Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ójavnt býtt í fiskivinnuni Ein miðal manningarpartur á føroysku uppsjóvarskipunum í 2016 liggur á uml. 1.8 milliónum, á einum flakatrolara uml. 840.000 krónur, á einum trolara í bólki tvey, liggur ein miðal manningarpartur á góðum 530.000 krónum og við línuskipum liggur ein miðalløn í 2016 á góðum 307.000 krónum. 1.5 MIÓ Á MUNI Í LØNUNUM FISKIVINNAN Sólvit E. Nolsø Tað er eingin loyna fyri nakr­an, at tað er ymiskt hvussu lønsemi er millum teir ymsu skipabólkarnar í fiski­vinnuni. Serliga upp­ sjóvar­skipini hava klárað seg sera væl, serliga síðan makrel­kvoturnar blivu nógv størri fyri eini 10 ár­ um síðan. Eisini skipini í Barentshavinum hava klárað seg væl. Hesi skip klára seg væl í mun til teirra, ið fiska á føroysku grunnunum, har inntøkurnar tó eisini hava fingið eitt skump rætta veg­ in, eftir at tey eisini fingu lut í makrelinum. Ein útrokning, við støði í tølum frá Fiski­manna­fe­ lag­num vísir, at ein miðal manningarpartur á føroysku uppsjóvarskipunum í 2016 liggur á uml. 1.8 milliónum, á einum flakatrolara uml 840.000 krónur, á einum trol­ara í bólki tvey, liggur ein miðal manningarpartur á góðum 530.000 krónum og við línuskipum liggur ein miðal­løn í 2016 á góðum 307.000 krónum. Tølini skulu sjálvandi takast við fyrivarni, tí tað er sera ymiskt, hvussu nógvar dagar tey ymsku skipini hava verið úti. Eisini skal tað takast við, at upphæddin fyri ein manningarpart vísir miðal talið fyri eitt heilt ár. Tað vil siga, at upphæddin kann verða misvísandi í tann mun, at ein skal hava verið við alt árið fyri at fáa fullan manningarpart og tað eru tað fáir, sum hava verið. Formaður í Fiskimannafe­ lagnum, Jan Højgaard, vísti eisini á hesi viðurskiftir í síni seinastu formansfrágreiðing. Hann sigur, at undantikið í teimum skipunum, har tað gongur heilt væl, eru tað nógvir sjómenn, sum ikki fáa ein nóg høga tímaløn, í mun til teir longu arbeiðstímar teir hava. Jan Højgaard sigur í formansfrágreiðingini, at tað kundi verið áhugavert at gjørt eina kanning, ið vísir hvussu ein fiskimaður var tímaløntur í mun til tímaløn á landi. Tað kundi eisini giv­ið eina rættari mynd av lønar­ lagnum. Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor, hevði eisini lønarviðurskiftir upp at venda í samband við keypið av nýggja uppsjóvar­skip­ inum “Hoyvík”. Hans Andri­ as Kelduberg segði, at hann hevði ætlanir um eina løn­ javningarskipan innan­hýsis í reiðarrínum, tí tað var eyð­sýnt, at kanska serliga manningin á Hoyvík hevur nógv størri sannlíkindir at forvinna eina høga løn í mun til onnur fiskiskip í reiða­ rínum. Ætlaninar um lønar­ útjavning komu tó ikki upp á pláss. Broytingartíðir í føroysku fiskivinnuni Fiskivinnan í Føroyum er í broytingartíðum. Fiski­ vinnu­nýskipanan stendur fyri framman og enn eru tað nógvir spurningar, sum ikki er greitt svaraðir. Eingin er enn fullgreiður yvir, hvussu fiskivinnan sær út í 2018 ella hvussu viðurskiftini at skipa seg í vinnuni verða eftir nýskipanina. Lands­stýris­ maðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur tikið uppá seg uppgávuna at finna ein leist at skipa fiski­ vinn­una eftir, sum flestu flokkar helst skulu kunna taka undir við. Avbjóðingin er stór, tað vita vit. Enn er tað ikki greitt hvørt ein saml­að samgongan tekur undir við eini uppboðssølu av tilfeinginum, sum svim­ ur í sjónum, hóast hon nú er atkvødd tvær ferðir ígjøg­ num tingið. Enn tó bert ein roynd­aruppboðssøla. At and­støðan ikki er glað fyri uppskotið hjá Hoydal, tað vita vit. Fólkaflokkurin tykist at verða tann flokk­ urin, sum er harligast ímóti nýskipanini, meðan for­mað­ ur Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen, hevur sagt, at flokkurin er sinnaður at tosa við Høgna Hoydal, um enn partarnir í løtuni ikki eru so nær hvørjum øðrum. Alsamt færri, ið starvast í fiskivinnuni Hvussu verður og ikki, hvørt nýskipanin kemur nú ella seinni, so eru tað aðr­ar ábendigar, ið vísa tað sama, at fiskivinnan er í eini broytingartíð og hevur verið tað í nógv ár eftirhondini. Sum vinna er hon enn tað týdningarmiklasta beinið, ið vit hava at standa á. Ein skjót leiting á heimasíðuni hjá Hagstovuni vísir, at enn eru fiskavørur 90% ella meir av okkara útflutningi. Tað er heldur eingin, ið setur spurnar­tekin við týdn­ing­ inum av vinnuni. Tað er hin­ vegin ein staðfesting, sum øll kunnu semjast um. Hin­ vegin eru tað færri og færri, sum hava sítt dagliga yrki í fiskivinnuni. Í 2000 vórðu 2357 skrá­sett sjófólk í Føroyum, í mun til 1501 í 2015. Í fiska­vøru­ídnað­ inum vórðu tað 2271 fólk í vinnuni í 2000, meðan tað í dag eru 1444 í dag. Aftur­ gondin sæst eisini aftur í øll­um økjum í landinum. Sam­an­langdu tølini fyri Norð­oya sýslu vísa tølini, at frá 2000-2015 eru løntakar úr fiskivinnu minkað úr 895 niður 599 fólk. Í Eysturoyar sýslu vórðu tað í 2015 1035 løntakar í mun til 1524 í 2000. Í Vága sýslu vórðu tað 333 fólk í fiskivinnuni í 2000 og 102 í 2015, í Suðurstreymoy er tað farið frá 916 niður í 595, í Sandoyar sýslu úr 259 niður í 100 seinastu 15 árini og í Suðuroyar sýslu úr 701 niður í 514 síðan ár 2000. Talið á fiskiskipum er eisini minkað nógv. Frá 1988- 2014 vísur ein uppgerð hjá Sjóvinnustýrinum, at talið á fiskiskipum er minkað úr 266 niður í 122 skip. Tað hevur sjálvandi sína ávirkan á tey økir í landium, har framleiðsla og fiskivinna er, at arbeiðsplássini fækk­ ast. Stóra minkingin í løn­ takarum í fiskivinnuni og stóra minkingin í skipatali í føroyska flotanum, hevur ivaleyst eisini verið við til at birta uppundir kjakið um eitt tilfeingisgjald á fiski­vinnuna. At tað verða færri í vinnuni færri, sum for­vinna nógvan pening í vinnuni hevur havt við sær, at politiska skipanin hevur tikið nýggj stig fyri at fáa pening inn frá vinnuni. Mill­ um annað tilfeingisgjald. Meðan vit bíða Í løtuni kunnu vit gera lít­ ið annað enn bíða eftir, hvussu uppskotið um eina fiskivinnunýskipan fer at síggja út. Kjakast kann leingi um lønsemi, arbeiðstakarar í fiskivinnuni og hvussu eig­ ara­viðurskiftini eru í vinn­ uni, men inntil upp­skotið um nýskipanina fyri­liggur, er kjakið eitt sindur út í tóma luft. Tað er lítið at ivast í, at fiskivinnan fer at broytast grundleggjandi komandi tíð­ina. Spennandi verður at síggja hvørjar broytingarnar verða. solvit@sosialurin.fo RÆTTING: Í Sosialinum um viku­ skiftið skriv­aðu vit, at Hans Jákup Joensen er útgerðar­maður á par­ trol­arunum Jaspis og Ame­tyst. Tað er ikki rætt. Útgerðar­maður er Kaj Johannesen.