mánadagur 2. januar 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. januar 2017 · Nr. 1
1939
Ítróttasamband Føroyar er farið undir
at umskipa og menna leiðslubygnaðin.
Í hesum sambandi søkir ÍSF eftir einum
aðalskrivara, sum skal hava dagligu
leiðsluna av ÍSF og skal standa á odda
fyri dagligu umsitingini.
Aðalskrivarin vísir til forsetan.
Arbeiðsøkini eru m.a.
• skrivari hjá starvsnevndini og øðrum
nevndum
• ábyrgd av dagligari leiðslu
• útinna avgerðir hjá aðalfundi og
starvsnevnd
• starvsfólkaleiðslu
• ábyrgd av fíggjarætlanum og
dagligum rakstri
• ábyrgd av sponsoravtalum
• ábyrgd av altjóða sambondum
Vit kundu hugsað okkum at aðal
skrivarin hevur hesar førleikar:
• duga væl føroyskt, norðurlendskt og
enskt og møguliga onnur mál
• viðkomandi útbúgving
• leiðsluroyndir frá privatum/
almennum fyritøkum/stovnum
• duga og vera vanur við at
samráðast
Tað er ein fyrimunur at aðalskrivarin
hevur ítróttaligar royndir, kunnleika til
og áhuga fyri ítrótti.
Vit hugsa okkum ein ágrýtnan og
virkis fúsan aðalskrivara, sum hevur
sum fremsta mál framhaldandi at vera
við til at menna ÍSF og føroyska ítrótt
sum heild. Eyga fyri javnvágini millum
úrvals- og breiddarítrótti hevur stóran
týdning.
Vit leggja dent á at viðkomandi hevur
góð samstarvs- og diplomatisk evni,
og viljin at byggja brýr millum ÍSF og
politisku skipaninar má vera í topp.
Áhugi fyri umsiting er neyðugur og
við kom andi skal vera motiveraður
av at finna og kunna skapa nýggjar
arbeiðs hættir millum ymisku
áhugamálini í føroyskum ítrótti.
Løn sambært avtalu.
Vilt tú vita meira um starvið, kann
tú ringja til Elin H. Joensen, forseta
á telefon 222333, ella Jon Hestoy,
vara forseta á telefon 594555. Ella lesið
meira um starvið á www.isf.fo/starv
Skrivlig umsókn kann sendast til;
Ítróttasamband Føroya
Postsmoga 223
FO-110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan „Aðalskrivari“.
ella til starv@isf.fo, í seinasta lagið
9. januar 2017.
Aðalskrivari til ÍSF
Starvslýsing
Ítróttasamband Føroya
Okkum er fráboðað, at
ábyrgdaraskjøl nr.
0106199
0106202
0108426
0108841
eru burturblivin.
Tann sum hevur hesi skjøl um hendi,
verður biðin innan 3. mánaðir at
prógva rætt sín, ella verða omanfyri
nevndu skjøl ógildað.
29.12.2016
NORÐOYA SPARIKASSI
700 KLAKSVÍK
ÓGILDISLÝSING
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Sigmund
Poulsen, Lítla Tvørgøta 3,
100 Tórshavn, føddur
tann 18. august 1937,
deyður tann 17. juli 2016,
verða við hesum biðin um
innan 6 mánaðar frá
kunngerð av hesi lýsing at
boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Skansavegur 1, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
272/2016, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini eru
grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 19. desember 2016.
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo