mánadagur 9. januar 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 2 • 9. JANUAR 2017
12
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
S
notuliga skúlaskipið í Klaksvík -
Dragin - hevur sína serligu søgu.
Í hesari greinini skulu vit ikki
fara aftur til ta tíðina, tá skipið var í
vinnu og var ein partur av føroyska
fiskiskipaflotanum.
Søgan, sum vit skulu siga hesaferð,
byrjar í 1992, tá Hans Eli Hansen,
sjómansskúlalærari í Klaksvík, keypti
Dragan frá Grímuri Lassen fyri eina
20 krónu.
– Sum sjómansskúlalærari, sum
undirvísti í sjómanslæru, helt eg tað
ikki vera serliga áhugavert bara at
sita inni í einari skúlastovu og práta
og tekna upp á eina talvu.
Tað sigur Hans Eli Hansen, sum
sjálvur hevði tikið dugnaskapsroynd
í sigling.
– Ein dagin sigur sonur Grím
Lassen, sum var ein av næmingunum
í flokkinum, at pápin nú ætlaði sær
at søkkja Dragan. Skipið hevði fingið
upphøggingarstuðul og lá næstan
søkklaðið við bryggju í Klaksvík.
Hans Eli Hansen sigur, at hann
henda dagin í skúlanum bað sonin hjá
Grímuri Lassen spyrja, um hann vildi
selja Dragan.
Jú, tað var gamaní.
Og Hans Eli Hansen greiðir soleiðis
frá:
– Eg hevði eina 20 krónu í lumm
anum, fann mær ein brævbjálva og
skrivaði niður eina sølu/ keypsavtalu
og legði 20 krónuna í brævbjálvan. Tá
drongurin dagin eftir kom aftur við
brævbjálvanum, hevði Grímur Lassen
skrivað undir.
Stovnaðu stuðlafelag
Hans Eli Hansen sigur, at tá keypið
varð komið upp á pláss, fann hann
nakrar menn, sum hann hugsaði
høvdu áhuga fyri at seta skipið í
stand.
– Vit vóru einir 10 mans, sum
skipaðu ein grunn, og tá seldi eg
Dragan aftur til grunnin fyri eina 10
krónu. Flestu av monnunum vóru
fakmenn av ymiskum slag, og eg
kann siga, at eingin av okkum misti
nakrantíð hugin.
Og Hans Eli Hansen heldur seg
eisini vita, hví hugurin ongantíð fór
hesi 10 árini tað tók at seta skipið í
stand.
– Vit bíløgdu beinanvegin átta
stræstammur úr Danmark til mastrar
og annað, sum vit skulu brúka fyri
rigga skipið til seglskip. Hin størsta
træstamman var einar 20 metrar
long. Tá træstammurnar vóru komnar,
og onkur spurdi, hvat vit skuldu
brúka tær til, søgdu vit, at hetta vóru
mastrar og annað til Dragan.
Hans Eli Hansen sigur, at teir
funnu fram tekningar til mastrarnar,
tí hetta var eftir teirra tykki ikki hin
lættasta uppgávan.
– Eg kann siga, at vit líka sum
byrjaðu við tí torførasta fyrst, og tá
mastrar og annað var liðugt, kundu
vit ikki tillláta okkum, at skipið ikki
eisini bleiv liðugt. Hetta var á ein hátt
psykologiska drívmegin aftan fyri
verkið, sigur hann brosandi.
Han Eli Hansen sigur, at allar
stúttir, dekk og lúnningur varð gjørt
av nýggjum, og tá samanum kom var
bara skrokkurin eftir.
– Vit ivaðust eina tíð í dekkinum,
men hugsaðu, at tað hevði verið skeivt
at innrætta skipið undir dekkinum,
um tað kanska fór at leka niður, tá
innrættingararbeiðið var liðugt. Tí
varð eisini dekkið skift, áðrenn vit byrj
aðu at innrætta, leggur hann aftrat.
Náddu á mál
Dragin lá á sjónum øll árini, meðan
arbeitt varð upp á skipið, og einaferð
um árið var skipið á beding.
– Vit høvdu pressending oman
yvir alt skipið, og vit arbeiddu fast
mánakvøld, mikukvøld og leygardag,
tá tað lá fyri. Hetta virkaði sum eitt
slag av kvøldskúla. Arbeiðið var
sjálvboðið, og allir møttu upp at kalla
hvørja ferð. Vit sóu skjótt, at tað gekk
rætta vegin. Menn vóru spentir, og
hóast nógv var at fara um, var hugurin
góður, og vit náddu á mál.
Í 2003 var tíggju áralanga arbeiðið
liðugt, og Dragin lá nú púra klárur við
bryggju í Klaksvík við siglingarloyvi -
og ongari skuld.
Dragin varð keyptur
fyri eina 20 krónu
Tað var Hans Eli Hansen, sum í 1992 keypti Dragan frá Grímuri Lassen fyri eina 20
krónu og seldi hann aftur til stuðlafelagið Dragan fyri eina 10 krónu
Soleiðis sá skipið út nakað eftir, at teir vóru byrjaðir at seta Dragan í stand í 1993
Dragin er eitt sera snøgt skip – og eitt ógvuliga væl frágingið handverk av sjálvbodnum