mánadagur 9. januar 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 2 • 9. JANUAR 2017
14
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
T
að var í 1964, at brøðurnir Hák
un og Tórbjørn Marstein byrjaðu
radiohandil og verkstað í Havn.
Tórbjørn Marstein, stjóri í P/F
Marstein sigur, at hann sjálvur byrjaði
við handlinum í Klaksvík í 1957, og
at hann í 1964 flutti til Havnar at
handla.
– Sama ár flutti eldri beiggi mín,
Hákun, til Føroyar aftur úr Danmark,
og vit fóru so báðir undir handilsvirk
semi og verkstað í Havn, sigur hann.
Teir keyptu ongirnar hjá Wellejus
– handilin og verkstaðið. Hann hevði
tá handil og verkstað niðri í Gongini.
Wellejus átti eisini sethúsini á Ting
húsvegnum niðan fyri hjá Niels Juel
Arge, sum vóru tikin niður í fjør,
og nýggj hús verða í løtuni bygd á
grundina.
– Vit yvirtóku virksemið hjá Welle
jus 1. apríl í 1964 og byrjaðu tá niðri í
Gongini, greiðir Tórbjørn Marstein frá.
Seinni sama ár verða húsin hjá
Jørgen Jacobsen á Áarvegnum lýst til
sølu í Dimmalætting. Kims í Stóru
stovu hevði handlað har. Um heystið í
1964 keypa Marsteinbrøðurnir húsini
og fara at handla har. Verkstaðið helt
fram niðri í Gongini.
Handilin hjá Marstein var av
størstu radiohandlum í landinum, men
í 1995 valdu brøðurnir at gevast við
handilsvirkseminum.
– Vit høvdu eina stóra útsølu, har
alt sum var í handilinum og á goymsl
uni varð selt, greiðir Tórbjørn Marstein
frá.
Mads Andreas Winther, sum hevði
staðið í handilslæru hjá Marstein,
og sum hevði arbeitt har í fleiri ár,
stovnaði tá nýggjan handilin í SMS,
sum hann nevndi Elding.
Um hetta mundið var Leif Mohr
hildin uppat við sínum radiohandli í
SMS, og tí greip Mads Andreas Winth
er kjansin.
– Vit mæltu til, at hann tók yvir tey
umboð, sum vit høvdu, fyrst og fremst
Phillips, og við hesum fór hann undir
sín egna handil tá, greiðir Tórbjørn
Marstein frá.
Hóast yngra ættarliðið valla minn
ist handilin hjá Marstein, sum helt
uppat fyri júst 22 árum síðani, so er
handilin ikki gloymdur enn.
– Nei, so langt í frá. Tað hendir seg
meira enn so, at fólk ringja til mín um
onkra vaskimaskinu og spyrja, hvat tey
skulu gera, tí tey hava keypt hana frá
okkum, so gloymdir eru vit ikki, heldur
Tórbjørn Marstein skemtandi fyri.
Umframt
bygningarnar
kring
Hafnia og bygningin hjá Wellejus niðri
í Gongini, so áttu Marsteinbrøðurnir
eisini húsini Ydum uppi á Høgareyni.
Men tey húsini seldu teir fyri 10 árum
síðani.
Enn eiga teir Wellejus í Gongini,
sum verða leigað út til Visit Faroe Is
lands.
Hotel Hafnia hevur keypt grannaognir
H
otel Hafnia keypti beint fyri
jól ognirnar hjá P/F Marstein
á Áarvegnum og á Húsabrúgv.
Talan er um grannaognir hjá Hotel
Hafnia. Húsini á Áarvegnum eru tey,
sum hýsa handilinum Staðið, sum fyrr
nevndist Sirri – og sum til 1995 hýsti
radiohandlinum P/F Marstein.
Men tað er ikki tí, at Hotel Hafnia
er í ferð við enn eina stóra útbygging,
at tey hava keypt húsini.
– Nei, vit hava ongar ætlanir um
útbyggingar nú, og vit hava ikki ein
gong fingið gjørt tekningar, hvussu
tað kundi sæð út, sigur Tummas
Justinussen, nevndarformaður í P/F
Hotel Hafnia.
– Vit fingu møguleikan at keypa
nú og valdu at taka av. Tað er fyri
at tryggja, at Hotel Hafnia einaferð
í tíðini kann byggja út, um tað verð
ur hildið skilagott. Hatta er einasti
møguleiki, um Hotel Hafnia skal
byggjast út, sigur Tummas Justinus
sen.
Byggisamtyktin fyri økið loyvir,
at ein bygningur kann byggjast á
staðnum í somu hædd, sum Hotel
Hafnia, so pláss er fyri nógvum hotell
kømrum aftur, um bygt verður, men
tað hava tey so ongar konkretar ætl
anir um, sambært Tummasi Justinus
sen.
Tað var í 2005, at Hotel Hafnia,
sum Christian Dal-Restoff stovnaði
í fimmtiárunum, varð selt til P/F
Hvarvið, sum í dag eigur hotellið
saman við Havila A/S í Noreg, Sjóborg
Sp/f og Sæborg Sp/f.
Húsini á Húsabrúgv eru gomlu
endurbygdu húsini aftan fyri Hotel
Hafnia, sum hýsa Kriminalforsorgini.
Keypssamtøkan í Dr. Jakobsensgøtu
FK í Dr. Jakobsensgøtu sóknast eftir
Vaskifólki
at byrja skjótast til ber
Vit sóknast eftir einum røskum fólki at vaska.
Starvslýsing:
• Starvið umfatar: at vaska í handlinum,
matarhølinum og skrivstovunum.
• Arbeiðstíðin er uml. 20 tímar aðru hvørja
viku, ella eftir avtalu. Arbeitt verður
eftir, at handilin er stongdur.
• Løn sambært sáttmála við fakfelag.
• Seinasta freist at søkja er mikudagin 18.
januar 2017
Keypssamtøkan
Dr. Jakobsensgøtu 4
Postsmoga 349
FO 110 Tórshavn
Tel 66 00 10
Att.: Bogi Vík, tel 228222
bv@fk.fo
90 ára føðingardagur
Mánadagin 9. januar verður Ada Joensen,
Leirvík 90 ár. Tey, ið vilja hitta Adu føðingar
dagin, eru vælkomin á Giljagarði
frá kl 18–22.
Vilja tryggja sær møgu
leikan at byggja út
Marstein-brøður:
Høvdu radiohandil
í Havn í 31 ár
Hava nú selt ognirnar til Hotel Hafnia
Sosialurin 13. januar 1995