Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. januar 2017 · Nr. 2 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Í altjóða alivinnuni eru ábend­ingar um, at ali­fyri­ tøkurnar veðra lagdar saman í størri eindir. Serliga verður hildið, at bæði í Kili og í Noreg eru ov nógvar alifyritøkur. Tí verð­ur mett, at hetta verður broytt. Hetta fer at hava saman­leggingar og uppkeyp við sær. Á ráðstevnu í London, sum Intrafish skipaði fyri, segði nevndarformaðurin í Marine Harvest, Ole Erik Lerøy: – Færri luttakarar í vinn­ uni er neyðugt fyri at fáa stýr á lívfrøðini. Á ráðstevnuni í London luttók eisini Rúni M. Han­ sen, nevndarformaður í Bakkafrost. Hann segði, at gongdin við færri aktørum hevur ver­ ið soleiðis í Føroyum sein­ astu mongu árini. Uppkeyp Við eitt pallborð á ráðstevn­ uni var tosað um saman­legg­ ingar og uppkeyp. Rúni M. Hansen, nevndar­ for­maður í Bakkafrost, sat við pallborðið og var spurdur um, hví Bakkafrost ikki hev­ ur keypt upp uttanlands.. Hann svaraði, at tað ser­ liga er tí, at tað fyrst og fremst snýr seg um at finna rætta málið at fara eftir, men so sanniliga eisini at finna røttu stundina at gera tað í. – Sum sagt, so hava vit keypt upp í Føroyum síðstu árini til tess at styrkja okk­ ara støðu í altjóða kapp­ ing­ini. Harumframt hava vit gjørt stórar íløgur í Før­ oyum til tess at minka um lív­frøðiligan váðan og betra um kappingarføri. – Vit hava hildið, at hesar íløgurnar hava givið betri avkast enn at keypt upp uttanlands. Men vit útilukka ikki uppkeyp uttanlands. Alt veldst um nær rætta løtan er. – Vit fylgja við alla tíðina, men í løtuni eru prísirirnir høgir at keypa, so vit fáa at síggja, hvussu gongdin verður. Hinvegin, so sita vit held­ur ikki hendur í favn, meðan vit bíða, tí nógv virk­ semi er í gongd, segði Rúni M. Hansen. Bakkafrost hevur keypt fleiri alibrúk í Føroyum gjøgnum árini og eigur nú so stóran part av alivinnuni, sum fyritøkan hevur loyvi at eiga. Bakkafrost hevur eisini keypt Havsbrún, sum fram­ leiðir fóður til alivinnuna. Hetta er ein partur av ti, um verður nevnt vertikal integratión. Tað vil siga, at Bakkafrost nú eigur framleiðsluketuna frá fóðri til aldi laksurin kemur á altjóða marknaðin. Fyritøkan á Glyvrum er skrásett á keypsskálanum í Oslo. Føroyingar eiga ein part av partabrøvunum, með­an altjóða íleggjarar eiga restina. Uppkeyp og saman­leggingar á veg í útlendsku alivinnuni Bakkafrost fylgir væl við og kannar alla tíðina møgu­ leikarnar uttan­lands, nú fyritøkan hevur konsoliderað seg í Føroyum ALIVINNA Rúni M. Hansen, nevndarformaður, segði á ráðstenu í London, at spurningurin er um røttu stundina til mø'guliga at keypa upp uttanfyri Føroyar Í Kili og Noreg vænta eygleiðarar, at alifyritøkurnar verða samanlagdar í størri eindir. Tað væntar nevndarformaðurin í Marine Harvest, Ole Erik Lerøy, eisini Bakkafrost á Glyvrum. Fyritøkan eigur so nógv av føroysku alivinnuni, sum til ber eftir galdandi lóg