - og harí­ mill­um danskir menn - hava eitt lágt innihald av sporminiralinum, selen. Hetta er spell, tí sjálvt um fólk ikki nýtast so stórar nøgdir av selen, so kundi eitt sindur meira enn tað, sum er, verið við til at vart menn­inar ímóti prostatakrabba. Selen stóran týdning Fleiri enn 27.000 danskir menn vóru við í eini kanning, sum bygdi á at kanna samanhangin millum selen í blóðinum og vandan fyri pro­stata­ krabba. Jú, meira selen, menninir fingu, tess minni var vandin fyri prostata­ krabba. Í 2007 høvdu 784 av luttak­ar­ un­um í kanningini ment prostata­ krabba í ymiskum stigum, og tá kanningin varð fylgd upp í 2012, vóru 305 av monnunum deyðir av krabba í prostata. Granskarar máldu innihaldið av selen í blóðinum hjá luttakarunum, og her varð staðfest, at menn við hægri nøgdum av selen í blóðinum, vóru í minni vanda fyri at fáa áleyp­andi slagi av prostatakrabba. Orsøkin er, at ensymið selen­pro­ tein P verjir móti prostata­krabba. Skal ensymið virka optimalt, skal tað mettast við selen, og um ensymið ikki verður mettað, minka evnini hjá selenprotein P sum verja ímóti sjúkum. Nevnda kanning stuðlar eis­ini undir líknandi útlendskar kanning­ ar. Eitt nú hava granskarar á Maastricht University Medical Center í 2013 víst á, at menn við høgum innihaldi av selen í blóð­ inum eru í 63 prosent minni vanda fyri at fáa krabbamein í prostata enn menn við lágum innihaldi av selen. Longu í 1996 vísti ein ameri­ kansk kanning - nevnd NPC-kann­ ingin - eitt líknandi úrslit. Avmarkaðar nøgdir Í Norðurevropa er nøgdin av selen í jørðini avmarkað, og tí fáa vit bert helvtina av tí seleni í matinum, sum eitt nú fólk í Amerika fáa. Í Suðuramerika fáa tey onkrastaðni fýra ferðir so nógv selen úr grøðini, sum vit fáa um okkara leiðir. Tað merkir, at umleið 80 prosent av donskum monnum hava ov lítið av selen í blóðinum fyri at vera fult vardir ímóti prostatakrabba. Í økjum, sum eru kørg fyri selen, kann tað tí vera eitt gott hugkot at taka tilskot fyri at verja seg. Í Danmark fáa fólk umleið 50- 55 mikrogram - mcg - av seleni um kostin. Av mati, sum er ríkur fyri selen, er eitt nú fiskur, egg, urtirnar sesam og sólblómufræ, ostur og kjøt og serliga livur. Í einari bretskari kanning frá 2010 kom dr. Rachel Hurst eftir, at optimala nøgdin av selen fyri at metta selenprotein P er 100 mcg um dagin. Tað merkir, at vit skulu taka tilskot, sum í minsta lagi er 50 mcg, um vit heilsuliga skulu merkja veruliga vinningin av seleni. Protein og selen Granskarar hava funnið í minsta lagi 25 proteinir, sum ikki kunnu fungera uttan selen. Hetta hevur týdning fyri immun­verjuna, fyribyrging av krabba­meini, evnaskifti og nógvar aðrar funktiónir í likaminum. Hvørt ár verður í miðal funnið fram til 4385 tilburðir av prostata­ krabba í Danmark. Í Norðurevropa er nøgdin av selen í jørðini avmarkað. Í økjum, sum eru kørg fyri selen, kann tað tí vera eitt gott hugkot at taka tilskot fyri at verja seg móti prostatakrabba Selen verjir móti krabba í prostata HEILSA Granskarar á Maastricht University Medical Center hava staðfest, at menn við høgum innihaldi av selen í blóðinum eru í 63 prosent minni vanda fyri at fáa krabbamein í prostata enn menn við lágum innihaldi av selen Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv selen er í jørðini og matinum kring um í heiminum, og sum heild er okkara partur av heiminum kargur fyri selen