Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. januar 2017 · Nr. 2 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansi, sum í ár verður leygarkvøldið tann 7. januar. Sum vant dansa vit í Sjónleikarahúsinum, byrjað verður kl. 22. Smurt breyð, kaffi og te og smákøkur verða at fáa út á náttina. Tað vísir seg, at hesin dansurin er blivin ein traditión hjá nógvum, fleiri meina, at hann minnir nógv um góða gamla navigatiónsdansin:) Barnadansurin hjá Tøkum Lætt byrjar aftur sunnukvøldið 8. januar kl. 19, øll eru vælkomin. Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum tann 25. mars 2017 Skráin fyri fundin er sambært lógum felagsins og sæst á heimasíðuni www.pedagogfelag.fo fyrst í februar 2017. Uppskot til aðalfundin §8, 4. stk. Ynskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskotið latast nevndini við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1.februar 2017. Sama er galdandi fyri uppskot um ásetan av limagjaldi. Uppskot skulu sendast til: Føroya Pedagogfelag Tungugøta 1 100 Tórshavn pedagog@pedagogfelag.fo Nærri kunning kemur á heimasíðu felagsins. Nevndin Leiðari til Frítíðarskúlan við Stórá Eitt farloyvisstarv sum leiðari á Frítíðarskúlanum við Stórá í Rituvík er leyst at søkja. Starvið er full tíðar­ starv og starvstíðin er frá 1. februar 2017 til 1. feb­ ruar 2018. Ftítíðarskúlin veitir frítíðartilboð til forskúlabørn og børn úr 1. og 2. flokki. Í løtuni ganga 83 børn í frítíðarskúlanum. Leiðarin hevur fakligu, fíggjarligu og fyri­ sitingarligu ábyrgdina av stovninum og skal: • leiða og skapa samstarv millum starvsfólk og við foreldur • virka fyri einum góðum og tryggum barnaumhvørvi • skapa dygd og námsfrøðiliga menning • stýra neyvt fíggjarliga • fyrisita væl á sínum ábyrgdarøkið • samstarva við kommunalu umsitingina, við aðrar leiðarar innan barnaansingina og við aðrar viðkomandi stovnar Førleikakrøv • Námsfrøðingur • Fyrimunur er um umsøkjarin hevur viðkomandi víðariútbúgving og royndir við starvsfólkaleiðslu • Góðan munnligan og skrivligan málførleika • Hollan telduførleika Persónligir eginleikar • Opin og fyrikomandi • Evni at eggja og ganga undan • Vera málsøkin og nýhugsandi Setanarviðurskifti sambært sáttmála millum við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið. Starvið verður lønt í stigunum 24­30. Starvið verður at seta 1. februar 2017, ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jákup Foldbo, leiðara á Sosialu deild á tlf. 237095 Umsókn, saman við prógvi, mynd og møguligum viðmælum, skal verða innkomin í seinasta lagi 20. januar 2017. Søk starvið umvegis leinkju á heimasíðu okkara www.runavik.fo/Leys størv Runavíkar kommuna Heiðavegur 26 Postrúm 139 FO­600 Saltangará runavik@runavik.fo Bandagistur og ortopædiskur skómakari Bandagistur og ortopæd. skómakari frá SAHVA, verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 16. 17. og 18 jan. 2017. Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 45 45, mánadag og týsdag kl. 10 - 12 , í seinasta lagi týsdagin 10. jan. 2017, ella senda email til fysioterapi@ks.fo Klaksvíkar Sjúkrahús Klaksvíkar Sjúkrahús FO-700 Klaksvík Sosialurin 341800 Býli í Føroyum Íbúð/hús søkist í meginøkinum – Torshavn, kollafjord, sundalagi, til eitt fólk. 224910 Kamar tætt miðbýnum í Havn til leigu! Kamarið er ikki so stórt, men saman við 3 monnum deilir tú stóra stovu, grov/køk, vaskikj., wc og bað. 2500 kr. 1 mðr. depositum til friðarligan mann. 287580/517580 Ymiskt Garaga á Argjum til leigu! Góðar 20 m2 stór 1500 kr/mð. 287580/517580 LÝSINGARTORGIÐ 60 ára føðingardagur Leygardagin 14. januar kl 13.00 haldi eg føðingardag í Skótahúsinum við Løkin í Runavík. Tað hevði glett meg at sæð familju, vinir og kenningar hendan dagin. Vinarliga Anni Joensen 75 ára føðingardagur Hósdagin 5. januar verður Hilmar Johannesen 75 ár. Familja, vinir og kenn­ingar eru vælkomin til ein betri bita millum kl. 14 og 19 í hús­ unum hjá Starvsmanna­fe­ lagnum, J. H. Schrød­ersgøta 9. Brúdleyp Fríggjadagin 6. januar kl. 15 giftast í Dómkirkjuni Olivia Due Sørensen og Bárður Christiansen. Veitsla verður hildin fyri innbodnum. Brúdleyp Leygardagin 7. januar 2017 giftast Harald Hammer og Helga Bára Mohr Vang. Vígsl­an verður kl.15.00 í Ólavs­kirkjuni í Kirkjubø, og aftaná verður veitsla fyri inn­bodnum. Brúðarhús verð­ ur í heiminum 8. januar, frá kl 17, har øll eru hjartaliga væl­ komin. MERKISDAGAR