týsdagur 3. januar 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. januar 2017 · Nr. 2
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hósdagur 5. januar:
Stongd vegna umvæling
Fríggjadagur 6. januar:
Rivjasteik – Biksimatur – Lasanja
Leygardagur 7. januar:
Rullisteik
Mánadagur 9. januar:
Fiskafrikadellur – Bollar í karry
Týsdagur 10. januar:
Svínakambur – Gullash
Mikudagur 11. januar:
Stoktur fiskur – Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
1939
Ítróttasamband Føroyar er farið undir
at umskipa og menna leiðslubygnaðin.
Í hesum sambandi søkir ÍSF eftir einum
aðalskrivara, sum skal hava dagligu
leiðsluna av ÍSF og skal standa á odda
fyri dagligu umsitingini.
Aðalskrivarin vísir til forsetan.
Arbeiðsøkini eru m.a.
• skrivari hjá starvsnevndini og øðrum
nevndum
• ábyrgd av dagligari leiðslu
• útinna avgerðir hjá aðalfundi og
starvsnevnd
• starvsfólkaleiðslu
• ábyrgd av fíggjarætlanum og
dagligum rakstri
• ábyrgd av sponsoravtalum
• ábyrgd av altjóða sambondum
Vit kundu hugsað okkum at aðal
skrivarin hevur hesar førleikar:
• duga væl føroyskt, norðurlendskt og
enskt og møguliga onnur mál
• viðkomandi útbúgving
• leiðsluroyndir frá privatum/
almennum fyritøkum/stovnum
• duga og vera vanur við at
samráðast
Tað er ein fyrimunur at aðalskrivarin
hevur ítróttaligar royndir, kunnleika til
og áhuga fyri ítrótti.
Vit hugsa okkum ein ágrýtnan og
virkis fúsan aðalskrivara, sum hevur
sum fremsta mál framhaldandi at vera
við til at menna ÍSF og føroyska ítrótt
sum heild. Eyga fyri javnvágini millum
úrvals- og breiddarítrótti hevur stóran
týdning.
Vit leggja dent á at viðkomandi hevur
góð samstarvs- og diplomatisk evni,
og viljin at byggja brýr millum ÍSF og
politisku skipaninar má vera í topp.
Áhugi fyri umsiting er neyðugur og
við kom andi skal vera motiveraður
av at finna og kunna skapa nýggjar
arbeiðs hættir millum ymisku
áhugamálini í føroyskum ítrótti.
Løn sambært avtalu.
Vilt tú vita meira um starvið, kann
tú ringja til Elin H. Joensen, forseta
á telefon 222333, ella Jon Hestoy,
vara forseta á telefon 594555. Ella lesið
meira um starvið á www.isf.fo/starv
Skrivlig umsókn kann sendast til;
Ítróttasamband Føroya
Postsmoga 223
FO-110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan „Aðalskrivari“.
ella til starv@isf.fo, í seinasta lagið
9. januar 2017.
Aðalskrivari til ÍSF
Starvslýsing
Ítróttasamband Føroya
Vilmund Jacobsen
Bakkafrost
hevur
selt
smoltstøðina í Svínoy til
Sjúrð Jacobsen. Tað var
upprunaliga pápi hansara,
Bjarni Jacobsen, sum í áttati
árunum bygdi smoltstøðina í
Svínoy.
– Vit flyta smoltvirksemi
í Svínoy til aðrar nýliga út
bygdar støðir í Norðoyggjum
fyri at gera okkara smolt
virksemi munadyggari.
Tað siga tey á Bakkafrost,
sum samstundis fegnast um,
at virksemið á smoltstøðini í
Svínoy kemur at halda fram.
– Vit leggja í stóran mun
dent á at brúka føroyskar
veitarar, har hesir eru kapp
ingarførir. Tí fara vit at
fylgja væl við, hvussu fer at
gangast við verkætlanini at
ala dygdargóð føroysk rogn
kelsi í Svínoy.
Bakkafrost vónar eisini at
fáa í lag framtíðarsamstarv
við nýggja eigaran av smolt
støðini, tí eins og onnur ali
feløg hevur Bakkafrost sjálv
sagt eisini áhuga fyri góðum
reinsifiski móti laksalúsini.
5-7 ársverk
Væntandi er, at tá gongd er
komin á alingina av rogn
kelsum í Svínoy, verða eini
5-7 ársverk á støðini.
Norðlýsið hevur skift orð
við Sjúrð Jacobsen, og hann
dylur ikki fyri, at hugurin
at ala líkasum liggur í blóð
inum.
– Pápi mín bygdi smolt
støðina og setti alt í sving
í Svínoy. Men, í dag krevst
nógv meira til at ala smolt,
tí smoltini skulu vera nógv
longri á landi. Soleiðis krevj
ast eisini nógv størri íløgur
til smoltaling, sigur Sjúrður
Jacobsen.
Tá hann var í Íslandi í
arbeiðsørindum í fjør summ
ar, hugdi Sjúrður eisini eftir
einari alistøð har yvir, sum
aldi rognkelsi.
– Tá sá eg, at alistøðin í
Svínoy væl kann brúkast
til slíka aling, sigur Sjúrður
Jacobsen við Norðlýsið.
Sjálvur býr Sjúrður í
Havn, men hann flytur út
aftur til Svínoyar so skjótt,
sum loyvini eru komin upp á
pláss, og alivirksemið byrjar.
Svínoyingar fara at ala rognkelsi
Sjúrður Jacobsen fer at flyta úr Havn til
Svínoyar at ala rognkelsi á smoltstøðini,
sum hann hevur keypt frá Bakkafrost
Ætlanin er nú at ala rognkelsi sum reinsifisk á smoltstøðini í Svínoy
Tað var pápi Sjúrð Jacobsen, sum upprunaliga
bygdi smoltstøðina í Svínoy
Mynd: Norðlýsið
ALING