týsdagur 3. januar 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 4. januar 2017 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað hevur stóran týdning, at tú
gevur tær stundir til eina fyri
reikingartíð,
umleið
2-3
vikur,
áðrenn sjálvan roykisteðgin. Tú
kanst velja eitt tíðarskeið til fyri
reikingartíðina, har tú ikki hevur
krevjandi uppgávur og ikki skal
í veitslu ella skal til onnur tiltøk,
har tú plagar at roykja í hugnaligari
samveru. Tú kanst velja ein ávísan
dag - og set dagfesting á - tá tú ætlar
tær at roykja seinastu sigarettina.
Tað ger einki, um tú nevnir
dagfestingina fyri øllum teimum,
tú dagliga ert saman við, so tey
kunnu stuðla tær. Tá verður tað
kanska minni lætt hjá tær at bera
teg undan avgerðini, tá dagurin til
roykisteðgin nærkast.
Tá tú síðan hevur lagt av, koma
tað ivaleyst ymiskar støður, har tú
serliga freistast til at roykja aftur.
Tí er tað av stórum týdningi, at tú
longu í fyrireikingartíðini hugsar
um, nær og hvar freistingarnar eru.
Tá kanst tú longu nú, meðan tú enn
roykir, broyta tínar roykivanar.
Er tað hin fyrsta sigarettin um
morgunin, sum er tann besta á
degnum? Um so er, kanst tú í fyri
reikingartíðini leggja alt, tú plagar
at gera um morgunin, til rættis á
ein annan hátt.
Dámar tær væl at roykja, meðan
tú snakkar í telefon? Um so er,
kanst tú taka ein penn ella blýant
í hondina í staðin fyri sigarettina,
meðan tú snakkar.
Plagar tú at roykja saman við
starvsfeløgum í kaffisteðginum?
Um so er, kanst tú í staðin royna
at vera meira saman við teimum
starvsfeløgunum, sum ikki roykja.
Dámar tær væl eina sigarett aft
ur við einum kaffimunni? Um so er,
kanst tú royna at drekka vatn ella
okkurt annað í staðin, sum tú ikki
vanliga plagar at drekka afturvið
sigarettini.
Dámar tær væl at roykja omaná
døgurða ella nátturða? Um so er,
kanst tú skunda tær frá borðinum,
tá tú hevur etið. Tú kanst fara at
vaska upp, tøma ella seta í upp
vaskimaskinuna - ella bara spáka
tær ein túr.
Um abstinensir
Í fyrireikingartíðini – og áðrenn tú
leggur av at roykja – er tað gagnligt
at kunna seg um, hvørji evni eru í
tubbaksroykinum, og hví vit vera
bundin av at roykja.
Í tubbaksroyki eru umleið 4000
ymisk evni. Av teimum eru umleið
50 krabbameinselvandi. Tey trý
evnini, ið skaða kroppin mest, eru
kolilta, tjøra og nikotin
Kolilta er eitt slag av gassi, ið
bindur seg til reyðu blóðlikamini,
tá tú roykir. Reyðu blóðlikamini
flyta súrevni (oxygen) runt í kropp
inum. Tá so koliltan setur seg á
reyðu blóðlikamini, megna tey
ikki at flyta neyðugu mongdina av
oxygeni runt í kroppinum. Serliga
verður konditiónin verri, tí ov lítið
av oxygeni verður flutt til kyknur
nar í vøddunum.
Tjøra
verður
framleidd,
tá
tubbak verður brent. Tjøran er ein
brúnlig evja, ið setur seg í lunguni
og í filtrini í lungnaøkinum. Hvussu
nógv tjøra setur seg í lunguni,
veldst um, hvussu nógv tú roykir,
um tú andar roykin niður í lunguni
og hvat slag av sigarettum, tú
roykir. Tjøran inniheldur tey flestu
av teimum 4000 evnunum, sum
eru í tubbaksroykinum - eisini tey
evnini, sum kunnu elva til krabba
mein.
Nikotin er eitt litleyst flótandi
evni, ið virkar stimbrandi. Bert
lítla løtu eftir, at nikotinið er kom
ið inn í blóðrenslið, fer tað upp í
heilan og troðkar seg inn til tað
staðið, har impulsir verða fluttir
millum nervakyknurnar. Heilin
gevur rúmd fyri nikotininum og
venur seg við at fáa nikotin frá
tubbaksroykinum. Tá tú so leggur
av at roykja, fær heilin ikki longur
nikotinið, sum hann hevur vant
seg við at fáa, og tað eru tóm pláss
í nervakyknunum, har nikotinið
áður var. Hetta elvir til, at tú fær
abstinensir. Tú følir teg ikki væl,
og tað kennist, sum tú hevur fingið
krím. Tú hevur ongan frið á tær
og hevur ikki bindindi til tað, tú
vanliga fæst við. Tíbetur minka
abstinensirnir, sum tíðin gongur.
Eisini ber til at fáa heilivág, ið inni
heldur nikotin, sum kann hjálpa
tær fyrstu tíðina eftir roykisteðgin.
Nikotin heilivágur
Hesir tilbúningar fáast sum tyggi
gummi, plástur, munnholuspray,
nasapístr, súgvitablettir, innhala
torar og tablettir at leggja undir
tunguna.
Leiðbeining fæst á apotekinum
um, hvør tilbúningur hóskar júst til
tín tørv.
Tá tú brúkar nikotinplástur
verður nikotinið upptikið gjøgnum
húðina. Síðan fer nikotinið í blóðið.
Plástrið skal setast á húðina eina
ferð um dagin, og tað er um morg
unin. Mælt verður til, at húðin
er turr og rein, og at ikki ov nógv
hár eru á økinum. Vanligt er eitt
nú at seta plástrið á mjødnina
ella ovarliga á armin. Plástrið skal
skiftast hvønn dag, og best er, um
tú setur plástrið eitt annað stað á
kroppinum, tá tú skiftir, soleiðis
at húðin ikki verður ørkymlað. Tá
tú brúkar nikotin-plástur, fært
tú eina javna mongd av nikotini
allan dagin. Um hungurin eftir
nikotini ikki verður nøktaður við
plástrinum, ber til at brúka aðrar
tilbúningar saman við plástrinum,
tá hungurin er størstur. Plástrini
finnast í ymiskum styrkjum og
finst bæði sum dag- og samdøgurs
plástur – alt eftir nær trongdin ser
liga er.
Tá tú brúkar nikotin-tyggi
gummi, verður nikotinið upptikið
gjøgnum slímhinnuna í munninum
og fer síðan út í blóðið. Um tú
tyggir á vanligan hátt, verður
alt nikotinið leysgivið í senn, og
trupult verður hjá kroppinum at
upptaka nikotinið, um tú tyggir
uttan íhald. Vandi er eisini fyri, at
tú fer at hista, fær ilt í hálsin, ella
fær ilt í búkin, um ov nógv nikotin
verður leysgivið í senn. Tí skal
nikotin-tyggigummið tyggjast á
ein serligan hátt. Tú skal tyggja
spakuliga, til tú kennir sterka
nikotinsmakkin í munninum. Síðan
leggur tú tyggigummið undir tung
una ella í munnklovan, til sterki
smakkurin er burtur. Síðani kanst
tú aftur tyggja, til sterki smakkurin
aftur kennist í munninum. Og so
skalt tú aftur leggja tyggigummið
í munnklovan ella undir tunguna,
til smakkurin er burtur. Tá tú hev
ur gjørt hetta í einar 20-30 minuttir,
er alt nikotinið farið úr tyggigumm
inum, sum síðan skal tveitast burt
ur.
Nikotin tyggigummi hava ym
iska styrki og finnast við ymiskum
smakkum.
Innhalatorin er eitt rør av
plastikki. Smáir proppar við nikot
ini verða settir í innhalatorin, og so
verður sogið úr á sama hátt, sum tá
tú roykir eina sigarett. Tó verður
nikotinið upptikið gjøgnum slím
hinnuna í munninum í staðin fyri
at fara niður í lunguni. Í einum
proppi er nikotin til 20 minuttir.
Til ber at súgva fleiri ferðir, eins og
tá tú roykir eina sigarett. Til dømis
fýra ferðir við fimm minuttum í
millum.
Nasapístrið er ætlað teimum,
sum roykja nógvar sigarettir dag
liga. Nikotinið verður upptikið
gjøgnum slímhinnuna í nøsini. Tú
tekur eitt pístr eftir tørvi. Tað er
týdningarmikið, at tú ikki svølgir,
meðan
tú
brúkar
nasapístrið.
Fyrstu dagarnar kanst tú kenna
sviða og eyman háls.
Tað er tín avgerð
Tað er alneyðugt at leggja sær í
geyma, at heilivágur ikki einsa
mallur ger, at tú leggur av at
roykja, men at hann saman við fyri
reikingartíðini og tíni avgerð um at
leggja av at roykja kann vera eitt
týdningamikið stig á leiðini.
Hóast tú fær minni nikotin, tá
tú tekur heilivág, enn tá tú roykir,
er tú enn bundin av nikotininum.
Tí verður mælt til, at tú bert brúk
ar heilivágin eina stutta tíð og
helst ikki meira enn tríggjar til 12
mánaðir eftir roykisteðgin - alt
eftir hvønn tilbúning, tú hevur valt
at brúka.
Á heimasíðuni - www.apotek.
fo - er neyvari kunning um, hvussu
tú kanst leggja av at roykja, og her
verður eisini greitt frá ymiskum
øðrum møguleikum enn teimum,
ið her eru nevndir.
Tað ber til at leggja av at roykja uttan heilivág ella aðra hjálp. Men, kanningar vísa, at útlitini fyri, at
roykisteðgurin varir við, eru væl størri, um tú tekur av onkrum tilboði um leiðbeining og stuðul til roykisteðgin
Soleiðis leggur tú av at roykja
HEILSA
Hetta er ein áhugaverd og upplýsandi grein at lesa hjá teimum, sum vilja sleppa av við sigarettina