Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 2 • 9. JANUAR 2017 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Gunnar Nielsen: Reykjavík hevur alt Seinastu gott og væl tvey árini hevur føroyski landsliðsmálverjin í fótbólti, Gunnar Nielsen, búð í Íslandi, har hann spælir fótbólt við íslendska meistaraliðnum FH av Hafnarfirði. Men Ísland hevur ongantíð verið fremmant fyri føroyska landsliðsmálverjan, tí mamma hansara er íslendsk, so hann hevur altíð vitjað nógv í grannalandinum fyri vestan N ógv at velja millum – Nú havi eg verið her í gott og væl tvey ár, og eg kann bara staðfesta, at tú noyðist ikki at keða teg, tá ið tú ert í Íslandi. Sum barn ferðaðist eg nógv í Íslandi, men nú, tá ið eg búgvi her, upplivi eg nøkur heilt onnur ting, greiðir Gunnar Nielsen. Sjálvur eiga hann og konan Kristina tveir synir, og teimum dám­ar ómetaliga væl at vitja mongu svimji­ hallirnar og heitu pottarnir kring alt Ísland. – Her eru svimjihallir og heitir pottar á hvørjum vegahorni, og tað er nakað, sum børnini elska. Í Íslandi hava eisini allar svimjihallarnar rutsji­ banar og alt møguligt til børn­ini, so tað er ein sikkur vinnari hjá barna­ familjunum, sigur Gunnar Nielsen. Sjálvur býr Gunnar Nielsen í Kópa­ vági saman við familjuni og bara har í býnum eru tvær svimjihallir umframt nógvir heitir pottar. – Fyrr var tað serliga Bláa Lónið, sum var so ómetaliga væl umtókt, men tað er tað ikki á sama hátt longur millum íslendingar. Í dag er tað í nógv størstan mun ferðafólk, sum vitja í Bláa Lóninum, og har er altíð fult í fólk, og ofta noyðist tú at bíleggja tær tíð frammanundan, greiðir føroyski landsliðsmálverjin frá. Hann sigur, at av somu orsøk velja íslendingar fyrst og fremst onnur støð við heitum pottum, og úrvalið er stórt, og góðskan er góð. Nógv góð matarstøð Men Ísland er so nógv annað enn bara heitir pottar og svimjihyljar, og eitt nú innan matstovuøkið er stór menning farin fram seinnu árini. – Tað eru óteljandi góðar mat­ stov­ur bæði í Reykjavík og kring Ísland annars. Í Reykjavík eru tað eitt nú Grillmarknaðurin og Fiska­markn­ aðurin, sum eru tvey ógvuliga væl vitjað støð, men so eru eisini onnur støð, eitt nú Tapas-barrin, sum er ein matstova, har tú fært Tapas við smáum íslendskum rættum, eitt nú hvalakjøti, sigur Gunnar Nielsen. Landsliðsmálverjin hevur somu­ leiðis verið við synunum á vitjan á ein­ um rættiliga nýggjum savni í Reykja­ vík, sum kallast Hvalasafnið. – Tað er eitt nýtt stað, har tey hava framsýning av hvalum í veruligari stødd, og tú sært, hvussu nógv ymsu hvalarnir eta um dagin og nógv annað forvitnisligt. Tað er eitt ótrúliga spenn­andi stað fyri bæði børn og vaks­in, sigur Gunnar Nielsen. Øðrvísi enn eitt nú Keypmannahavn Sjálvur heldur Gunnar Nielsen, sum eisini hevur búð eitt nú í Keyp­manna­ havn, at íslendski høvuðsstaðurin Reykjavík og Ísland annars er rætti­ liga nógv øðrvísi enn til dømis Keyp­ mannahavn og norðurlond annars. – Reykjavík og Ísland er rættiliga nógv merkt av amerikanska lívsstílin­ um og amerikanska mótanum. Tí kann tað eisini vera rættiliga forvitnisligt at vitja í Íslandi. Her er alt, og tú finnur altíð okkurt, sum er opið, allar tímar á degnum, sigur hann. Spurdur um hann hevur eitt sein­ asta stað, sum hann vil viðmæla føroyingum at vitja, um tey til dømis koma ein vikuskiftistúr til Íslands, sigur føroyski landsliðsmálverjin við einum skeivum smíli, at tað hevur hann. – Tey er altíð vert at fara ein túr til Hafnarfjarðar at síggja íslendska meistaraliðið spæla við einum før­ oyingi í málinum. Gunnar viðmælir trý støð at vitja: 1. KOL Restaurant Skólavørðustígur 40 101 Reykjavík 2. Hvalasafnið Fiskislóð 23-25 101 Reykjavík 3. Tapas Barinn Vesturgata 3b 101 Reykjavík Reykjavík hevur alt, sigur føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, sum hevur búð í Íslandi seinastu gott og væl tvey árini Hallgrímskirkjan í Reykjavík