Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 2 • 9. JANUAR 2017 10 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Tað eru júst 20 ár síðan, at væl­umtókti countrybólkurin, »Bellamy Brothers«, vóru í Før­oyum á fyrsta sinni. Og í 2017 koma teir so aftur til Føroyar við bólki at spæla til dans uppi í Høllini á Hálsi tann 4. februar. B ellamy Brothers fullu fullkomu­ liga fyri Føroyum, tá teir á fyrsta sinni vóru her í 1997. Síðani tá hava teir verið her regluliga og spælt til dans fyri føroyingum fyri fullari høll hvørja ferð. Og teir vóna, at tað verður soleiðis hesaferð eisini. Teir siga, at eftir sum at tað eru 20 ár síðan, at teir vóru her fyrstu ferð, so fara teir at spæla allar teir allar­ kendastu sangirnar, sum teir hava. Millum annað kunnu nevnast: "Let Your Love Flow", If I Said You Have A Beautiful Body", "Old Hippie", "Some Broken Hearts", "Sugar Daddy", "Feelin' The Feelin", "I Need More Of You", "Redneck Girl" og nógvar aðrar kendar sangir. »Bellamy Brothers« eru sera væl umtóktir í Norðurlondum og í Europa. Og eru teir fleiri ferðir um árið her á leiðum og spæla fyri full­um húsum ymsastaðni. Størsti country­ festivalurin í Europa er í Sveits, og eru teir fast har og spæla á hvørjum ári. Eisini spæla teir til fleiri country­ festivalar í Norðurlondum. Og verða teir sera væl móttiknir alla staðni har teir spæla. Teira sera fryntligu beiggjarnir Howard og David siga, at teir gleða seg sera nógv at koma hendanvegin saman við teirra sera væl saman­ spælandi bólki. Og vóna teir at spæla fyri nógvum fólkum. Eisini verður sera vælumtókti vág­ bingurin Hans Jacob Hjelm við bólki á palli hetta kvøldið. So tað verður góður tónleikur fyri allar pengarnar, siga fyrireikararnir. Bellamy Brothers koma aftur til Føroya Arbeitt við lastbilum alt sítt vaksna lív N ú um árskiftið gavst Hilmar Joen­sen verkførari á last­bila­ verk­staðnum hjá Berg Motors á Hálsi í Havn. Hilmar er føddur og uppvaksin í Fuglafirði, har hann eisini gekk í skúla. Fyrsta arbeiðið var sum ørindadrongur hjá Keypsamtøkuni í Fuglafirði. Hann lærdi á Skála Skipasmiðju til maskin­ smið og síðan hevur hann búð á Skála. Hann hevur arbeitt við lastbilum so gott sum alt sítt vaksna lív. Í 1969 yvirtók Hilmar saman við Kára Olsen á Skála renovatiónina í Suðureysturoy. Teir bygdu m.a. ein bygning á Skála til sítt virksemi. Samstundis sum Hilmar arbeiddi við renovatiónini, byrjaði hann í 1974 at arbeiða á bilverkstaðnum hjá Rósing Rasmussen í Runavík. Har ar­beiddi Hilmar mest við Scania last­ bilum. Tá IRF yvirtók renovatiónina í Eystur­oy, kom Hillmar í starv hjá Berg Motors í Havn fyrst í 90-unum. Síðan hevur hann arbeitt har. Flestu árini á Scania verkstaðnum. Hilmar sigur, at nú hann er 69 ára gamal hevur hann tikið avgerð um at gevast. – Mær hevur dámt sera væl at arbeitt við stórum bilum, men tað krevur nógv at fylgja við í tøkniligu avbjóðingunum. Spurdur um hvat hann fer at takast við, sigur Hilmar at tað fer nokk at ganga. – Konan er eisini pensionerað, og vit eiga fýra børn, sum hava egin hús, so har verður altíð okkurt at takast við.