týsdagur 10. januar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Í áravís hevur føroyska fiski
vinnan bíðað eftir einari út
melding frá politisku skip
anini um, hvussu ætlanin er,
at lógarverkið kring fiski
vinnuna
skal
vera
eftir
nýggjár.
Nógv hevur verið tosað
um málið og undir seinastu
samgongu var tað fleiri
ferðir á dagsskránni. Tað
eydnaðist tó ongantíð í sam
gonguni millum Sambands
flokkin, Fólkaflokkin og Mið
flokkin at semjast um eitt
uppskot at leggja fyri tingið.
Tá ið núverandi sam
gonga tók við 15.september
2015 boðaðu tey frá, at júst
hesin spurningurin um kar
marnar hjá okkara høvuðs
vinnu, vóru raðfestir ógvu
liga høgt.
Formaðurin í Tjóðveldi,
sum er ein av samgongu
flokkunum, tók við sum
landsstýrismaður við fiski
vinnumálum, og áók sær
harvið uppgávuna at fáa
gjørt
eina
nýskipan
av
føropysku fiskivinnuni við
virkna frá 1. januar 2018.
Nú er eitt lítið ár eftir til
nýggjárs, men enn fyriliggur
ikki nakað uppskot um
nýggja lóg um vinnuligan
fiskiskap og onki røkist fyri
einari breiðari semju um
málið.
Fundur í dag
Kortini hendir nakað í dag.
Klokkan 14 hittir landsstýris
maðurin
við
fiskivinnu
málum Sambandsflokkin.
Alt bendir á, at skal semja
gerast við onkran av and
støðuflokkunum
um
eitt
uppskot, so er Sambands
flokkurin helst tann flokk
urin, sum lættast er at gera
semju við.
Á samgongufundi í sein
astu viku var hesin spurn
ingur vendur og tað tyktist
liggja í kortunum,m at skal
ein semja fáast við and
støðuna, so er mest nær
liggjandi at gera hana við
Sambandsflokkin.
Politiskt hevur tað víst
seg gjøgnum orðaskiftið hesi
seinnu árini, at Sambands
flokkurin er sinnaður at
broyta verandi skipan.
Sambandsflokkurin legði
undan jólum eitt uppskot
fram um nýskipan av fiski
vinnuni. Tað svarar ikki til
ætlarnirnar hjá samgonguni,
men tað er eitt uppskot, sum
arbeiðast kann við.
Fólkalfokkurin hevur valt
ein heilt annan leist at arb
eiða eftir. Flokkurin hevur
ferð eftir ferð víst á, at hann
heldur galdandi skipan er
nóg góð og at hon í veru
leikanum bert hevur brúk
fyri ávísum justeringum.
Fólkaflokkurin hevur eis
ini ferð eftir ferð afturvíst
tær ætlanir, sum landsstýris
maðurin hevur og sum í
stóran mun byggja á álitið,
sum nýskipanarbólkurin kom
við.
Smærru flokkarnir – Nýtt
Sjálvstýri og Miðflokkurin-
hava tikið hvør sína støðu.
Miðflokkurin hevur boðað
frá, at hann ikki longur tekur
lut í samráðingunum, uttan
so at hann eisini gerst partur
av samgonguni.
Nýtt Sjálvstýri tók seg úr
samgongusamráðingunum
eftir valið, júst tí flokkurin
ikki tók undir við kongs
tankanum hjá landsstýris
manninum við fiskivinnu
málum, at størsti partur ella
øll fiskiveiðurættindi skulu
seljast á uppboðssølu.
Nú er tað álvara
Tað er helst so, at politik
ararnir hava tikið málið
um nýskipan í álvara, men
kortini ikki meira í álvara
enn so, at enn er onki hent.
Nú nærkast at gasldandi
lóg fer úr gildi og at øll
fiskiloyvir fella aftur til
landið. Tí stendur meira á nú
enn nakrantíð.
Bæði landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum og løg
maður hava sagt, at uppskot
um nýskipan skal leggjast
fram og samtykkjast í hesi
tingsetuni.
Tí kann fundurin í dag
millum samgonguumboð og
Sambandsflokkin
gerast
ógvuliga avgerandi.
Hvørki
samgonga
ella
andstøða hava stundir til
longur at drála og draga mál
út. Vinnan vil neyvan heldur
finna seg í framhaldandi at
bíða og ongan peiling hava
av, hvussu fiskivinnan verð
ur skipað eftir nýggjár.
Landsstýrismaðurin veit
væl av, at nú skal okkurt
henda. Hann má royna at
finna eina semju fyrst og
fremst í samgonguni men
helst eisini við minst ein
flokk uttanfyri samgonguna.
Sum nevnt omanfyri, so
er helst lættast at finna eina
semju við Sambandsflokkin,
men onki bendir á, at flokk
urin fer at leggja seg flatan
og bert taka undir við tí sum
samgongan vil hava.
Sum fyrr, so er tað fram
vegis spurningurin um upp
boðssølu, sum vigar nógv.
Sambandsflokkurin nevnir í
sínum uppskoti, at ein partur
av nýggjum tilfeingi kann
seljast um uppboðssøluna,
meðan samgongan enn held
ur fast við, at atl skal seljast
um eina uppboðssølu.
Fæst ein loysn á hesum
trupulleikanum, so ber helst
til at finna loysn á hinum
spurningunum.
Tað snýr saeg um burðar
dygga veiðu, útlendskan kap
ital, virðisøking, fiskidagar
ella kvotur og so uppboðs
sølu.
Tað eru hesi viðurskifti
Sambandsflokkurin og sam
gongan tosa um í dag.
Nú byrja samráðingarnar
um fiskivinnu av álvara
POLITIKKUR
Eftir at málið hevur ligið stilt í mong ár til hendan samgongan tók við, byrja
veruligu samráðingar um nýskipanina seinnapartin í dag
Vinnan hevur hvørki tol ella møguleikar at halda fram í bíðistøðu. Nú má skil fáast á fiskivinnuni eftir nýggjár
Høgni Hoydal, landssstýrismaður við
fiskivinnumálum, hittir seinnapartin í dag
Sambandsflokkin um nýskipan av fiskivinnuni.
Bárður S. Nielsen og Sambandsflokkurin hava gjørt eitt
fiskivinnuuppskot. Nú skal ein roynd gerast at fáa tað
at pakka saman við uppskoti hjá samgonguni.