hósdagur 29. desember 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2016
2
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Nú er aftur ársskifti fyri framman, og vit fara nú
at leggja 2016 aftur um okkum. Líka so væl, sum
vit kunnu siga, at nógv fer at henda komandi árið,
kunnu vit eisini staðfesta, at 2016 hevur verið
eitt hendingaríkt ár. Hugsa vit 12 mánaðir aftur,
kunnu vit ásanna, at nógv er hent bæði við tí
persónliga og tí samfelagsliga.
Í fjør var løgtingsvali og skifti í politisku leiðsluni
í landinum. Í ár hava vit havt kommunuval, sum
eisini viðførdi broytingar, ið verða effektiviseraðar
á ársskiftinum. Størsta broytingin er helst,
at Heðin Mortensen gamlaárskvøld fer frá
sum borgarstjóri í landsins størstu kommunu,
og tá ið fólk í Tórshavnar kommunu vakna
nýggjársmorgun er Annika Olsen borgarstjóri
teirra. Aðrastaðni vóru broytingar í
kommunstýrunum, men tað er eisini greitt, at
borgarstjórar í fleiri av størru kommununum –
eitt nú Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu,
Tvøroyar kommunu, Fuglafjarða kommunu og
Vágs kommunu.
Tað er nógv ferð á føroyska búskapinum, og
vælstandur er í samfelagnum. Undanvindurin
í alivinnuni og pelagisku vinnuni ávirkar aðrar
partar av samfelagnum, og stórar almennar og
privatar íløgur seta enn meiri ferð á búskapin.
Tosað hevur verið, at ferðin má tálmast nakað,
men nú vit fara inn í 2017, kunnu vit siga, at tað er
við fótinum á spidaranum.
Seinastu tvey árini hevur Sea Shepherd sett dám
á føroyska summarið, men í ár komu aktivistarnir
ikki til Føroya, og tað gav meiri ró á samfelagið,
sum harvið kundi njóta summarveður, feriu og
tiltøk enn betri.
Góðar tíðir, lægri prísir og broytt ferðamynstur
hava gjørt, at føroyingar ferðast sum ongantíð, og
tað betrar um gongdina hjá flutningsfeløgunum.
Ein av stóru fráboðanunum í ár kom í heyst,
tá ið SAS kunngjørdi, at flogfelagið ætlaði at
bróta monopolið hjá Atlantsflogfelagið og
taka kappingina upp við føroyska flogfelagið.
Hesi boð vóru móttikin ymiskt í samfelagnum.
Summi fegnast um økta kapping og útlit til lægri
flogferðaprísir, meðan onnur stúra fyri, at stóra
skandinaviska flogfelagið kann taka beinini
undan føroyska flogfelagnum. Í øllum førum er
greitt, at síðst í mars byrjar kappingin millum SAS
og Atlantsflog.
Ítróttarárið hevur verið gott, og føroyingar
kunnu fegnast um fleiri stór
avrik innan fleiri ítróttargreinar.
Fótbólturin er sum vera man
størsta ítróttargrein, og avrikini
hjá bæði mans- og kvinnulandsliðnum hava
verið sera góð í ár. Og so ber til at fegnast um,
at føroyingar fingu fyrsta stórmeistaran í talvi í
hesum árinum.
Í hesum nýggjársblaði fara vit á ferð ígjøgnum
farna árið. Hetta er ikki ein altumfatandi uppgerð
av øllum tí stóra og smáa, sum hendi í 2016, men
heldur ein kavalkada av tí, sum Sosialurin sum
blað hevði at bjóða sínum lesarum. Vit taka
fram
onkrar markantar greinar frá 2016, og taka ymsar
smærri og størri hendingar frá árinum við. Vit
taka saman um ítróttarárið, og eisini rógva vit
aftur á ymiskar útsagnir frá fólki. Vónandi gevur
hetta eitt inntrykk av einum sera fjølbroyttum
blaði, sum kemur út tríggjar ferðir um vikuna.
Við hesum Nýggjársblaði vil Sosialurin ynskja
øllum sínum lesarum eitt gott og eydnuberandi
nýggjár. Vit síggjast í 2017!
17 eitt ár verri enn 16
FARVÆL 2016
við Høgna Djurhuus
T
ey valdu ársins orð. Orðið
hjá 2016. Sum tey fara at
minnast 2016 fyri. Og tað
er eitt orð so keðiligt sum
hjúnabandslógin. Hon kom ikki so
frægt sum í gildi í ár, 2016, kanska
næsta ár, 2017.
Tí ansast má sera væl eftir ikki
at traðka á hógvarnar hjá kirkjuni.
Kirkjan kann ivaleyst, nei, hon skal,
tí hon sigst vera fyri øll, men hon
vil ikki signa samkynd gift.
Og tí má løgtingið sjálvandi akta.
Eingin yvir sendistovu Guds.
Men
ársins
orð
kortini,
hjúnabandslógin. Og tað er helst
í lagi, hóast sera ósexut. Tí tað
hevur ongan skund at útbyggja
frælsisskerjingina. Bíðið bara til
2017 ella longur.
Skal eg velja ársins orð, so verður
tað Aleppo. Havi verið í Aleppo.
Tað var í 1973. Tá var friður har,
undantikið ein mann, sum dámdi
menn, og beyð monnum heim við
sær. Hann var arabari, men kallaði
seg George, tí tað var evropeiskt.
Ivaleyst er hann deyður nú, hann
var ikki heilt ungur tá í 73. Var
hann ikki deyður, áðrenn IS kom til
Aleppo, hevur IS dripið hann. Tveitt
hann út av onkrum taki høgt uppi, í
navni onkurs guds og onkrar bókar.
Eg var eisini heima hjá George.
Hann var blíður. Men tað var ikki
blíðskapur, sum mær dámdi, so eg
fór. Gloymi ikki myrku trappuna
útaftur.
Aleppo. So lætt at siga hjá øllum.
Nú stendur illa til í Aleppo.
Tey nýfrelstu her hjá okkum
gera sítt ítarsta fyri, at vit fáa ringa
samvitsku. Tí tað er okkara skyld, at
menn, kvinnur og børn verða dripin
í Aleppo ella noyðast at flýggja
haðani út í eina aðra óvissu. Okkara
samvitska eigur at vera skitin.
Einasti máti at tváa hana reina, er
at fara djúpt í reyvalumman eftir
pengum at geva teimum í Aleppo
og aleppum, sum eru rýmd.
Okkara abbar og ommur, okkara
mammur og pápar, løgdu rygg og
meira afturat til fyri at gera okkara
samfelag til tað besta og tryggasta
í heiminum. Men tað telur ikki við.
Vit eiga at hava ringa samvitsku.
Vit hava ongan rætt til at hava tað
gott.
Vit eiga at hava ringa samvitsku,
tí vit hava tað so gott, og onnur
hava tað so ringt. Latið okkum
ikki virða tey, sum undan okkum
stríddust, men taka á okkum
skyldina
fyri
allar
heimsins
vanlukkur av manna ávum. Sum
ein Jesus, sum sleipaði krossin við
øllum heimsins syndum.
Vit frætta hvønn einasta dag frá
okkara miðlum, tá teir ikki telja lík
í londunum, sum eru okkara ringa
samvitska, at her í Føroyum er so
sannliga brúk fyri øllum hasum
milliónunum, sum vit senda av
landinum. Hevur nakar brúk fyri
neyðhjálp, eru tað føroyingar.
Vágafólk noyðast at betala fyri
at sleppa til Havnar, ætla tey heim
aftur.
Alt tað almenna, og tað eru vit
øll, ekur á knøunum. Og so senda
vit pengarnar av landinum. Og
samvitskan er gullrein.
Vónandi var tað ein fløvi hjá
flóttabørnunum í Sýria, tá tey
frættu um føroyingar, sum stóðu
aftan fyri parlamentið í ófýsnum
líkindum og hugsaðu um tey.
Hoyrdi annars ongan grát úr
Amnesty, tí ein ungur maður
sunnaneftir varð avrættaður á
gøtuni í Milano uttan rættarfund
og uttan dóm.
2016 var enn eitt ár uttan
nýskipanir. Um eitt ár verður
galdandi
lóg
um
vinnuligan
fiskiskap longd fimm ár.
Pensjónsnýskipanin kom eitt ár
nærri pensjónsaldrinum (handan
er gomul, men sum íslendingar siga,
ein góð vísa verður ikki nóg ofta
kvøðin). Stjórnarskipan. Hvør?
Hvat eg vænti mær av 2017?
Illveður her og yvirgang í øðrum
londum. Vænta tær ongantíð meira
enn tað, tú fært við fullari vissu, 217
prosent. 2017 verður eitt ár verri
enn 2016.
UMAFTURAFTURUM
Gott nýggjár!