Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. januar 2017 · Nr. 2 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Málið um at býta valdið millum fleiri borgarstjórar í Havn er ikki eitt nýt mál. Hóast tað, var tað eitt fyrsta mál­ið, sum nýggja samgongan hevði at siga frá á tíð­inda­fundi­ num gjár, tá Gun­vør Balle og Ann­ ika Olsen greiddu frá, at tey fara at biða løg­tingið gera nakr­ar broyt­ing­ ar í komm­unu­lóg­ini. Ein broyting er, at býráðið ikki skal kunna taka avgerðir aftan á val­ið, men bara virka sum eitt for­rætn­ings­stýri. Hin broytingin er, at tey vilja seta vara­borgarstjóra í starv ella í part­víst starv í umsitingini. Hetta málið var reist aft­an á bý­ráðs­val­ið í 2008, tá Javnaðar­ flokk­ur­in og Tjóðveldi skipaðu sam­gongu. Tá spurdu teir báðir flokk­ar­nar Innlendismálaráðið, um tey kundu sleppa tað. Svarið frá Innlend­is­mál­a­ráð­ num var eitt greitt nei, og lands­ stýr­is­kvinna í Inn­lendis­mála­ráð­ num tá var Annika Olsen. Tað er altso staðfest, at tað ber ikki til, uttan so, at kommunulógin verð­ur broytt. Og skal komm­unu­ lóg­in broytast, so skal samgongan verða samd um tað. Tá Javnaðarflokkurin og Tjóð­ veldi spurdu um hetta í 2008 var grin­ið eftir teimum í Løgtinginum. Tí nú skuldu Jógvan Arge og Bogi Andr­e­assen sleppa at arbeiða undir lið­ini á Heðini Mortensen. Málið kom ong­an­tíð í tingið og hvarv sum døgg fyri sól. Tórshavnar kommuna er ein stór komm­una í føroyskum høpi, so tankin um at býta vald­ið hjá borg­ arstjóranum mill­um fleiri pol­it­ik­ar­ ar er ikki ókendur ella ó­hugs­aður av fleiri. Tað hevði held­ur ikki gjørt nak­að, um Tórshavnar komm­una ikki hevði somu reglur, sum allar hin­ar komm­un­urnar, tí komm­unan er so nógv­ar ferðir størri í vavi. Men eitt slíkt ynski má hava eitt reelt kjølfesti. Tað ber ikki til at broyta kommunulógina í óð­um verk­um, bara tí at onkur flokk­ur kennir seg forfordeildan í být­i­num um valdið í Havn. Tað er tað, sum er støðan hjá Tjóð­veldi. Tey hava latið Fólka­ flokk­i­num borg­ar­stjórasessin, og tað merkir, at Annika Olsen verður tann, sum mynd­ar kommununa hetta val­skeið­ið. Í 2004 læt Tjóðveldi Javn­að­ ar­flokk­in fáa borgarstjóran. Tað merkti, at Javnaðarflokkurin fór úr 2 upp í 5 býráðslimir í 2008, og tá var tað, at Tjóðveldi ynskti sær tveir varaborgarstjórar í føstum starvi. Tað gekk ikki tá, og tað gongur valla í dag. Skal málið samtykkjast í løg­ ting­i­num, so skal til dømis Heð­in Mortensen góðtaka tað. Spurn­ing­ur­in er so, um hann er so altráður nú at broyta lógina, ella hann tekur sær somu støðu, sum Annika Olsen hevði í 2008. Her bera tey valla á mál. Tað er ein stórur politiskur fyrimunur at eiga borgarstjóran borgarstjórin eigur valdið Fjøl­ miðla­ etikk­ ur skal valdast Óli Jacobsen tíðargrein síða 12 Ala rognkelsi í Svínoy Tíðindi Síða 24 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Hoyvík eitur uppsjóvarskip, sum hósdagin kemur í flotan, skrásett í Havn. Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum hevur keypt nótabátin, sum er væl kendur í Føroyum, tí talan er um gamla Høgaberg hjá Framherja. – Skipið varð í sínari tíð selt til Noregs, har tað er umbygt og umvælt fyri nógvar pengar, so tað er eitt gott skip, sum vit nú hava fingið, sigur Hans Andreas Kelduberg, stjóri í Thor. Skipið, sum lastar 2.100 tons, er keypt fyri slakar 20 milliónir krónur. Reiðaríið hevur fleiri kvotur, og tað fer til fiskiskap í ES-sjógvi við Hetland beinanvegin, har tað fer at fiska makrel, sigur Hans Andreas Kelduberg. Tað verða fólk í reiðarínum, sum manna skipið saman við nøkrum norðmonnum, sum hava siglt við skipinum. Teir verða við ta fyrstu tíðina at leggja nýggju eigarunum lag á. – Okkum dámar væl at brúka staðarnøvn úr økinum hjá okkum sum skipanøvn. Eg havi búð í Hoyvík seinastu 20 árini, og tað er eisini fyri at heiða søguna um Jóhan í Hoyvík, sum tvær ferðir sigldi gjøgnum týsk minufelti fyri at koma til Føroya undir krígnum við skipi sínum »Hoyvík« – og sum enntá var til til avhoyringar í London, tí teir hildu hetta vera so ótrúligt. Tí hava vit valt at kalla skipið »Hoyvík«, og tað verður skrásett í Havn, sigur Hans Andreas Kelduberg. Hoyvík er fyrsta uppsjóvarskip í Havn síðani Krúnborg varð seld í 2006. Havnin fær nú sítt fyrsta uppsjóvarskip – Skattaprosentið er lækkað fyri komandi ár, og tað fáa vit einki gjørt við. Men vit ætla okkum at end­urskoða fíggj­arætlanina fyri 2017. Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, á tíð­ind­ a­fund­inum í gjár. Hon vildi ikki koma nærri inn á, hvussu hetta skal ger­ ast. – Tað sum vit síggja nú, er at í fíggj­ar­ætlanini er íløgu­ karm­urin skorin við 45 mió kr, og at raksturin er hækk­ að­ur tilsvarandi. Tað er púra ó­hoyrt, samstunds sum man signal­erar, at langhylur og alt ann­að skal byggjast, segði Ann­ika Olsen. – Vit fara at endurskoða fíggj­ar­ætl­anina, so vit fáa eina rætta fíggjarætlan eftir okk­ara tykki, segði hon, utt­an at vilja nágreina tað nærri. Men hon segði, at dis­pon­ er­ing­ar­nar eru púra ó­hoyrd­ ar, tí íløgukarmurin hevur ong­an­tíð verið so lágur. Spurd um skatturin fer at lækka svaraði hon, at spurn­ ing­ur­in um skattaprosentið fyri næsta ár er ein hy­po­tet­ isk­ur spurningur. – Tað veldst um inn­tøk­ur­ nar. Vit skulu minnast til, at eitt skattaprosent er eitt inn­ triv upp á 33 milliónir krónur. Fólka­flokkurin hevur altíð ver­ið glaður fyri skattalætta, men tað skal gerast við skili. Síðani varð Bogi Andre­ as­sen spurd­ur, um hann ætl­aði at halda lyftið um, at skatt­urin skuldi lækka 2-4 pro­s­ent. – Ja, hví ikki tað. Kanska yvir 4-6 ár. – Stendur tað lyfti við? – Eg haldi, at eg má nokk draga eitt sindur í land og sigi sum Gunvør, at vit mugu stinga fingurin í jørðina og vita, hvørjir møguleikar eru. Vit taka spurningin uppaftur síðst í árinum, segði Bogi Andreasen. Skattaprosent: Hypo­ t­et­iskur spurningur Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, »Hoyvík«, sum er keypt úr Noreg, kemur á Havnina í morgin