hósdagur 29. desember 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
30. DESEMBER 2016
»So ganga míni ár, í morgin var í
gjár«. Soleiðis yrkir Martin Joensen
í vakra sanginum við sama navni.
Hetta árið er nú runnið, og við tí tað
16. av nýggju øldini – og tað er sum í
gjár, at allur heimurin var á gosi um
ár 2000 trupulleikan, sum kortini
ikki var nakar trupulleiki.
Men ein annar trupulleiki í hesum
døgum er alt fýrverkið, ið skotið
verður, og trygdin, sum ikki altíð er í
hásæti. Vit kunnu so mangan sanna
orðatakið, sum sigur »betur fyrivarin
enn eftirsnarin«. Men fylgja vit
forskriftum og teimum nógv bøttu
trygdarreglunum seinastu árini, so
kunnu vist minka heilt munandi um
vandan.
Nógvar eru ræðusøgurnar um fólk,
sum eru komin illa fyri av skaða av
fýrverki. Og slíkum søgum eru tað
tíverri alt ov mong, sum kunnu siga
frá. Tað besta vit øll kunnu gera, tað
er at fyribyrgja – og vit fyribyrgja best
við at fylgja øllum trygdarforskriftum
og ikki minst at tey vaksnu ganga
sum góðar fyrimyndir og als ikki vera
óskettin við fýrverki. Og at vit læra
børnini at virða, hvussu umráðandi
tað er, at vit øll bera okkum so
skilagott at og eisini á nýggjárinum
hava 0-hugsjónina í huga, at eingin
skal koma til skaða av fýrverki.
Vit kunnu sjálvandi syngja víðari
við Martini Joensen um, at »tað ið
er farið er farið, og tað ið er hent, er
hent« og so tralla víðari inn í nýggja
árið.
Men latið okkum øll hava trygdina
í hásæti um nýggjárshalguna, so
eingin skal líða av okkara ovfarakæti
soleiðis, at øll kunnu vera við í
gleðisróminum, tí bara ein missir
eygað á nýggjárinum, so er tað ein alt
ov dýrur prísur!
Vit í Miðlahúsinum
ynskja øllum gott
nýggjár og takka
fyri tað brátt farna!
Heimsins skjótastu dýr gerast færri og
færri. Nú verður mett, at tað liva 7.100
gepardar í Afrika og í einum lítlum øki í Iran.
Menniskju hava rikið gepardarnir burtur
frá 91 prosentum av teirra nátúrliga øki, siga
djóraverndarfelagsskapir.
Tí verður nú heitt á altjóða felagsskapin
fyri verju av náttúruni at seta gepardin á listan
yvir djór, ið eru hótt av oyðing og at stovnurin
ikki einans er viðbrekin.
Gepardurin spurtar móti oyðing og
kann skjótt vera útdeyður, um vit ikki sum
skjótast seta í verk verndartiltøk í størri
økjum, skriva Zoological Society of London
og Wildlift Conservation Society í eini
frágreiðing.
Sambært frágreiðingini eru 77 prosent av
vanliga liviøkinum hjá gepardinum uttan fyri
vard øki so sum tjóðparkir. Hetta ger, at djórini
eru serstakliga viðbrekin fyri menniskjaligum
virksemi.
Størstu hóttanirnar
móti gepardinum er
tap av nátúrligum
liviøki, menniskju,
sum veiða gepardin
og ólógligur handil
við gepardpelsum.
Setið trygdina í hásætið
Spurtar móti oyðing
Visti tú?
at tveir føroyingar
hava vunnið yvir
milliónina í Lotto í
ár?
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Les eisini blaðið
á telefonini
Pápin hevði
samskifti við
Eichmann og
Johan í Hesti
Siðsøga
síða 14-15
Nýggjárshaldið
er ein partur av
okkara samleika
Tíðargrein
Síða 12-13
Løgreglan kannar tey
sum selja fýrverk
L
øgreglan er nú farin undir eina
rundferð at kanna eftir um tey, ið
selja fýrverk, lúka øll krøvini, sum
eru sett til slíka sølu.
Higartil hevur løgreglan kannað um
støðurnar á einum 10 sølustøðum í Havn,
umframt at fýrverkssølur eisini eru kann
aðar norðanfyri og sunnanfyri.
Og løgreglan leggur afturat, at hetta er
eitt arbeiði, ið heldur fram í dag og í morgin.
Í hesum sambandi hava tey eisini brand
leiðararnar í teimum ymsu økjunum við,
har tað ber til, tí teir hava betri skil fyri tí
eldsvanda, og spreingingarvanda, ið kann
standast av óskilaligari handfaring av
fýrverki.
Og tað eru fleiri krøv, sum tey, sum selja
fýrverk, skulu lúka. Talan skal ikki vera um
fýrverk, sum brestur, tað, ið vit vanliga kalla
kinesarar.
Tað er 18 ára aldursmark fyri keypa
kunna keypa fýrverk, og tað skal seljast
yvir diskin.
– Tað er bara eitt eintak av hvørjum slagi,
ið skal liggja frammi, men restin skal liggja í
eini goymslu aftanfyri handilshøli.
Tað er mark fyri, hvussu nógv fýrverk
kann vera á goymsluni, pulvursløkkjari skal
vera til staðar, og skelti skulu upplýsa, at
royking er bannað.
Løgreglan sigur, at vørumerkingin á
fýrverkinum skal vera eftir forskriftunum
og vegleiðing um, hvussu tað skal brúkast,
skal fylgja við.