Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 3 • 16. JANUAR 2017 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Ísland er eitt fantastiskt land Í skjótt hálvtannað ár hevur Petur Petersen úr Fuglafirði verið sendi­ maður Føroya í íslendska høvuðs­ staðnum Reykjavík. Hann heldur, at Reykjavík og Ísland eru nakað heilt serstakt, ikki minst tá man sjálvur er før­oyingur. – Tað er einki at ivast í, at sum føroyingur kennir man seg eitt sindur meiri heima og eitt sindur minni burtur, tá ið man er í Íslandi í mun til onkra aðrastaðnis í heiminum, sigur Petur Petersen. Eiga serligt pláss í íslendsku hjørtunum Sendimaður Føroya í Reykjavík heldur, at tað eru nógvir faktorar, sum spæla inn og gera sítt til, at føroyingar kenna seg so væl í Íslandi. – Tað er fyrst og fremst, at bæði mál og mentan líkjast so ótrúliga nógv. Men nakað heilt annað er so eisini tað, at íslendingar eru so ótrú­liga vinarligir, tá ið teir møta føroyingum. Eg havi ferðast nógva­ staðnis kring knøttin, og eg havi ongantíð upplivað at verið móttikin á ein slíkan hátt sum her í Íslandi. Vit eru sum brøður og systrar, sigur Petur Petersen. Hann greiðir frá, at í sínum daglig­ degi, bæði hvat viðvíkur arbeiði og tí privata, so merkir hann týðiligt, at føroyingar eiga eitt serligt pláss í íslendsku hjørtunum. – Tá tey frætta, at tú ert føroy­ing­ ur, so er einki óført, og eg haldi eisini, at av tí sama fella føroyingar ótrúliga lætt til í Íslandi, sigur hann. Reykjavík er ein altjóða býur Spurdur, hvat er serligt við Íslandi sum landi og til dømis Reykjavík sum býi, um man vitjar grannarnar fyri vestan, sigur Petur Petersen, at tað er so ótrúliga nógv, sum ger landið so serligt. – Tekur tú til dømis Reykjavík, so er talan um ein bý, sum hevur alt tað at bjóða, sum ein stórbýur úti í heimi eigur at hava, hóast Reykjavík í veruleikanum ikki er nakar stórbýur. Tað er ein altjóða býur, men so er tað avlíkavæl so fólksligt og bygdasligt, sigur hann. Hann heldur, at tað sæst aftur, at íslendingar eru eitt ógvuliga stolt fólkaslag, og at íslendingar yvirhøvur hugsa stórt. – Tað er fantastiskt at vera her. Ísland er eitt so mikið stórt og fjøl­ broytt land, at tú kanst uppliva so nógv ymiskt. Ikki minst hevur mat- og mentanarferðavinnan tikið dik á seg seinnu árini, og eitt stað sum Harpa er avgjørt eina vitjan verd. Stóri salurin í Hørpu tekur 1.800 fólk, og har er næstan altíð fult, og stór útlendsk nøvn vitja regluliga at framføra í Hørpu, sigur Petur Petersen. Sendimaðurin sigur, at ferðavinnan í Íslandi er vaksin ómetaliga nógv seinnu árini, og nú hevur man megnað at skipað tað soleiðis, at ferðafólk vitja alt árið. – So tað stendur á at fylgja við eftirspurninginum á altjóða flog­vøll­ inum í Keflavík. Ísland er eitt ótrú­liga væl umtókt ferðamál, og tað er ikki uttan orsøk, sigur hann at enda. Petur Petersen Petur Petersen, sendimaður: Petur viðmælir trý støð at vitja: 1. Harpa Austurbakki 2, 101 Reykjavík 2. Hallgrímskirkjan Hallgrímstorg 101, 101 Reykjavík 3. Grillmarknaðurinn Lækjargata 2a, 101 Reykjavík