mánadagur 9. januar 2017síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 2 • 9. JANUAR 2017
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Føroyskt Disney í Bónus
Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður tilfar frá risastóru Disney fyritøkuni at fáa á føroyskum máli, tá ið Bónus frá í
dag at rokna fer at lata kort við Disney-figurum ókeypis til viðskiftafólk, sum keypa fyri fleiri enn 100 krónur
D
isney fyritøkan er ein av heim
sins størstu og kendastu fyri
tøkum, og tað er ikki bara sum
at siga tað at fáa eitt samstarv í slag
við eina slíka fyritøku. Men eftir eina
tilgongd uppá umleið hálvtannað ár
hevur tað eydnast SMS-samtakinum
at fáa eitt samstarv í lag, soleiðis at
man nú á fyrsta sinni fer at síggja
Disney-tilfar á føroyskum máli við
góðkenning frá sjálvari Disney-fyri
tøkuni. Tó skal leggjast afturat, at
Disney-bøkur áður eru týddar til før
oyskt.
Kort, bók og plakat
Átakið fevnir um, at man hevur fram
leitt 72 ymisk Disney-kort við mynd
um av ymsum Disney-figurum. Somu
leiðis er gjørd ein plakat við teimum
72 figurunum á, og eisini er ein ser
støk bók framleidd, har man kann
goyma kortini og gera ymiskar aðrar
uppgávur.
Alt tilfarið er á føroyskum, og tað
hevur havt stóran týdning fyri SMS-
samtakið, at tilfarið er á føroyskum.
Leisturin í átakinum er hann, at fyri
hvørjar 100 krónur, sum tú keypir fyri
í Bónus, fært tú útflýggjað ein pakka
við fýra kortum í. Harumframt kanst
tú keypa eina bók at savna kortini í, og
eisini kunnu eyka pakkar við serligum
kortum keypast fyri seg.
Alt er á føroyskum
Hjá SMS-samtakinum er tað týdning
armikið, at man røkkur út um alt
landið, tá ið man fer undir eitt slíkt
átak, ið er rættað til børnini, og júst
tí hevur man valt at brúka Bónus-
handlarnar kring landið til átakið.
Bónus-handlar eru kring alt landið í
mun til eitt nú Mylnuna og Miklagarð,
sum SMS eisini eigur.
Átakið fevnir somuleiðis um,
at man á heimasíðuni hjá Bónus,
www.bonus.fo, kann man taka lut í
ymiskum kappingum við góðum vinn
ingum, og høvuðsvinningurin er ein
ferð til EuroDisney í París.
Alt føroyska Disney-tilfarið verður
at síggja í Bónus-handlunum kring
landið frá í dag mánadagin.