Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Avtalan má og skal haldast. Tað alt­av­gerandi er ikki at sleppa und­ an at rinda nakrar krónur fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. Tað av­ ger­andi er, at ein gjørd avtala verð­ ur hild­in, og at vágafólk – og norð­ oy­ing­ar – koyra á vegum landsins und­ir somu treytum sum allir aðrir før­oy­ingar. Soleiðis siga nýggju borg­ar­ stjór­ar­nir í teimum báðum komm­ u­n­u­num í Vágum, Aimé Jacobsen, borg­ar­stjóri í Sørvágs kommunu og Eyð­dis Hartmann Niclasen, borg­ar­ stjóri í Vága kommunu, í almennum skrivi um dag­ar­nar. Tað er so løgið við politikki. Summi halda, at um tú bara sigur tað sama nóg ofta, so passar tað. Og summi halda eisini, at tað sum ein part­ur sigur seg hava avtalað – utt­ an at kunna prógva tað á nakran hátt – so er tað ein avtala. Men veruleikin er ein annar. Tað eru fleiri enn trý ár síðani, at Kaj Leo Holm Johannsen sum løg­mað­ ur gjørdi Løgtinginum greitt, at vit skulu gjalda fyri at koyra ígjøgnum Vága­tunn­ilin í fleiri ár afturat. 10. september í 2013 segði Kaj Leo Holm Johannesen frá tings­ins røðarapalli, at ætlanin ikki var at broyta lógirnar um tunl­ar­nar, og at sambært lógini skal út­veg­an­ar­ kostn­að­ur­in gjaldast aftur – bæði tann part­urin, sum er fíggjaður við egin­pen­ingi og tann parturin, sum er fíggj­að­ur við láni. Hendan dagin varð greitt, at hetta er almenna tulkining av hasi av­taluni. Tað vil siga, at Jørgen Niclasen, Marj­us Dam og aðrir, sum nú gera seg so klókar, síðani 10. sepetemner í 2013 í øllum førum hava vitað, at gjald­ið fyri at koyra ígjøgnum tunn­ilin ikki fellur burtur, fyrr enn partapeningurin eisini eru goldin. So er tað komplett líka mikið, hvat hvør heldur og hugsar og mein­ar. Men Jørgen Niclasen kundi havt broytt hetta, um hann vildi. Men tað vildi hann ikki. Sum fíggjarmálaráðharri og sterki maðurin í samgonguni, so kundi hann komið í tingið við ein­ um lógaruppskoti, so sum hann eis­ ini segði, at hann fór at gera. Tað er so lætt bara at snakka. Men tað nyttar so lítið, tá man ikki handl­ar. Jørgen Niclasen handlaði ikki. Hann helt ikki orð og kom ikki í ting­ið við nøkrum uppskoti. Hann lat bara næsta fólk á vaktini eiga trup­ul­leik­an. Vit skilja væl vágafólk, sum halda seg hava eitt lyfti. Vit skilja ikki politiskar und­an­støkk­ing­ar, sum renna undan givn­um lyftum og lata onnur eiga trup­ul­leikan – og sum so sláa alt upp í glens. Um Jørgen helt lyftið, hann gav 17. juni 2014 um, at hann fór í tingið við at nágreina lógina, so varð tað ókeypis at koyra í Vágatunlinum í dag. Men Jørgen gjørdi einki. Lovaði at broyta lóg­ina, men tað bleiv bara til snakk Jørgen helt ikki orð Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Húsavørður til Tinganes LØGMANSSKRIVSTOVAN Løgmansskrivstovan søkir húsavørð at byrja 1. mars ella skjótast gjørligt at arbeiða við bygn­ ingunum og økinum uttan um bygningarnir, sum Løgmansskrivstovan umsitur í Tinganesi, á Reyni umframt á Bryggjubakka. Talan er um 12 mat rik­ ul nummur og 23 bygningar, harav nakrir eru sam bygdir. Arbeiðsuppgávurnar, sum verða røktar saman við hinum húsavørðinum, eru: • Alt vanligt húsavarðararbeiði • At hava umsjón við og røkja bygningarnir í Tinganesi • At hava ábyrgd av økinum rundan um bygningarnir í Tinganesi • At skipa vaskingina, harav ein partur verður røktur av uttanhýsis veitarum • At syrgja fyri at hita­, vatn­, ventilatión­ og elskipanin virkar • At rigga til í sambandi við tiltøk og vera til handa kring virksemið í Tinganesi Vit vænta, at tú: • Er handalig/ur og hevur gott eyga fyri røkt • Er ágrýtin, nærlagd/ur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt • Dámar eitt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum • Hevur góð samstarvsevni, er tænastusinnað/ur og góð/ur at heita á • Hevur handverkaraútbúgving sum snikkari ella timburmaður ella líknandi útbúgving • Hevur telduførleika á brúkarastigi Setanar- og lønartreytir: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna, hini stjórnarráðini og stovnar undir stjórnarráðunum. Nærri upplýsingar: Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðun Luid, húsavørð, á tlf. 551029 ella við telduposti til eydunl@tinganes.fo. Umsókn: Umsóknir við prógvum, váttanum og/ella við­ mælum fyri arbeiðsroyndir skulu sendast Løg­ mansskrivstovuni við posti ella telduposti í seinasta lagi 29. januar 2017 kl. 12.00. Løgmansskrivstovan Postrúm 64 Tinganes 110 Tórshavn info@tinganes.fo tlf. 306000 varpar ljós á fiskivinnuna Í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð Stórt tema um fiskivinnuna - Hetta er fyrsta temaði í einari røð, nú Sosialurin fer at seta sjóneykuna á fiskivinnuna. Vit byrja við at lýsa fiskivinnuna anno 2017 og síðani endavenda vit fiskivinnunýskipanini. Skattamálið hjá eik Fríggjadagin eru 350 dagar síðani skattamálið varð latið Taks fyri aðruferð. Nú nærkast avgerðin. Les meira í blaðnum um vikuskiftið Mentanin - Hesaferð frætta vit frá rundferð hjá finskum metalbólki, sum ein føroyingur stendur á odda fyri.