mánadagur 16. januar 2017síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 3 • 16. JANUAR 2017
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Ongantíð ov
gomul at lesa
– Meðan eg sat í tinginum, saknaði eg barlastina, sum ein
útbúgving kann geva, sigur Rúna Sivertsen, sum 58 ára gomul
settist á skúlabonk at taka hægri útbúgving á fyrsta sinni.
Í
heyst fekk Rúna Sivertsen prógv
sum sosialráðgevi. Tað er sum so
einki óvanligt í tí, fleiri aðrir føroy
ingar hava fingið prógv sum sosial
ráðgevar. Fáir aðrir eru tó farnir um
tey 60, sum Rúna Sivertsen er.
Rúna Sivertsen hevur onga út
búgving frá fyrr av. Seinast lokna út
búgving hennara er 9. floks prógvið úr
fólkaskúlanum. 21 ára gomul giftist
hon Birgiri Sivertsen og fyrstu árini
høvdu hon og maðurin ein hvítvøru
handil. Børnini komu tøtt, fýra børn í
fimm ár, og so ein eftirnølari nógv ár
seinni. Rúna Sivertsen fann ongantíð
leiðina aftur á skúlabonk.
– Maðurin segði ofta við meg, at
vit skuldu fara niður nøkur ár, so at eg
kundi útbúgva meg, men eg visti satt
at siga ikki, hvat eg skuldi lesa, so tað
bleiv ikki til nakað, sigur hon.
Ein annan bonk kom hon tó inn á
– Løgtingið. Hon kom inn á ting sum
varafólk fyri Annfinn Kallsberg frá
1996 til 2002.
– Hasi árini merkti eg væl, at eg
saknaði barlastina, sum ein útbúgving
kann geva. Líkamikið hvørja útbúgv
ing, ein tekur, so fær ein nøkur grund
leggjandi amboð, sum ein kann brúka,
sigur hon.
Avgerðin um at fara at lesa aftur
kom so líðandi. Hon hevur havt nógv
ymisk størv, í handli, sum servitrisa,
sum køkshjálp og sum heimahjálp.
– Í nógv, nógv ár hevur mín áhugi
verið at hjálpa fólki, sum rena seg føst
í skipanini. Eg fekk so eitt fyribilsstarv
í barnaverndini í Sunda kommunu og
treivst sera væl í tí. Eg føldi, at hetta
er nakað, sum eg kundi hugsað mær
at arbeitt við. Aftaná arbeiddi eg eitt
ár í barnaverndini í Klaksvík, og tá ætl
aði eg mær at byrja at lesa, sigur Rúna
Sivertsen.
Persónligar umstøður gjørdu tó, at
lesnaðurin varð útsettur, og í staðin
fór hon at arbeiða fulla tíð í Barna
hjálpini.
– Tá so barnahjálpin ikki hevði
brúk fyri mær fulla tíð longur, fór eg
at lesa, í 2013. Í 2014 fekk eg starv
sum málsviðgeri í barnaverndini í
Runavík og røkti eg tað starvið fulla
tíð, meðan eg havi gjørt meg liðna við
lesnaðin, sigur hon.
– Nú havi eg so eina útbúgving og
eg meti tað er sera týdningarmikið at
hava eina útbúgving, tá ein starvast á
einum so týdningarmiklum øki, sigur
Rúna Sivertsen.
Saman við trimum øðrum før
oyskum kvinnum hevur Rúna Sivert
sen tikið útbúgvinga í Odense.
– Tað er ein netbaserað útbúgving,
men man arbeiðir í bólkum. So letur
man uppgávur inn saman. Onkrar
royndir hava verið tiknar í bólkum,
men tær flestu mugu vit taka hvør
sær, sigur Rúna Sivertsen.
– Aldurin er bara eitt tal. Tað er
ongantíð ov seint at fara at lesa. Um
ein orkar, og følir at ein kann, so skal
ein gera tað, sigur Rúna Sivertsen. Ok,
minnið er ikki tað, tað einaferð var,
sigur hon, men vísir á, at lívsroyndirnar
viga upp móti svikaliga minninum.
– Tú hevur fingið nøkur amboð
gjøgnum lívið, sum gera, at tú kanst
nýta nógv av tí, sum tú hevur lært,
hóast tú kanska ikki hevur sama
klebriheila, sum tá tú vart ung, sigur
hon.
Fyri hana hevur bólkaarbeiðið verið
sera gott.
– Eg haldi ikki, eg hevði klárað
eina útbúgving, sum var bygd á meiri
eginlestur enn bólkaarbeiðið. Bólk
arnir hava gjørt hetta møguligt fyri
meg. Í teimum fært tú feedback alla
tíðina og uppgávurnar vera deildar
upp eftir, hvørja styrki hvør einstakur
hevur, sigur hon.
– Er onkur, sum er komin eitt
sindur til árs, og kundi hugsað sær
at tikið eina útbúgving, so er aldurin
eingin trupulleiki, um ein annars er
væl fyri. Tað krevur, at ein fær stuðul
frá familjuni, tí hon má jú vera teg fyri
uttan, sigur Rúna Sivertsen.
Keypssamtøkan í Dr. Jakobsensgøtu
FK í Dr. Jakobsensgøtu sóknast eftir
Vaskifólki
at byrja skjótast til ber
Vit sóknast eftir einum røskum fólki at vaska.
Starvslýsing:
• Starvið umfatar: at vaska í handlinum,
matarhølinum og skrivstovunum.
• Arbeiðstíðin er uml. 20 tímar aðru hvørja
viku, ella eftir avtalu. Arbeitt verður
eftir, at handilin er stongdur.
• Løn sambært sáttmála við fakfelag.
• Seinasta freist at søkja er mikudagin 18.
januar 2017
Keypssamtøkan
Dr. Jakobsensgøtu 4
Postsmoga 349
FO 110 Tórshavn
Tel 66 00 10
Att.: Bogi Vík, tel 228222
bv@fk.fo
Rúna Sivertsen