Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 28. desember 2016 · Nr. 149 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo www.runavik.fo TEKNISKUR LEIÐARI til Runavíkar kommunu Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er trið størsta kommuna í landinum og búgva uml. 3.900 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast 2 verkfrøðingar og 1 byggifrøðingur, umframt leiðaran. Harumframt hava uml. 15 starvsfólk beinleiðis tilknýti til leiðaran á Teknisku deild. K R E A ........................................................................................................................................................................................ ........................................................................................................................................................................................ Høvuðsverkevni • Leiðsla á Teknisku deild • Býar- og byggi- planlegging • Málsviðgerð og ráð- leggingararbeiði • Fíggjarliga stýring og eftirlit við tekniska økinum • Stýring av kommunalum viðlíkahaldsarbeiði • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m. • Projekteringsarbeiði og eftirlit • Uppmátingar-, kort- leggingar- og skrásetingararbeiði Førleikakrøv • Verkfrøðingur, arkitektur ella onnur viðkomandi útbúgving • Royndir í omanfyri nevndu arbeiðsøkjum • Førleika í projekterings- arbeiði og byggilist • Munnligan og skrivligan málførleika • Hollan telduførleika • Opin og fyrikomandi • Evni at eggja og ganga undan • Leiðsluroyndir/-førleikar • Evnar at virka í eini politiskari skipan Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til borgarstjóran á telefon 23 70 15. Starvið verður at seta 1. februar 2017, ella eftir nærri avtalu. Umsókn, saman við prógvi, mynd og møgu- ligum viðmælum, skal verða innkomin í seinasta lagi 6. januar 2017. Søk starvið umvegis leinkju á heimasíðu okkara www.runavik.fo/ Leys størv Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum. Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Tele 35 36 37 / 299 000 · solsetur@solsetur.fo · solsetur.fo Vit hjálpa við øllum í sambandi við jarðarferðina Námsfrøðingur til dagstovnin “Kamb” á Kambsdali, at byrja 15. januar 2017 Kambur er ein stovnur, ið veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn og til frítíðarskúlabørn. Vit sóknast eftir einum námsfrøðingi, ið hevur dirvið at seta dagsskránna, bæði fyri tey 6 ára gomlu børnini og frítíðarskúlabørnini. Vit vænta tí, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál. Vit bjóða eitt spennandi starv, ið støðugt er í menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin. “Kambur” liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv 1 starv 40 tímar ætla námsfrøðingi. Starvið er tíðaravmarkað frá 15. januar 2017 til 30. juli 2017 Setanarviðurskifti Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Lønarstig 11-18 fyri Námsfrøðingar. Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.30 – 17.00 Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í starvið fyribils. Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 08. januar 2017 kl. 12. Eisini ber til at senda teldupost til info@fuglafjordur.fo. Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38 FO-530 Fuglafjørður Ella info@fuglafjordur.fo Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørghild Arnholdtsdóttir, leiðara, á telefon 238092. Fuglafjarðar Kommuna Hós. 29. des. Svínakambur • Knettir Frí. 30. des. Lasanja • Rivjasteik Leyg. 31. des. Gott nýggjár Mán. 2. jan. Fiskafrikadellur • Farsbreyð v. grønmeti Týs. 3. jan. Saltað neytakjøt • Stoktur medistari Mik. 4. jan. Stoktur fiskur • Kjøtfrikadellur Matskráin hesa vikuna Matstovan í Hoyvík Tel 660058 Frítt internet í matstovuni í Hoyvík