hósdagur 29. desember 2016síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 30. desember 2016
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Annika er
kolumbuseggið
Kolumbuseggið hjá fólkaflokkinum í høvuðsstaðnum verður í dag veruleiki, meðan tjóðveldið
framvegis eigur fremstu sessirnar í flestu kommununum í sambands háborgini
Jóannes Hansen
Tað verður vaktarskifti í bý- og
bygdaráðum kring landið á midnátt
leygarkvøldið.
Tað
var
skjótt
eftir
kommunuvalið
týsdagin
8. november, at fyrstu nývaldu
kommunustýrini skipaðu seg. Í dag
fer tað seinasta at skipa seg. Tað er
Tórshavnar býráð.
Í politikki er einki liðugt, fyrr
enn alt er liðugt, varð gamli løg
maður á Viðareiði kendur fyri at
taka til. Soleiðis hevur tað ofta
verið, og dømini eru mong um, at
tað í sambandi við skipan av bý-
og bygdaráðum verður bóltað rút
bæði eina og fleiri ferðir.
Tað er ikki ókent, at úrslitið av
atkvøðugreiðsluni á formliga skip
anar fundinum varð øðrvísi, enn tað
frammanundan varð lagt upp til. Í
nýggjári tíð man síðsta dømið vera í
Sørvági í 2004. Tá var lagt upp til, at
Sune Jacobsen skuldi verða valdur
til borgarstjóra. Tá ið bygdarráðið
hittist at velja formann, varð Jákup
Suni Lauritsen valdur.
Fýra ár seinni varð Sune Jacob
sen valdur til borgarstjóra, og síðani
hevur hann verið borgarstjóri í
Sørvági, eitt nú við stuðli frá Jákupi
Suna Lauritsen. Hjá teimum báðum
verða kommunalu viðurskiftini
øðrvísi á nýggjárinum. Jákup Suni
varð ikki afturvaldur 8. november,
og Sune Jacobsen verður ikki
borgarstjóri. Tann sessin setir Aimé
Jacobsen seg nú í.
Tær báðar kommunurnar í Vág
um eru – við undantakið av høv
uðsstaðnum – tær einastu millum
størru kommunurnar, har borgar
stjórin verður skiftur út. Í Vága
kommunu verður Rósa Samuelsen
avloyst av Eyðdis Hartmann Nicla
sen.
Kolumbuseggið
Tað er ikki óhugsandi, at javnaðar
flokkurin fer at skjóta onkran
annan enn Anniku Olsen upp at
vera borgarstjóri, tá ið Tórshavnar
býráð í dag loksins fer at skipa seg.
Tað kundi verið Gunvør Balle ella
Bergun Kass.
Tá ið hvørgin teirra er linkað í
knøunum, nú tær hava fingið til
boð um at verða borgarstjórar, so
verður tað neyvan øðrvísi, enn at
Annika Olsen verður borgarstjóri.
Harvið er tólv ára skeiðið hjá
Heðini Mortensen av, og harvið fær
fólkaflokkurin borgarstjórasessin
aftur, sum hann misti, tá ið Heðin
Mortensen spleysaði Jan Christian
sen av í 2004.
Stjóraskiftið á Vaglinum ber við
sær, at Havnar Framburðsfelag
– valfelag fólkafloksins í Suður
streymi – einki umboð fer at eiga
í løgtinginum, har Jóan Magnus
Rasmussen í Leirvík nú fer at seta
seg í sessin hjá Anniku Olsen.
Marran
hjá
fólkaflokkinum
undan løgtingsvalinum í 2015 var,
at tað skuldi enda við, at flokkurin
í høvuðsstaðnum bara átti eitt um
boð í løgtinginum – Anniku Olsen.
Nú eigur fólkaflokkurin í høvuðs
staðnum einki umboð á tingi.
Kortini er talan um kolumbus
egg hjá fólkaflokkinum. Annika og
J-bandin – Jørgin, Jacob, Jógvan,
Jákup, Jóan Magnus og Elsebeth - í
løgtinginum hava ikki altíð verið so
væl. Nú er hon ikki í tingbólkinum,
men flokkurin hevur vunnið borg
arstjórasessin, sum eitt nú skal
brúkast til at vinna flokkinum
styrkina aftur, sum hann plagdi at
eiga í høvuðsstaðnum. Eitt nú við
at vinna liberalu atkvøðurnar aftur
frá framsókn. Annika hevur millum
annað longu boðað frá, at hon fer at
gifta samkynd.
At borgarstjórasessurin kann
verða hent amboð at styrkja um
flokk í høvuðsstaðnum, eru Heðin
Mortensen og javnaðarflokkurin
feskasta dømið um.
Tjóðveldi í skansanum
hjá sambandinum
Tølini siga, at tað verri enn so altíð
er samband millum úrslit á løg
tingsvali og kommunuvali. Tá ið
tað burtursæð frá í Klaksvík og
í Havnini og kanska onkra aðra
staðni ikki er eintýðugt samband
millum uppstilling til løgtingsval
og kommunuval, so er ilt at gera
niðurstøður hesum viðvíkjandi.
Eftir løgtingsvalið í 2015 varð
gjørt burturúr, at eingin tjóðveldis
maður eystanfyri Sundalagið varð
valdur á ting. Nú kommunustýrini
hava skipað seg, verður staðfest,
at tað ikki er heilt so illa statt hjá
tjóðveldinum.
Sambandsflokkurin hevur al
tíð verið sera stinnur í Eysturoy,
og soleiðis var tað eisini á løg
tingsvalinum í 2015. Tá vann sam
bandsflokkurin 27,7 prosent av
atkvøðunum í Eysturoy. Næstir
vóru fólkaflokkurin og javnaðar
flokkurin við ávikavíst 18,8 og 18,1
prosenti, og tjóðveldi vann 15,1 pro
sent av atkvøðunum.
Hóast meiri enn fjórði hvør
veljari í Eysturoy velur sambands
flokkin á løgtingsvali, so er oyggin
í kommunalum høpi eyðkend av,
at flestu borgarstjórarnir eru og
framvegis vera tjóðveldismenn.
Jógvan í Skorini er tjóðveldis
maður, sum heldur fram í borgar
stjórasessinum í Eiðis kommunu.
Sonni í Horni er tjóðveldismað
ur, sum heldur fram í borgarstjóra
sessinum í Fuglafjaðar kommunu.
Jóhan Christiansen er tjóðveld
ismaður, sum heldur fram í borgar
stjórasessinum í Eysturkommunu.
Tórbjørn
Jacobsen
er
tjóð
veldismaður, sum heldur fram í
borgarstjórasessinum í Runavíkar
kommunu.
At kommunuvalið í november
var valið hjá borgarstjórunum verð
ur eisini staðfest í, at hinir tríggir
borgarstjórarnir í Eysturoy eisini
halda fram – Jóhannus Danielsen í
Nes kommunu, Arthur Johansen í
Sjóvar kommunu og Heðin Zacha
riassen í Sunda kommunu, sum
fevnir um bygdir báðu megin
Sundalagið.
Fleiri tjóðveldismenn
Seinastu fjórðings øldina hevur
gongdin borið alt meiri á tað borð
ið, at tjóðveldisumboðini í løg
tinginum eru úr høvuðsstaðnum,
meðan gomlu háborgirnar hjá fiski
manna- og útróðrarmanna flokk
inum hjá Erlendi Patursson stútt
og støðugt eru máaðar burtur.
Nú kommunustýrini hava skip
að seg, er skjótt at staðfesta, at tjóð
veldismenn halda um stýrisvølin
í
fleiri
kommunum.
Umframt
teimum fýra í Eysturoy, sum eru
nevndar omanfyri, heldur Dennis
Holm fram sum borgarstjóri í Vágs
kommunu, og Pauli T. Petersen,
tjóðveldistingmaður í Vestmanna,
heldur fram sum borgarstjóri í
heimbygdini.
Millum valstøðini, har tjóðveldi
plagdi at eiga stóra undirtøku á
løgtingsvalunum og eisini ofta á
býráðsvalunum, er Klaksvík. Tá
ið sammett verður við omanfyri
standandi var úrslitið hjá tjóðveld
inum í Klaksvík út av lagi soltið á
kommunuvalinum í november, tá
ið flokkurin fór frá trimum og til
ein býráðslim.
Síðani uppstillingin til komm
unuval í Klaksvík eftir læknastríðið
í fimmti árunum varð flokspolitisk,
er tað bara tvær ferðir áður komið
fyri, at Tjóðveldi bara hevur átt
eitt umboð í kommunustýrinum
– í 1970 (ein av sjey) og 1984 (ein av
ellivu).
Nýtt og gamalt
Valkvøldið varð sagt, at sannlíkindi
var eins stórt fyri, at Heðin Morten
sen fór at halda fram í borgarstjóra
sessinum, sum tað var, at Hillary
Clinton fór at verða amerikanskur
forseti.
Veruleikin vísir, at veljarakann
ingar og sannlíkar metingar ikki
altíð bera uppløgdu úrslitini við
sær.
Uttanfyri okkara eingjagarðar
verður fyrrverandi portugisiski
forsætismálaráðharrin
António
Guterres á nýggjárinum nýggjur
ST aðalskrivari í staðin fyri Ban Ki-
Moon, og 20. januar verður Donald
Trump nýggjur amerikanskur for
seti. Hvør hevði roknað við tí fyri
einum ári síðani?
Nýggjársaftan fer løgmaður at
halda nýggjársrøðu. Fyri einum
ári síðani snúði fyrsta røðan hjá
Akseli V. Johannesen seg um stóru
avbjóðingarnar, sum bíðaðu, og
sum greiða skuldi fáast á. Tað ber
væl til at ímynda sær, at innihaldið
verður tað sama í aðru røðuni. Av
bjóðingarnar eru framvegis tær
somu.
joannes@sosialurin.fo
Aksel V. Johannesen, løgmaður, skal halda
nýggjársrøðu gamlaárskvøld. Avbjóðingarnar, hann
tosaði um fyri einum ári síðani, eru enn tær somu
Á nýggárinum verður Annika Olsen
borgarstjóri í landsins størstu kommunu -
um avtalurnar halda allan vegin á mál