hósdagur 12. januar 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017
SOSIALURIN 6
32
MYND: HEINESEN MYNDIR
Fyrrverandi enski landsliðsvenj
arin, Graham Taylor, er deyður 72
ára gamal. Tað skrivar BBC. Hann
var enskur landsliðsvenjari frá
1990 til 1993.
Sum spælari var hann verju
spælari og spældi við Grimsby
Town frá 1962 til 1968, tá hann
skifti til Lincoln City, har hann
spældi frá 1968 til 1972. Har bleiv
hann síðani venjari, og vandi
eftirfylgjandi feløg sum Watford,
Aston Villa og Wolverhampton.
Hann gavst sum venjari í 2003.
Í 1990 bleiv hann settur sum
enskur landsliðsvenjari. Graham
Taylor megnaði at vinna seg til EM
endaspælið í Svøríki, men Ongland
kom ikki víðari úr bólkaspælinum.
Hann takkaði fyri seg á enska
landsliðnum, tá tað í novembur
1993 varð greitt, at Ongland ikki
kom til HM 1994 endaspælið í USA.
32
BAKSÍÐAN
N
ú havi eg havt pínu í
lendunum, mjødnini ella
har á leiðini og í øðrum
lærinum í skjótt seks
vikur. Ella fyri at gera hetta meira
dramatiskt og ógvisligt, hetta er
annað árið, eg havi hesa pínuna, sum
viðhvørt er forbannað ring. Og ring
at venja seg við, tí tað er, sum skilst,
neyðugt at venja seg við hana.
Onkur spurdi meg herfyri, hvat
hetta er, og hví eg havi hesa pínuna
so leingi. Hvaðani stavar hon? Hvør
er hon?
Hetta er ein revsing, svaraði
eg, ein Guds straffur.
Ein Guds straffur? Straff
ur fyri hvat?
At eg ikki trúgvi upp á
hann.
Gud hevnir seg.
Men hví hava so eisini
tey, sum trúgva upp á
Gud, ilt?
Ja, tað veit eg so ikki.
Men tað finst okkurt logiskt svar,
sjálvandi. Til dømis, at Gud ger ikki
mun á fólki, tí hann er rættvísur.
Øll hava sama rætt, trúgvandi
og forherðaðir stórsyndarar.
Javnstøða.
Tá eg var smádrongur
í aðrari ljósari øld enn hesari, vóru
eisini sovorðnar viðmerkingar sum
handan har hjá mær. Viðmerkingar og
staðfestingar, sum vóru meira fjákutar
enn gløggar, men javnan brúktar, tí
tær vóru logiskar.
Tá onkur segði seg hava ilt í høvd
inum, tað høvdu fólk eisini, áðrenn
nútíðin kom við øllum sínum geislum,
var afturmeldingin: júmen, ver tú
bara glað fyri tað, tí so veitst tú, at
tú hevur eitt høvd. Annars hevði tú
ikki ilt. Ógvuliga logiskt. Logikkur
var góðkendur tá í tíðini. Tann góð
kenningin, tann løggildingin varð
seinni strikað. Autoriseraður logikkur
er ikki til longur.
Ein onnur ásannan, sum ofta var
uppi og vendi við nátturðaborðið,
var tann, sum børnini fingu slongda
tvørtur um borðið, tá tey grenjaðu um,
at breyðflísin, tey høvdu í hondini,
brotnaði, og putusukrið fór í umferð.
Onkur vaksin staðfesti og avgjørdi
logiskt, at breyðflísin brotnar kortini,
tá hon kemur í munnin og niður í
búkin.
Tað gjørdi einki, um hon, breyð
flísin, ikki kom óbrotin allan vegin
inn í munnin.
Hvussu ber til at svara slíkum
sannleika? Tað ber ikki til. Als ikki, tá
tú ert sjey minus.
Tá, í hinari øldini, fingu fólk breyð
til nátturða og ótu døgurða á døgurða.
Eisini tað var logiskt.
Tað var ein, sum spurdi, hvør
døgurðin er í kvøld. Smurt breyð, var
svarið. Á, tað var deiligt, so ger tað
einki, um døgurðin er kaldur. Eisini
logiskt tað.
Veðrið má sær ráða, søgdu vit tá.
Tað sleppur veðrið ikki longur, tí nú
skulu veðurfrøðingar setast í Føroyum
og ein tilbúgvingarsamskipari. Annars
plagdu ráðini at vera at brúka vanlig
vit og skil. Men slík hava ikki allir før
oyingar. Tí noyðist Fiskimálaráðið at
koma á banan og stovna nøkur al
menn størv. Veðrið má ikki sær ráða.
Í Føroyum ráða føroyingar. Ikki veður
tíðindi úr Danmark.
Veðrið er yvirtikið, men framvegis
danskt og framvegis vánaligt.
Nú frættu vit so, ikki í veðurtíðind
unum, tí tey eru ongantíð eftirfarandi,
men í hinum tíðindunum, at nú skal
veðrið yvirtakast av álvara, líkasum
eina ferð afturat. Tað skal yvirtakast
fyri aðru ferð so at siga, vánaliga
veðrið. Fyrru ferðina var bara romant
iskt skemt. Og veðrið er ikki at skemta
við. Og verri enn so er tað romantiskt.
Sum tey søgdu fyrr og siga enn:
torført er at spáa, serliga at spáa um
framtíðina og vónleyst er at spáa
um veðrið. Tí er stormur vorðin ódn,
framhaldsódn í nógvum pørtum.
Fríggjadagur trettandi er. Men
verri er, at dagurin er tjúgundi dagur
jóla. Loysir tað seg at fara úr songini
í morgun?
Ein logiskur spurningur, sum
krevur eitt pínufult ólogiskt svar.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Pínadoyðs logikkur
Enskur landsliðsvenjari deyður