Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 3 • 16. JANUAR 2017 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Seinasta ferðin Smíðað stívliga hundrað føroyskar kistur um árið Hans Jacobsen Kistur er einasti veitari av føroyskum kistum, og hesar eru kappingarførar við tær útlendsku í prísi Vilmund Jacobsen H óast hann fyllur 76 ár í summar og hevur fingist við sama hand­ verk í meira enn fýrati ár, er hann framvegis virkin kistusmiðjur. Tey fyrstu fáu árini leigaði hann seg inn hjá granna, men síðan hann fyri umleið 40 árum síðan bygdi upp í sethúsini í Heinagøtu í Havn, hevur hann øll árini havt verkstaðin í egnum kjallara. Maðurin, vit umrøða, er Hans Jacob­sen, sum er hin einasti veitarin av før­oyskum kistum. Eru kappingarførar Hans Jacobsen og sonurin, Niels Pauli Jacobsen, smíða framvegis stívliga 100 kistur um árið. Allar aðrar kistur, sum verða seldar í Føroyum, eru út­lendskar. Tað eru fleiri innflytarar av út­ lendsk­um kistum, men støðuga fram­leiðslan hjá feðgunum er eitt prógv um, at tað framvegis eru fleiri føroyingar, sum seta prís upp á før­ oyska handverkið. Og alt handverkið er føroyskt, eins og hvør kista verður málað tríggjar ferðir við hond. Hjá Hans Jacobsen Kistum eru fýra standard sløg at velja ímillum, og tað vísir seg, at tey flestu velja tí dýrastu, tó at hon er lítið dýrari enn hin bíligasta. Munurin er serliga dekoreringin. Í serstøkum føri, tá tørvur er á einari størri kistu enn vanligt, verður kistan smíðað eftir ynski. Tað eru serliga tey, sum vilja av­ greiða jarðarferðina sjálvi, ið keypa før­oyskar kistur, sum eisini eru kapp­ ingar­førar í prísi í mun til tær út­ lendsku og innfluttu. Feðgarnir, Hans og Niels Pauli, eru báðir útbúnir snikkarar og hava gjøg­ num hesi mongu ár gjørt sær drúgvar royndir á sínum øki. Ímyndin av hesum handverki, sum enn livir sítt fríska lív í Føroyum, er Hans Jacobsen. Um alt landið Umframt at smíða kistur, er Hans Ja­ cobsen Kistur eisini veitari av lík­verj­ um, og fyritøkan leverar um alt landið, bæði til einstaklingar og stovnar. Á heimasíðuni hjá Hans Jacobsen Kistur – www.kistur.fo – er neyvari kunning um sløg av kistum og prísir. Tey, sum vilja vita nærri, kunnu ringja á tlf. 218690 ella 311690, og ringjast kann alt samdøgnið. Feðgarnir, Hans (mynd) og Niels Pauli Jacobsen, eru einastu snikkarar, sum í dag smíða føroyskar kistur Blómuhúsið tekur sær av øllum til jarðarferðir – Við handlum bæði við Norðskála og í Havn hava viðskiftafólk enn betri møguleikar at røkka okkum - eisini, tá ræður um jarðarferðir, sigur Haraldur S. Hansen Vilmund Jacobsen B lómuhúsið, sum hevur starvs­ fólk við útbúgvingum og roynd­ um, hevur allar veitingar til jarðarferðir, og fólkini í fyritøkuni eru altíð til reiðar við vegleiðing og góð­ um ráðum. – Ein jarðarferð kemur oftast óvart á, og tá fólk seta seg í samband við okkum, geva vit okkum altíð góð­ar stundir – líkamikið, nær á sam­døgn­inum tað er. Tað sigur Haraldur S. Hansen, sum saman við konu síni Marjun, eigur og rekur Blómuhúsið. Handilin við Norðskála hevur somu inngongd, sum Á-handilin í bygdini hevur, og handilin á Heykavegi 2 á Hálsi hevur somu inngongd, sum Á-hand­ilin hjá PE hevur. – Báðir handlarnir hava opið somu tíðir, sum Á-handlarnir, men á Heyka­ vegi 2 hava vit eisini opið sunnu­dag frá klokkan 14 til 18. Haraldur S. Hansen vísir á, at hand­ ilin við Norðskála hevur tlf. 513040 og handilin á Hálsi tlf. 513050. – Tá talan er um jarðarferðir og onnur átroðkandi ørindi og veitingar, kunnu fólk altíð ringja til mín á tlf. 513031, og vit vilja veita alla tað hjálp, vegleiðing og tænastu, sum vit yvir­høvur megna, leggur hann aftrat. Alt um somu leið Linda Unudóttir Olsen, leiðari í Blómu­ húsinum á Hálsi, sigur, at starvsfólkini altíð vilja geva sær góðar stundir saman við viðskiftafólki, tá ræður eina so serstaka tænastu, sum ein jarðar­ ferð altíð er. – Vit gera børuprýði eftir ynski, og vit hava kransar, bukettir og dekora­tiónir til jarðarferðir. Vit hava eisini borð­ vasar, sum vit kunnu lána út ókeypis í samband við veitingar til jarðar­ferðir og ervi, eins og vit hava altar­vasar til kapell, samkomuhús og kirkju. Linda Unudóttir Olsen sigur, at Blómuhúsið eisini tekur sær av at pynta kapell, kirkju, samkomuhús og hølir, har ervið verður hildið, um við­ skiftafólk ynskja tað. – Øll eru hjarta­ liga vælkomin at ringja til okkara – ella at støkka inn á gólvið á Hálsi og við Norðskála, leggur leiðarin aftrat. Nøkur av starvsfólkunum í Blómuhúsinum, f.v.: Guðrun Patursson, Linda Unudóttir Olsen, Durita Petersdóttir Alberg og Haraldur S. Hansen Mynd: Álvur Haraldsen