týsdagur 10. januar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5
6
Áki Bertholdsen
– Rúsan hevur givið eitt gott
úrslit fyri føroyska samfel
agið. Men skal hon yvirliva,
má hon fylgja við tíðini.
Tað heldur Pál Weihe, fyrr
verandi formaður í Fólka
heilsuráðnum.
Síðst í áttatiárunum fóru
politikarar í Føroyum at tosa
um at broyta rúsdrekkapoli
tikkin. Tá var støðan tann, at
hvør einstakur skuldi bí
leggja sítt egna rúsdrekka úr
Danmark, og harafturat var
tað skamtað, so at ongin
kundi bíleggja meiri enn
tilsamans 48 fløskur av rús
drekka, ella sterkum víni, um
árið, umframt eina avmark
aða nøgd av sterkum øli.
Politikarar hildu, at tíðin
var farin frá hesi skipanini
og tá ið finnast skuldi fram
til, hvør skipan skuldi setast
ístaðin, var Deildin fyri
Arbeiðs og Almannaheilsu,
har Pál Weihe var lækni,
biðin um eitt tilmæli.
Og tað var tilmælið hjá
Deildini fyri Arbeiðs og Al
mannaheilsu, at ein einkar
søla skuldi setast á stovn.
Endamálið við eini nýggj
ari skipan skuldi vera, at
nýtslan av rúsdrekka í Før
oyum skuldi ikki veksa og tí
skuldu møguleikarnir at fáa
fatur á rúsdrekka, avmark
ast, samstundis sum at prís
urin skuldi vera passaliga
høgur, og tilsamans skuldu
tey bæði viðurskiftini vera
við til at tálma nýtsluni.
Rúsan hevur riggað
Sostatt eigur Pál Weihe sín
leiklut í, at vit yvirhøvur
fingu Rúsuna, og á fundi
hjá ungdómsfelagnum hjá
Miðflokkinum í gjárkvøldið,
staðfesti hann, at eftir hans
ara tykki hevur hon verið
eitt væleydnað tiltak.
Í hesum sambandi vísir
hann á, at miðalnýtslan í
Føroyum er ikki vaksin øll
hesi árini Rúsan hevur verið
til.
Sostatt drekkur hvør før
oyingur yvir 15 ár, nú einar
6,3 litrar av reinum alkoholi í
miðal um árið, og tað er tað
sama sum tá ið Rúsan varð
sett á stovn.
Hann heldur nevniliga, at
tað hevur týdning at tálma
nýtsluni, tí at tað er reingist
ikki, at rúsdrekka hevur
bæði heilsuligar og sosialar
avleiðingar fyri fólk.
Sjálvur ásannar hann, at í
einum samfelagi sum okk
ara, slepst tað ikki undan, at
fólk drekka og at tað tískil
ikki ber til at hava ein
politikk, har endamálið er at
útihýsa rúsdrekka í sam
felagnum.
Tí eigur endamálið við
politikkinum heldur at vera
at hava tamarhaldið á nýtsl
uni og í hesum sambandi
heldur hann, at Rúsan er eitt
gott amboð.
Men endamálið við at
hava eina skipan, sum hana
við Rúsuni, er, at rúsdrekka
skal ikki verða ein ein vanlig
vøra í okkara gerandisdegi.
– Rúsdrekka skal vera ein
serlig vøra sum bara verður
drukkin við serlig høvi og
sum sostatt ikki verður ein
gerandisvøra, sum er at fáa í
vanligum handli á jøvnum
føti við allar aðrar vørur.
Stríðist fyri at yvirliva
Men hann heldur kortini, at
sum støðan er Rúsan á veg
í eitt stríð fyri yvirhøvur at
yvirliva.
Røddir eru støðugt fram
mi um at vit skulu hava fría
rúsdrekkasølu í Føroyum,
ella í hvussu so er, at øl og
vín skal kunna seljast í van
ligu handlunum.
– Mótstøðan ímóti at
varðveita skipanina við Rús
uni, er stór. Tað er kanska
næstan helvtin av føroying
um, sum eru fyri at Rúsan
verður avtikin og at handl
arnir skulu sleppa at selja
rúsdrekka.
Men sjálvur heldur Pál
Weihe, at vit eiga at varðveita
skipanina við Rúsuni.
Men hann heldur, at skal
Rúsan yvirliva kravið um at
fáa rúsdrekka í handlarnar,
má hon fylgja við tíðini og
nútímansgera seg.
– Rúsan skal vera eitt
ekslusivur, fínur handil, sum
skal liggja fyri seg sjálvan, og
ikki upp at einum øðrum
handli.
Samstundis heldur Pál
Weihe, at Rúsan skal brúka
sína stóru vitan, og stóru
fíggjarliga orku til at hava
eitt so mikið stórt úrval, at
eisini tey, sum vilja hava
heilt serlig sløg, skulu kunna
fáa tað í Rúsuni.
Hann sigur, sostatt, at
fólk skulu ikki kunna brúka
tað sum eina grundgeving
ímóti Rúsuni, at úrvalið er ov
avmarkað.
Hinvegin ásannar hann
eisini, at Rúsan ger framstig
alla tíðina, og at úrvalið
veksur alsamt, men hann
heldur eisini, at hetta er ein
spurningur, tey áhaldandi
eiga at leggja stóran dent á.
Rúsan er í einum
stríði fyri at yvirliva
Skal Rúsan yvirliva í føroyska samfelagnum, má hon fylgja við tíðini, og tí er tað neyðugt
at nútímansgera hana, heldur Pál Weihe, fyrrverandi formaður í Fólkaheilsuráðnum
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
RÚSDREKKA
Rúsdrekka
skal vera ein
serlig vøra
– Rúsan skal vera eitt ekslusivur og framkomin handil, sum skal liggja fyri seg sjálvan, og ikki upp at
einum øðrum handli, heldur Pál Weihe, fyrrverandi formaður í Fólkaheilsuráðnum
Sum støðan
er nú stríðist
Rúsan fyri at
yvirliva