Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. januar 2017 · Nr. 2 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn Vit sóknast eftir løgfrøðingi at byrja 1. febru- ar 2017 ella eftir nærri avtalu. Um okkum Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá 9 kærunevndum, umframt Høvuðsbarnavern- darnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Okkara arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum og gera nevndunum tilmæli um avgerð. Arbeiðsuppgávur Uppgávur okkara fevna víða, so møguleiki er fyri at royna seg á ymsum økjum. Fremst av øllum sóknast vit tó eftir onkrum at standa fyri fyrireikingini av teimum málum, sum skulu leggjast fyri Skatta- og avgjaldskæru- nevndina og Vinnukærunevndina. Um teg • Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur. • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni. • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá ástendur. • Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu. Vit bjóða • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv. • Góðar møguleikar fyri fakligari menning. • Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løg- frøðingafelag Føroya. Meiri at vita Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.kaerustovnur.fo. Eru spur- ningar, ert tú vælkomin at ringja til Beintu Festirstein, settan stjóra á tlf. 320585. Umsóknir Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til Føroya Kærustovn Postrúm 45 110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. januar 2017. Møguligt er eisini at senda umsóknina til kaerustovnur@kaerustovnur.fo Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni. Stovnurin fyrireikar kærumál til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Studna, Kærunevndina í Lendismálum, Vinnukærunevndina, Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, Fjølmiðlanevndina, Kærunevndina hjá Barsilsskipanini og Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisski- panini. Harumframt er Kærustovnurin skrivstova hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Á stovninum starvast í løtuni 9 fólk, stjórin, fimm løgfrøðingar og trý skrivstovufólk. FØROYA KÆRUSTOVNUR Undir Hornabakka Postsmoga 45 Fo-110 Tórshavn Tel:+298 320 585 kaerustovnur@kaerustovnur.fo www.kaerustovnur.fo Um Almannaverkið Fleiri enn 850 starvsfólk úr 15 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Eind 9 veitir virknistænastur til borgarar við fjølbreki og menningartarni. Við virknistænastu er at skilja tilboð frá Almannaverkinum, sum á vardum verkstaði og verkhúsi er skipað sum virknisvenjing undir vardum umstøðum, fyri teir borgarar, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum. Arbeiðsøki er: Ein leiðari, sum saman við eindarleiðaranum, í høvuðsheitum fer at leiða Verkhúsið Virkni og Dagtilhaldið Ternulág í Tórshavn. Á Virkni og Ternulág arbeiða 22 starvsfólk, sum veita tænastu til umleið 45 borgarar. Í eindini starvast tilsamans 80 starvsfólk, sum veita tænastu til á leið 160 borgarar. Arbeiðsuppgávur Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum, mynda eindina, leiða og ganga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning. Í gerandisdegnum merkir tað, at borgararnir fáa eina námsfrøðiliga tænastu á høgum støði, samstundis sum starvsfólkið fær eitt spennandi og áhugavert arbeiðspláss. Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum leiða partar av virkseminum, sum er í Tórshavn, og skipa eindina soleiðis, at virksemið verður gagnnýtt so skynsamt sum gjørligt. Tað er umráðandi at leggja dent á gott samskifti við borgarar, avvarðandi, starvsfólk, leiðslu og aðrar myndugleikar. Eitt samskifti bygt á javnvirði og gjøgnumskygni. Í starvinum fært tú møguleika at samstarva og leiða dugnalig og eldhugað starvsfólk og saman við teimum røkka settum málum, umframt møguleika at seta tíni fingramerki á eitt spennandi og mennandi arbeiðspláss, har starvsfólk brenna fyri sínum arbeiði og eru framtakshugað. Talan er um eitt spennandi starvsøki við fjølbroyttum avbjóðingum og lívsjáttandi starvsfólkum og borgarum. Um starvið At vera leiðari í Eind 9 í Tórshavn, sum er skipað við eindarleiðara og tveimum leiðarum. Leiðararnir vísa til eindarleiðaran. Starvið er fulltíðarstarv og verður sett 1. februar 2017 ella eftir nærri avtalu. Møguligar broytingar í starvinum kunnu verða. Førleikar Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving. Leiðsluútbúgving, royndir við starvsfólkaleiðslu, kunnleiki til og royndir við borgarum við menningartarni/ fjølbreki kunnu vera ein fyrimunur. Væntanir til umsøkjara At týdningurin av góðu tænastuni til borgaran er eyðsýndur í rætta umsøkjaranum, sum leggur dent á javnvirði og trivnað. Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin áhaldandi mennir sínar fakligu førleikar. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í eind 9. Starvið er flokkað í lønarflokki 32 í lønartalvuni fyri Tænastumenn landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanartreytir annars eru sum fyri sáttmálasett, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið. Um viðkomandi, ið settur verður, frammanundan er tænastumaður innan økið, er tó møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum at prógvum, c.v. og øðrum upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerk: ”Umsókn leiðari Eind 9”. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16.01.2017 kl. 12.00. LEIÐARI TIL SERØKIÐ Í TÓRSHAVN - VERKHÚSIÐ VIRKNI Í samband við at styrkt verður um leiðsluna í Eind 9 søkir Almannaverkið eftir einum ágrýtnum, tænastuhugaðum og kveikjandi leiðara.