týsdagur 10. januar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Svenning av Lofti
Týskland
og
alt
Evropa liggja bløð
andi og særd eftir
yvirgangsálopið
í
Berlin. Hetta álop,
eins og álopini í
París í fjør, eru framd av fólki,
ið hevur svorið trúskap til mus
limska yvirgangsbólkin, Isis. Isis
er fíggindi Ísraels, jødanna og hjá
øllum kristnum. Meðan kristni
heimurin gjørdi seinastu jólafyri
reikingarnar, hevur Trygdarráð
Sameindu Tjóða kortini tikið sær
stundir at umrøða og samtykkja
at geva Ísrael eina gávu til jóla.
Jólagávan til Ísrael frá hesi heim
sins fremstu friðarsamkomu var
samtyktin, at Ísrael skal steðga
allari búseting í eystara býarpart
inum av Jerusalem og aðrastaðni í
Judea.
Obama og Amerika
sviku Ísrael
At Obama forseti í Amerika sveik
Ísrael, einasta demokratiska land
ið í Miðeysti, er nakað, sum nítur
í mønu og merg hjá Ísrael, tí júst
Amerika hevur áður nýtt sín
sýtingarrætt (veto) og forða slíkum
avgerðum móti Ísrael.
Tilætlað roynd at fjala
sorgarleikin í Sýra?
Sameindu Tjóðir og Trygdarráðið
hava ikki megnað at rætt hond
frá síðu at forða fyri, at út móti
hálvari millión fólk eru dripin í
borgarastríðnum í Sýria seinastu
6 árini. Í hesum borgarastríði
drepa muslimar síni egnu í eini
valdsuppgerð millum muslimskar
bólkar. Teirra millum er Isis.
Tí kennist nevnda viðtøka í
Trygdarráðnum sum ein tilætlað
roynd hjá hesum londum at fjala
tær ræðuligu yvirgangsgerðir, ið
muslimskir bólkar fremja í Mið
eystri, í Evropa og kring heimin.
Við hesi samtykt hevur ST-
felagskapurin lagt stein oman á
byrði hjá Ísrael, sum hevur verið
tað landið, sum hevur liðið mest
av muslimskum yvirgangsbólkum.
Evropa og allur heimurin kennir nú
sviðan av hesum óbótagerðum.
Fundarsamtyktin í Trygdarráði
Sameindu Tjóða krevur, at Ísrael
steðgar nýbygging á øllum teim
økjum, sum Ísrael tók í seks
dagakrígnum 1967. Felagsskapur
Sameindu Tjóða tvíheldur um, at
jødiska byggingin har, er ólóglig,
tí hetta er hertikið land. Men hvør
hevur hertikið hvat?
Fari at endurtaka ein veruleika,
ið eg áður havi ført fram, at sami
sonevndi ”vestari áarbakki” var
bretskt øki frá 1918-1948. Framman
undan hevði Turkaland ræðið á
hesum sama økið frá 1519-1917. Í
krígnum millum jødar og arabar í
1948 varð Jerusalem og partar av
Judea hertikið av kongaríkinum
Jordan. Jordan hevði hetta økið
hersett fram til seksdagakríggið
í 1967. Hetta økið, sum Jordan tá
hertók, fevndi m.a. um jødiska
Grátimúrin og gamla jødiska býar
partin av Jerusalem. Mær vitandi
var eingin samtykt í felagsskapi
Sameindu Tjóða hesi 19 árini, ið
kravdi at Jordan skuldi geva aftur
eystara partin av Jerusalem, sum
Jordan hevði hertikið.
Samtyktin í Trygdarráði Sam
eindu Tjóða at lata arabarum aftur
eystara partin av Jerusalem er
púra órímilig. Jerusalem, við øllum
teimum heilagu støðunum, er
óloysiliga knýtt at jødisku søguni.
At lata henda býin frá sær stríðir
móti øllum søguligum veruleikum.
Samtyktin í Sameindu Tjóðum er
ein níðingsgerð móti jødunum í
Ísrael. At arabisku og muslimsku
londini framdu hetta, var ikki
óvæntað, men at Obama forseti í
Amerika ikki forðaði hesi samtykt,
sum hann kundi gjørt, er prógv fyri,
at Obama ikki er vinur Ísraels.
Benjamin Nethanyahu boðaði
beinanvegin frá, at Ísrael fer ikki at
gera eftir samtykt Sameindu Tjóða.
Felag sameindu tjóða givið Ísrael jólagávu:
Krevur at Ísrael steðgar búseting á sonevnda
»vestara áarbakka«. Ísrael noktar
KJAK
NØVN
Minningarorð
Jenny Peodora Andrea Joensen
f. Højgaard, Tórshavn
f. 22.11.1924 - d. 18.04.2016
Jólini 2016
Góða langomma
Har stendur tú í køkinum við tínum
vakra hári, sum er lættliga gránað.
Tú ert í niðurdeili, fyrriklæði, einari
blusu og sunnudagar ert tú í háls
prýði.
Hárið er stórt og altíð nýfriserað
hjá sama frisøri øll hesi árini. Tað er
vinkona og navnakona tín, Jenny,
sum setur títt vakra hár.
Døgurin kókar í pottinum. Í dag
eru tað bollar í karry, har sósin er
søt, gul og vælsmakkandi. Eingin
langomma á Glaðsheyggi, í Havn ella í
øllum Føroyum ger so góða karrysós,
sum tú langomma !
Í ovninum bakar køkan, og í
kuldaskápinum stendur eisini okkurt
gott og leskiligt til okkara.
Ein veikur angi av cerutti er
blandaður við køkuangan. Í vask
inum sæst kanska ein feril av øsku
frá ceruttini. Vit hava varnast, at tú
hugnar tær við einum cerutti, tá tú
ert liðug at matgera, hóast tú ikki
vilt vera við tað. Vit leggja einki í
ceruttirnar langomma. Royk tú bara
allar tær ceruttirnar, tú orkar!
Kanska er Tórleif langabbi far
in til handils. Kanska er hann
farin at keypa tað tær manglar til
rættirnar, tú fert at borðreiða fyri
okkum í morgin. Og nú valdar friður
í køkinum hjá tær at njóta hesa løtu.
Vit eru mong langommubørn,
men eisini ommubørn og børn, sum
koma oman á Glaðsheygg í tykkara
lítla fitta hús. Inni í hugnaligu
stovuni er altíð rúm fyri okkum
øllum, hóast fermetrarnir ikki eru
mangir. Ofta sita vit í loftstrappuni
og práta, um eingin stólur er til taks.
Tað er hugnaligt.
Langomma, tú ert ein glað kona,
men tú ert eisini ein langomma, sum
er ”fødd bekymrað". Tú fylgir við, hvat
vit hava etið, ella um vit hava etið. Um
vit so eru stødd í Føroyum, Danmark,
USA ella "Langtbortistan", so minnist
tú alt og fært alt við. Vit halda ofta, at
tú eigur at óttast minni allar heimsins
vandar, men tú hevur áhuga í familju
tíni. Langomma tú kjúklar um okk
um og vilt okkum øllum tað besta.
Í veruleikanum er tú fyri tað
mesta inni í tínum lítla køki, men
við at tú hevur so stóran familjuhóp,
og tosar við øll næstan dagliga, fært
tú alt við, bæði hvat fyriferst í Keyp
mannahavn og Tórshavn bý. Tú livir
teg inn í lívið hjá okkum, og soleiðis
livir tú við og saman við okkum.
Langomma, tú hevur tína føstu
erligu meining um mangt og hvat,
og tú dugur at siga, hvar skápið
skal standa, men ongantíð ert tú
gremjandi ella í ringum lag.
Tú kennir teg gávuríka at hava so
stóran barnahóp kring teg. Tú sært
tær bestu gávurnar í okkum øllum,
og títt fokus er altíð á tað góða. Tey
okkara, sum hava eina veika síðu ella
minni hepna síðu, tá heldur tú fokus
á tær betru síðurnar hjá okkum.
Langomma, tú hevur eisini kent,
hvussu tað er at missa tíni egnu børn.
Onkuntíð er tú kedd, tá tú hugsar um
tíni farnu børn, og tá hevur tú sagt
frá, hvussu meiningsleyst tað kennist
at missa síni børn. Kanska er tað tí, tú
ansar so væl eftir okkum ? Og kanska
er tað tí tú gleðist so nógv um stóra
barnahópin ?
Gávumild ert tú eisini, langomma.
Tú gevur mikið og altíð meira enn
neyðugt.
Nú ert tú farin langomma. Nú
hava vit mist teg, men í minninum
goyma vit teg altíð.
Takk fyri løturnar saman við tær.
Takk fyri tín kærleika til okkum !
Takk fyri alt !
Ynskja
Langommubørnini