Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 2 • 9. JANUAR 2017 16 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Svimjihøllin í Klaksvík nýtt vælveruøki Klaksvíkingar ætla at gera frálíku møguleikarnar, sum longu eru í Klaksvíkar Svimjihøll, enn betri. Arbeitt verður nevniliga við einum nýggjum vælveruøki, sum pláss er sett av til Vilmund Jacobsen T að er Torkil Mørkøre, sum er leiðari av Klaksvíkar Svimji­høll, og hann hevur eisini umsitingar­ liga ábyrgd av øllum ítróttarøkinum í Klaksvík. Hann gjørdist leiðari av svimjihøllini í 2007, og síðan 2013 hevur hann havt alt ítróttarøkið undir sær. Men, Torkil er sjálvandi ikki einsa­ mallur um at allar uppgávurnar. Aftrat sær hevur hann hallarvørð, vaskifólk og lívbjargarar umframt avloysarar. Nakað serstakt Tað er einki at taka seg aftur í, at Klaksvíkar Svimjihøll er nakað serstakt fram um aðrar svimjihallir í Føroyum. Hetta er ein høll við nógvum møgu­leikum, bæði til tann einstaka, bólkin og ikki minst til alla familjuna. Her er vatnland við rutsibreyt, fossum, trimum vatnkanónum, boblu­ øki, og her eru undirvatnsljós við litspæli. Hitin í vatnlandinum liggur um 30 stig, og hitin 25 metra langa hylinum við seks geilum liggur um 26,5 stig. – Vit hava eisini heittvatnshyl á 32 stig, sum er serliga vælegnaður til at venja børn í – og annars eisini til tey, sum dáma væl hita, sigur leiðarin. Aðrir møguleikar Torkil Mørkøre vísir á, at Klaksvíkar Svimjihøll eisini hevur sauna, bæði í kvinnu-og mannfólkadeildini, og í høllini eru eisini tveir heilsuklivar við infrareyðum strálum og dagsljósi. Hesir klivar eru sera væl egnaðir til fólk við giktsjúku – og annars til fólk, sum vilja avstressa og linna likamið. – Umframt at svimjifelagið Ægir hevur sínar dagligu venjingar, leiga vit eisini høllina út til skúlar, barnagarðar og stovnar annars. Leiðarin vísir á, at síðan undirsjóv­ ar­tunnilin kom, hava fleiri og fleiri leig­að seg inn í svimjihøllina, og øll eru hjartaliga vælkomin. Torkil Mørkøre sigur, at í høllini er kaféteria, har øll kunnu koma, og her sært tú oman yvir allar hyljarnar. – Í høllini eru eisini møguleikar at íðka fitness, tá venjingarmiðstøð er her, sum verður rikin á privatum grund­ar­lagi, leggur hann aftrat. Nýtt vælveruøki Klaksvíkingar ætla ikki, at møguleik­ arnir í Klaksvíkar Svimjihøll skulu steðga her. Arbeitt verður nevniliga við ein­um nýggjum vælveruøki, sum pláss er sett av til. – Her ætla vit at hava ein stóran sonevndan terapihyl við vatni, sum fer at liggja um eini 38 til 40 stig. Hetta er ein verkætlan, sum vit arbeiða við í løtuni. Eg havi skilt, at politiski myndugleikin í kommununi er ógvuliga áhugaður, og tað verður eisini myndugleikin, ið kemur at gera av, nær nýggja vælveruøkið verður veru­leiki. Sjálvur vónar Torkil Mørkøre, at hetta arbeiðið kann fara í gongd í nærm­astu framtíð. – Við nýggja vælveruøkinum fara vit at leggja vit okkum eftir at røkka einum nýggjum málbólki. Hetta eru fólk, sum hava brúk fyri vælveru, eitt nú vegna sjúku ella skaðar. Tó verður tað ikki soleiðis, at tú neyðturviliga skalt feila eitt hvørt fyri at sleppa inn á vælveruøkið. Tað eru jú ikki øll, sum tíma at gerast partur av einum »systemi«, og tí verður hetta eitt øki, sum øll kunnu fáa nyttu av. Morgunsvimjing Torkil Mørkøre sigur, at tað nýggja í Svimjihøllini í Klaksvík er, at høllin hevur opið hvønn morgun, og hetta er eitt tilboð, sum verður brúkt meira og meira. – Høllin er opin til mongunsvimjing frá klokkan 06.45 til klokkan 10, tá fólk skulu vera komin upp­aftur. At­ gongumerkjasølan til morgun­svimjing letur aftur klokkan 08.45, sigur leið­ arin í Svimjihøllini í Klaksvík. Tey, sum vilja vita meira um møgu­ leikarnar í svimjihøllini í Klaksvík, kunnu hyggja inn á heimasíðuna - www.svim.fo Klaksvíkar Svimjihøll er eisini at finna á Facebook. Fólk kunnu eisini venda sær á tlf. 456037 við spurningum. Torkil Mørkøre gjørdist leiðari av Klaksvíkar Svimjihøll í 2007, og síðan 2013 hevur hann havt umsitingarligu ábyrgdina av øllum ítróttarøkinum í Klaksvík Tað er einki at taka seg aftur í, at Klaksvíkar Svimjihøll er nakað serstakt fram um aðrar svimjihallir í Føroyum