hósdagur 5. januar 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
32
MYND: HEINESEN MYNDIR
Í
samband við at Eivør inn
spælir nýggja liveplátu verða
konsertir á skránni. Hesar
verða í Sjónleikarhúsinum í
Havn, fríggjakvøldið 6. januar og
leygarkvøldið 7. januar. Vegna sera
góða undirtøku, verður nú skipað
fyri eykakonserst sunnukvøldi 8.
januar klokkan 20.
Eivør fer saman við bólki sínum,
ið er mannaður við Høgna Lisberg
og Mikael Blak, at spæla løg av
seinastu útgávum hennara Slør,
Bridges og Room. Marius Ziska
og Allan Tausen eru serligir gestir
á hesum konsertum, har teir fara
at framføra nøkur av sínum egnu
løgum umframt syngja teir við í
nøkrum av løgunum hjá Eivør.
32
BAKSÍÐAN
G
ott nýggjár. Nei, góða ný
skipan.
Endiliga, endiliga, lok
sins slepti hasin fjandans
desember takinum.
Nú er annar mánaður og annað ár.
Haldi tey skarpan, sum siga, at jólini
vara til páska, og at í dag er trettandi
dagur jóla.
Nú er nóg mikið við hasum jólun
um.
Nýggjár og lyfti. Eg havi einki. Tað
ber til dømis illa til at lova at gevast at
drekka, tí so ber ikki til at javna nýggj
ársdag.
Eitt nýggjárslyfti er sum eitt
vallyfti. Tað verður givið í
ovfarakæti, einari jubilløtu, og
síðani gloymt.
Men eg lovi tó at vera
góður við føroyska málið.
Tað eri eg hvørt ár, so tað er
ikki nakað lyfti sum so, men
veruleiki. Og lætt lyfti at
røkja.
Føroyska málið er
livandi.
Tað er ikki eitt fornminnis
savn. Tað gerst ríkari hvønn dag, eisini
teir 31 í desember. Tað flytur seg, sum
tey siga.
Nøkur dømi um livandi málið.
Tað, sum nu eitur stormur,
plagdu vit fyrr at kalla ódn.
Samgonga í einum
býráði var fyrr meiri
luti.
Tað, sum nú eitur stráfóður, kallaðu
vit hoyggj.
Tað, tey nú kalla at framleiða
stráfóður, kallaðu vit at hoyggja.
Nú slakta tey fisk. Fyrr kruvdu vit
fisk.
Nú verður alt framleitt. Fyrr varð
tað gjørt. Nú framleiðir ein bóndi
mjólk. Tað er ikki longur kúgvin, sum
mjólkar.
Eitt annað framstig í málinum er,
at tað er ikki so avgjørt longur. Fyrr
vóru setningarnir stuttir og ikki minst
greiðir. Nú er ein trygdarventilur
komin uppí, nú er einki so avgjørt.
Pláss er fyri iva og fleiri tulkingum.
Nú endar hvør setningur við orðunum:
”ella sórit nakað har.” Tá ber altíð til
hjá øðrum at gita, hvat ”sórit nakað
har” kanska er.
Málið er livandi, ikki steindeytt
sum vit, sum eru góð við málið.
Vit eru konservativ og málfasistar,
tí okkum dámar ikki, at ð er húsvilt
ella horvið, at eingin stílur longur
er í málinum. Okkum dámar ikki,
at føroyskt, sum er bendingarmál,
ikki verður bent. Danskt er ikki
bendingarmál, og tí....ja, tað sigur seg
sjálvt.
Mál. At stava ella benda trý orð
rætt sama dagin er hattrick.
Vit, sum vísa á og ivast, eru rasistar
og fasistar. Sama ger, nógv er verri enn
tað.
Nýggjárstrøllini fara at vakna so
við og við við tímburmonnum. Tey
ballast óført á nýggjárinum, tí enn
eitt ár fór, uttan at tey vórðu køvd og
avhøvdað. Tey fingu eitt ár, minst eitt
ár, afturat til at lata øll bíða. Tey eru
bara fitt, nýggjárstrøllini. Ting taka
tíð, langa tíð.
Orðið nýskipan, sum er vorðið eldri
enn gamalt, verður eisini ársins orð í
2017.
Í Føroyum hava øll, sum hava
aldurin til tess, bil. Tey hava bil, tí tey
hava børn, siga tey. Børn kunnu ikki
ganga.
Eg havi eitt annað svar, sum líkist
hinum. Vaksin kunnu heldur ikki
ganga. Tá stormur og regn ikki eru,
er so hált, at noyðist tú at ganga frá Á
til Ð, er kjansurin fimmti-fimmti fyri,
at tú kemur heilur fram til Ð. Og tann
sami, tá tú skalt frá Ð aftur til Á.
2017. Vit koma longri fram á leiðini,
sama hvør kósin er, ella um eingin
kós er. Sama, hvussu hált er, og sama,
hvussu nógvar metrar oman fyri 30,
vindurin er.
Vit koma víðari í 2017, siga tey
bjartskygdu. Eg eri ikki ein teirra. Eg
eri realistur.
ST fara framvegis at billa fólki inn,
at felagsskapurin ger mun. Tey, sum
skulu eitast at eiga hendan munin,
yppa øksl, eru tey før fyri tí kropsliga.
Annars yppa tey øksl í huganum,
innantanna. Sameindu tjóðir, eg meini
tað.
Árið er ein tilgongd og ein nýggj
støða. Tí taka vit árið harfrá.
Og kanska verður 2017 árið, tá
kjakið um føroyska filmslist verður
um filmslist og ikki sum higartil bara
um pengar.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Gamla orðið nýskipan
Eivør konsertir í Sjónleikarhúsinum um vikuskiftið