týsdagur 10. januar 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað var við fíggjarligari hjálp
frá Marine Harvest, tá virkið
hjá Sandoy Seafood í Skopun
varð reist á føtur aftur, og
lagt varð um til serliga at
virka lættsaltað fløk.
Nú alingin hjá Marine
Harvest á Sandsvág fyribils
er í einari bíðistøðu, tí so
nógvur fiskur doyði í ring
unum í ódnunum um jólini,
hava vit spurt stjóran í alife
lagnum, Hans Jákup Mikk
elsen, um keðiliga gongdin í
alingini á Sandsvág fer at fáa
nakra ávirkan á fiskavirkið í
Skopun.
– Vit hava verið við í verk
ætlanini í Skopun í tvey ár. Í
byrjanini var gongdin meira
trilvandi, og vit høvdu onkr
ar byrjunartrupulleikar, eins
og fiskaarbeiðið ikki var ser
liga støðugt. Men, nú tvey ár
eru farin, kunnu vit siga, at
virkið nú koyrir hampiliga
væl, og seinasta hálva árið
hevur rættiliga støðugt arb
eiði verið á virkinum.
Einki at óttast
Stjórin í Marine Harvest sig
ur, at virkið í Skopun sum
so ikki er tengt at gongdini í
alingini á Sandsvág, tí hetta
er eitt samstarv, sum Marine
Harvest í fyrsta lagi hevur
við Delta Seafood á Tvøroyri.
– Her hava vit eitt gott sam
starv við dugnaligum fólkum,
sum ikki minst eru kend úr
føroyskari saltfiskavinnu og
fiskaframleiðslu annars.
Hans Jákup Mikkelsen
sigur, at fólk, sum arbeiða á
virkinum í Skopun, ikki eiga
at vera meira stúrin - um
man so kann siga - enn fólk,
sum arbeiða á øðrum fiska
virkjum kring landið.
– Vit luttaka í verkætlan
ini í Skopun, og vit hava ong
ar ætlanir um ikki at vera
við her. At arbeiða við øðrum
fiski enn laksi, hevur ikki
verið okkara borð, men hava
vit góð fólk aftrat okkum,
og sjálvur eri eg í nevndini í
felagnum, sum eigur virkið í
Skopun, leggur hann aftrat.
Hørð kapping
Stjórin í Marine Harvest vísir
á, at kappingin um fiskin er
hørð, og serliga er tað kapp
ingin um frysta fiskin, sum
kann seljast víða um lond.
– Her noyðast vit at kapp
ast við føroyska og altjóða
marknaðinum, eitt nú um
frysta toskin. Her eru vit
eisini í kapping við lágløn
arlond. Kappingin um upsan
er eisini hørð, men her eru
kappingarneytarnir serliga
føroysku virkini.
Hans Jákup Mikkelsen
er væl nøgdur við gongdina
í Skopun, sum hon hevur
verið seinasta hálva árið, og
hann sigur seg vóna, at góða
gongdin fer at halda fram.
– Men, sjálvandi er rávør
an altíð óvissan, og hetta er
ikki bara galdandi fyri virkið
í Skopun, men eisini fyri
onnur virki kring landið.
Ikki avgerandi
Spurdur, um tað er dýrari
at reka fiskavirkisarbeiði í
Skopun enn sama virksemi
inni á fastlandinum í Før
oyum, sigur hann, at flutn
ingurin um Skopun_arfjørð
í onkrum føri hevur eina
eykaútreiðslu við sær, men
hann heldur ikki, at hetta er
tann avgerandi parturin, um
til ber at reka slíka vinnu í
Føroyum ella ei.
– Eg haldi, at vit við virk
inum í Skopun føla okkum
nokso kappingarførar, og so
leingi tað eydnast virkinum
at keypa rávøru fyri líkinda
prís, trúgvi eg, at virkinum í
Skopun verður lív lagað.
Hans Jákup Mikkelsen
ásannar tann stóra týdning,
sum fiskavirkið í Skopun
hevur – ikki bara fyri bygd
ina í Skopun, men fyri alla
Sandoynna.
Sandoyingar
skulu ikki óttast
– Rávøran er altíð óvissan, men hetta er ikki bara galdandi fyri
fiskavirkið í Skopun, men eisini fyri onnur virki kring landið, sigur
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest, sum heldur, at gongdin
á fiskavirkinum í Skopun nú er í einari rímiliga góðari legu
Sandsvág eitt
fantastiskt
vakstrarøki
– Tað, sum gjørdi enda á
so nógvum fiski í alingini á
Sandsvág, var ein blanding
av stórari aldu og hørðum
streymi yvir so nógvar dagar,
sigur Hans Jákup Mikkelsen,
stjóri í Marine Harvest
– Eg haldi, at vit við virkinum í Skopun føla okkum nokso kappingarførar, og so leingi tað eydnast virkinum at keypa rávøru
fyri líkinda prís, trúgvi eg, at virkinum í Skopun verður lív lagað, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Nú alingin á Sandsvág fyribils er riggað av, síðan nógv
ur fiskur doyði í ringunum í ódnunum um jólini og tað,
sum eftir var av livandi fiski, er tikið, hava vit spurt
Hans Jákup Mikkelsen, hvussu vøksturin hevur verið
síðan útseting ein av seinastu døgunum í apríl í fjør.
– Smoltið, vit settu út, vigaði um 400 gram stykkið,
og hetta er størri enn vanligt. Tað, sum vit kunnu siga
um vøksturin á Sandsvág, er, at hann hevur verið heilt
fram úr góður. Hesa tíðina, fiskurin hevur verið í teim
um báðum aliringunum, kunnu vit siga, at Sandsvág
er eitt ógvuliga gott vakstrarøkið.
Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at enn er ikki alt
endaliga gjørt upp, og tí torir hann ikki beint í løtuni
at siga, um Sandsvág hevur verið besta vaktrarøkið hjá
felagnum hesa tíðina, fiskur hevur verið í ringunum.
– Vit hava í hvussu er einki at seta fingurin á, tá
ræður um vøksturin. Trupulleikin um jólini var,
at óvanliga ringa veðrið vardi so leingi – ja, í heilar
dagar. Tá slíkt ódnarveður leikar í, plagar tað oftast
at snúgva seg um nakrar tímar, men hesaferð snakka
vit um ringasta ódnarveður í dagar.
Ein eftirmeting
Stjórin sigur, at tað, sum gjørdi enda á so nógvum fiski
í alingini á Sandsvág, var ein blanding av stórari aldu
og hørðum streymi yvir so nógvar dagar.
– Ta næstu tíðina fara vit at hyggja eftir okkara
hagtølum yvir aldu, streym, og hvussu nótin hevur
skikkað sær í sjónum. Tá hesi viðurskifti eru greið,
vita vit meira um, hvussu og hvat vit fara at gera
í einari nýggjari roynd á Sandsvág. Ein møguleiki,
sum vit fara at hyggja eftir, er ivaleyst, um ringarnir
kanska kunnu flytast nakað longur inn á vánna og við
einari grynri nót.
Hinvegin hevur Marine Harvest staðfest, at útgerð
in helt í ódnarveðrinum, bæði ringar, nót, teymar og
søkk.
Hans Jákup Mikkelsen sigur, at enn er ov tíðliga
at gita um møguleikar, tí fyrst verður neyðugt at
greina øll tey data, sum felagið hevur og sum lýsa
umstøðurnar.
– Men, eg vænti ikki, at nøkur nýggj útseting verður
á Sandsvág aftur til várs. Tað merkir tó ikki, at vit gev
ast á hendur í hesum nýggja aliøki hjá felagnum, legg
ur hann aftrat.
- Hesa tíðina, sum fiskurin hevur verið í aliringunum
á Sandsvág, hava vit sæð, at hetta er eitt ógvuliga
gott vakstrarøkið, sigur Hans Jákup Mikkelsen
ALING