Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017 SOSIALURIN 3 4 Tá ið íslendingar frættu um ódnirnar, sum herjaðu klettarnar um jóltíðir, vóru teir skjótir á avtrekkjaranum við ynskinum um at stuðla. Ein privat innsavning varð sett á stovn, sum hevði til endamáls at heita á íslendingar, um at lata eitt oyra til føroyingar. Samstundis hevur íslendska stjórnin vent sær til landsstýrið við tilboðið um fíggjarligan stuðul. Tað er hetta seinna tilboðið, sum føroyingar hava takkað nei til, men privata innsavningin er vælkomin. Orsøkin til stóra íslendska hjálpsemi er, at mangir av stigtakarunum sjálvir hava verið raktir av náttúru tengdum kreppum áður, har teir hava móttikið stuðul úr Føroyum. Og samstundis eru fleiri teirra, sum nú standa á odda fyri innsavningini, kendir sum Føroya vinir og hava verið ein hollur stuðul fyri føroyingar, tá ið á hevur staðið. – Íslendingar vilja sera fegnir stuðla før­ oyingur, sigur Petur Petersen, føroyskur sendimaður í Reykjavík. Hann vísir á, at hetta málið hevur fylt sera nógv í Íslandi av somu orsøk, og sum skilst hevur innsavningin longu skaffað nakað av peningi til føroyingar. - Tónin her er, at íslendingar hava sjálvir merkt, hvussu vinarlagið úr Føroyum kann hjálpa teimum, og nú vilja teir geva aftur, sigur Petur Petersen. – Í miðlunum hava summi sagt, at føroyingar og íslendingar eru ikki einans frændur, teir eru brøður og systrar, sigur Petur Petersen. Hann hevur verið á fundi við privata innsavningarbólkin og sum skilst er ætlan teirra, at peningurin skal fara til at stuðla bjargingafeløgum í Føroyum, so at hesi kunnu vera trygg, menna førleikar og útgerð framyvir. Her heima er tað fallið mongum fyri bróstið, at landsstýrið takkaði nei til tilboð um fíggjarligan stuðul úr Íslandi. Men Petur Petersen sigur, at bland er komið í privatu innsavningina og almenna fyrispurningin um stuðul, men at íslendingar ikki hava misskilt støðuna. – Landsstýrið hevur takkað nei til al­ mennan stuðul, men privata innsavningin er vælkomin. Tað vita íslendingar og tí hevur eingin tikið boðini úr Føroyum illa upp, sigur Petur Petersen, sendimaður í Reykja­vík. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 10-15 m/s 7-12 m/s 5-10 m/s Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt regn- ella vátaslettingsæl. Hitin millm 3 og 7 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum lækkar í ein sunnan og útsynningi og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin sólglottar, men seinni dregur samanum. Mánanáttina lækkar hann í ein sunnan og øtlar í strúk í vindi til skrið, 13 til 18 m/s, og tað fer at regna. Hitin millum 4 og 8 stig. Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 7 til 12 m/s, sum um náttina hækkar í ein vestan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og um kvøldið stundum regn, seinni klárar í og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig. 5-10 m/s 13-18 m/s 10-15 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Mítt 2017 nýggjárslyftið er at fáa eitt betri sjálvsálit, men eg trúgvi einki uppá at eg klári tað Nýggja býráðssamgongan í Havn fekk av álvara sína sak fyri, tá ið Bergun Kass, Framsókn, ró uppundir brúkaragjøld á eldraøkinum. Tað vísti seg tó í rættleiðing frá bæði Bergun sjálvari og býráðssamgonguni við, at hetta var heldur misskilt. Um orðið sigur Sprotin: gjald sum brúkari rindar fyri tænastu (og ikki tað almenna), í uppskotinum stendur, at pensjónistar skuldu rinda brúkaragjald fyri heimahjálp Íslendingar eru farnir at savna inn til føroyingar, nú ódnir hava herjað klettarnar um jóltíðir Havnin fær sítt fyrsta uppisjóðarskip við navninum Hoyvík. Hotel Hafnia hevur keypt bygningin undir liðini á hotellinum Nýggja samgongan í Havn kom í and­ glettin, tá ið boðað varð frá møguligum brúkaragjøldum á eldraøkið. Tað vísti seg tó, at hetta var misskilt. Ein gátuførur ringur varð funnin á Velbastað í vikuni Stormur herjar Danmark í hesum døgum, og orsaka av vatnstandinum er støðan hættislig. »Brúkaragjøld« Íslendingar vilja so gjarna hjálpa føroyingum MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt duputkømur vera á nýggja hotellinum á Hálsi 68 MANGT OG HVAT Visti tú? Realønin lækkaði eitt prosent á nýggjárinum Sæð á Facebook: Ikki so galið við tónleiki í útvarpinum, men tá tey spæla fleiri løg samstundis, kann tað blíva eitt sindur for stuttligt.