Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2016 4 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Meira búgvin at kappast – Eg kenni meg nógv betur fyri at verða við í einari kapping nú, enn tá eg var í X Factor. Eg eri meira vaksin og búgvin, og eg veit, hvat eg skal vænta mær. Tá ið eg hugsi um X Factor nú, haldi eg, at eg var í so naiiv og grøn, men síðani havi eg ment meg nógv bæði sum songkvinna og sum persónur, sigur Kristel Lisberg, sum luttekur í danska Grand Prixnum. Hyggja eftir grind í Føroyum Framtíðin liggur ikki í at halda fram at drepa grind, men at bjóða ferðafólki til Føroyar at síggja hval. Tað halda fólk, sum hava gjørt nýggjan film um grindahvalin. – Framtíðin eigur ikki at ligg ja í at drepa grind. Framtíðin eigur at liggja í at bjóða ferðafólki til Føroya at sígg ja hval, sigur Rúni Nielsen, sum er matvøruráðgevari og eisini hevur arbeitt við djóravernd og djóravælferð í nógv ár. Januar: VikuskiftisSosialurin, sum hevur tema um atkomuviðurskiftum hjá fólki, ið ber brek, hevur biðið Heina mett um støðuna, tá ið umræður atkomuviðurskifti hjá teimum, sum sita í koyristóli. »Kom bara, onkur hjálpir tær«. Hetta er ein setningur, sum Heini Festirstein mangan hevur hoyrt. Og orð, sum tey flestu ivaleyst halda vera jalig og innbjóðandi. Men fyri Heina er tað ein niðrandi, eyð­mýkjandi staðfesting. Ein út­ søgn, sum prógvar, at fyri mong er torført at skilja støðuna hjá teim­ um, sum sita í koyristóli. »Onkur? Tað skal ikki bara vera onkur«, plagar Heini at svara. – Tað kennist, sum frælsið verð­ ur tikið frá tær. Sum at tú ikki kanst luttaka á jøvnum føti við onnur. Tað kennist sum at vera fongslaður, tá ið tú noyðist at biðja onnur um hjálp til tey mest grundleggjandi tingini, sigur Heini Festirstein. Hóast tankin er góður, so eru royndirnar minni góðar. – Fyri mongum árum síðani misti ein maður meg oman ígjøg­ num allar trappurnar í Club20, og tað var eisini bara tí, at viðkomandi vildi hjálpa, sigur Heini. Hóast tað kennist væl at hjálpa, so kennist tað minni væl at altíð sita hinumegin borðið. At hvønn dag vera tann, sum má síggja bygn­ingar, upplivingar, samfelagið, ja, heim­in við øðrum eygum. Har heim­urin verður gjørdur upp í trappu­trinum og stødd av hurða­opum. Støðan er batnað og tilvitanin vaksin. Men enn er langt frá komið á mál. Ónøktandi høvuðsgøta Tá ið Heini Festirstein skal seta orð á sínar royndir og hugsanir um atkomuviðurskifti hjá teimum, sum sita í koyristóli, so rennur hon­ um til hugs viðurskiftini á gongu­ gøtuni í Havn. Hann vísir eitt nú á ein nýggjan bygning, sum ikki letur upp fyri, at fólk í koyristóli sleppa inn. Hann fegnast tó um ein handil, sum hevur lyft gongubreytina upp til dyrnar, so at fólk við koyristóli og barnavognar sleppa inn púra ómakaleyst. – Tað er slík nýhugsan, sum eg elski at síggja. Kanska tað ikki lúkar altjóða krøv, men tað nýtist tað í veruleikanum heldur ikki. Fyri okkum í koyristóli snýr tað seg bert um trappur ella ikki, sigur Heini Festirstein. Er blivið betur Saman við VisitTórshavn hevur Heini vitjað runt á matstovum og gistingarhúsum í Havnini, og hann hevur givið sítt boð uppá hvat skal gerast og hvussu. Og áhugin fyri hansara hugsan er mangan stór. – Eg upplivi meir og meir, at fyri­ tøkur ringja til mín fyri at fáa mína hugsan um teirra at­komu­ møgu­leikar. Tað vil eg sjálvsagt fegin geva mítt íkast til, sigur Heini. Hann heldur, at seinnu árini hava prógvað, at kunning kann flyta fjøll. – Tað er blivið munandi betur seinnu árini. Tað vísur seg, at mat­ stovur, handlar og onnur hugsa meira og meira um okkara støðu, sigur Heini. Hóast vit enn ikki eru komin á mál, so eru batar at hóma kring Havn­ina í øllum førum. – Vit sígg ja eisini, at nýgg­ir íbúðarbygningar taka avbjóð­ing­ arnar hjá fólki í koyristóli í álvara. Eg búgvi undir Kongavarða, og har eru allir bygningarnir gjørdir handikapp­vinarligir, sigur Heini Festirstein. Hansara vón er, at tað framhald­ andi verður varpað ljós á týdningin – At hitta eitt trapputrin ella eina smala hurð er nakað, sum tey fæstu geva sær far um. Men fyri meg merkir tað munin millum at luttaka og ikki á á jøvnum føti við onnur, sigur 46 ára gamli hHeini Festirstein, sum seinastu 27 árini hevur sitið í koyristóli Eyðmýkjandi at fáa hjálp JAN Stór íløga til føroyska uppfinning Eitt samtak við SCP Neptune International hevur gjørt íløgur fyri 171 milliónir krónur í fyritøkuna Vivino, har føroyingurin Heini Zachariassen er stjóri. Handan samtakið eru belgiski ríkmaðurin Christophe Navarre, Skype-milliarderurin Janus Friis, umframt grunnarnir Seed Capital, Creandum og Balderton Capital. Vínappin Vivino hevur 13 milliónir brúkarar, men talið skal vaksa upp í 26 milliónir komandi árið. Samlega við hund kostaði Ein 76 ára gamal maður fekk 6 dagsbøtur á 500 krónur fyri í tveimum førum at hava havt samlegu við hund. Maðurin varð dømdur fyri blygnaðarskemt, tí fólk høvdu sæð hann, og fyri nýtslustuldur, tí hann átti ikki hundarnarn. Maðurin varð fríkendur fyri eina ákæru um samlegu við seyð. Bilasølan setti met Ongantíð áður hava so nógvir nýggir persónbilar verið seldir í Føroyum sum í fjør. Føroyska sølan setti met við 1822 nýggjum persónbilum. Samlaða avlopið hjá føroysku bilsølunum hevur verið 65 milljónir krónur seinastu fimm árini. – Tað besta er, um vitanin liggur hjá sjúklinginum, tí tað eru tey, ið hava brúk fyri vitanini. So eg undirvísi teimum, so tey vita so nógv sum gjørligt um sjúkuna. Ulrike Steuerwald lækni, sum er odda í stríðnum ímóti arvaligum føroyskum sjúkum – Eg havi ongar trupulleikar við at lyfta meg upp um tey politisku áhugamálini og vera óheftur í hesum nýggja starvinum, men spurningurin er sjálvandi, um fólk fara at halda meg vera óheftan. Helgi Abrahamsen fyrrverandi løgtingsmaður, sum skal skriva fyri Norðlýsið 2016