Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 3 • 16. JANUAR 2017 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Seinasta ferðin Gravarhjálp tekur sær av øllum – Tað er okkara vón, at tey avvarðandi við okkara hjálp – í staðin fyri at skula hugsa um øll tey praktisku tingini – í friði og náðum kunnu taka ímóti fólki, sum koma at fylgja og vísa samkenslu, sigur Herman Eysturoy Vilmund Jacobsen G ravarhjálpin, sum Herman Eystur­oy eigur og rekur, tekur sær av øllum uppgávum í sam­ bandi við jarðarferðir – alt frá byrjan til enda. – Tá fólk ynskja tað, syrgja vit fyri kistu, líkverju og ervi, og er jarðar­ferðin í Havn, kunnu vit eisini syrgja fyri sangarum. Vit syrgja fyri líkflutningi, um fólk doyggja uttan­ lands – og flutningi av landinum, um fólk skulu jarðast uttanlands. Liggur hin farni heima, hava vit eisini útvegað okkum eina køliskipan, sum verður løgd í kistuna, sigur Herman Eysturoy. Ein víðfevnd tænasta Tænasturnar hjá Gravarhjálpini fevna um alt, sum hevur við eina jarðarferð at gera, og soleiðis kann fyritøkan hjá Hermanni Eysturoy eisini skipa fyri líkbrenning, um onkur er, sum ynskti tað. – Tá syrgja vit eisini fyri øllum – at kistan við líkinum verður send av landinum, og at urnan kemur heim­ aftur, um hon skal jarðast í Føroyum. Tænasturnar hjá Gravarhjálpini verða veittar allastaðni í Føroyum, har landafast er, og tað er eisini kom­ið fyri, at tænastur eru veittar í Sandoynni. – Vit senda eisini kistur og líkverjur um alt landið, leggur Herman Eysturoy aftrat. Hann sigur, at køliskipanin, sum hann fyri eini tíð síðan hevur útvegað sær, kann vera sera hent, tá fólk doyggja heima. – Tað er ein mátta, sum verður løgd undir líkið, og hon verður so tikin úr kistuni aftur, tá sjálv jarðarferðin byrjar. Kuldin er tyngri enn heitara inni­luftin, og tí heldur kuldin sær eisini í kistuni, tá lokið er av. Virðilig og viðkomandi Uppgávan hjá Gravarhjálpini er at hjálpa teimum, ið mist hava. Ymiskt er, hvussu avvarðandi ynskja, at jarðarferðin verður. Ein jarðar­ferð skal vera virðilig fyri júst tann persónin, sum er farin. – Okkara tænasta fevnir eitt nú um leggja tann deyða í kistuna, lík­ flutningin, at kunna tey avvarðandi um gongdina og at leggja til rættis allar tær praktisku uppgávurnar í samband við jarðarferðina. Vit taka okkum eisini av pappírsarbeiði, sum fevnir um upplýsingar til viðkomandi myndugleikar, og vit hjálpa fólki at fáa jarðarferðarstuðul. Herman Eysturoy vísir á, at ein jarðarferð altíð er nakað heilt serligt, og ymiskt er, hvat tey avvarðandi ynskja at gera burturúr. – Summi gera meira burtur úr enn onnur, eitt nú við eyka tónleiki ella sangi í kirkju ella samkomuhúsi – og við­hvørt hevði tann, ið er farin, onkur serlig ynski, leggur hann aftrat. Práta um tingini Herman Eysturoy sigur, at tá Gravar­ hjálp verður biðin um at hjálpa til við eina jarðarferð, verður oftast farið út at práta við avvarðandi. – Hetta er vanliga í heimligum umhvørvi. Skift verður orð um, hvussu jarðarferðin skal fara fram. Vit lurta og royna so vítt møguligt at ganga øllum ynskjum á møti, soleiðis at tey avvarðandi kunnu kenna seg trygg – at einki verður gloymt, og at jarðar­ ferðin verður so virðilig sum tilber. Gravarhjálp hevur stórt úrval av kistum, og eisini her kunnu avvarðandi hava serstøk ynski. Samstarv er við blómuhandlar um blómur og pynt. – Tað nýtist eingin ampi at vera av fyrireikingini til jarðarferðina, tá okkum verður litið upp í hendur at skipa fyri. Tað er okkara vón, at tey av­ varðandi við okkara hjálp – í staðin fyri at skula hugsa um øll tey praktisku tingini – í friði og náðum kunnu taka ímóti fólki, sum koma at fylgja og vísa samkenslu, sigur Herman Eysturoy. Heimasíðan hjá Gravarhjálpini er www.gravarhjalp.fo - og tænastan er at hitta á tlf. 311723 og tlf. 511723. Ynskir tú ein føroyskan gravstein til grøvina, er Grótvirkið í Skopun staðið at venda sær til. Har eru brøðurnir Høgni og Heini Tausen til reiðar at gera tær júst tann steinin, tú ynskir Føroysku gravsteinarnir eru úr Skopun Danjal av Rana – Vit gera alt her í Skopun, úr før­ oyskum gróti. Tá er talan bæði um bed og stein. Tað einasta, fólk skulu gera, er at ringja til okkum og siga, hvat tey ynskja, so ornda vit alt. Vit gera tekning og vísa teimum, hvussu tað fer at síggja út, tá alt er liðugt, og eftir at vit hava gjørt steinin, taka vit okkum eisini av at seta alt upp á grøvini, sigur Høgni Tausen. Hann sigur, at hóast teir fegnir ynskja, at fólk koma við egnum hug­ skotum til gravsteinarnar, vísir tað seg, at fólk ynskja eina so einfalda loysn sum gjørligt. – Vit siga við fólk, at vit kunnu tilevna steinin, júst sum tey ynskja, bæði viðvíkjandi skapi og prýði. Oftast keypa tey tó ein stein, sum stendur frammi og biðja okkum kanska sand­ blása eina mynd av onkrum slag á steinin. Vit eru kortini til reiðar at mynda steinin júst sum kundin ynskir, sigur Høgni Tausen. Hann sigur, at fólk hava lyndi til at halda, at Grótvirkið í Skopun er eitt grótbrot, men sannleikin er, at teir fáast við mangt annað eisini. Tað eru trý ár síðani, at brøðurnir keyptu Grótvirkið í Skopun og longu nú hava teir lagt umleið ein fjórðing av marknaðinum fyri gravsteinar undir seg. Vøksturin hevur verið skjótur. – Fólk siga gjarna, at um tey kunnu fáa føroyskan gravstein, so vilja tey hava tað. Tað vísir seg tó, at tað eru fá, ið vita, at vit eisini gera gravsteinar. Í mun til útlendskar veitarar, so kunnu vit eisini skera steinarnar til, soleiðis sum fólk ynskja teir, so teir gerast meiri persónligir. Høgni Tausen sigur, at teir royna at fáa fólk at koma við egnum hug­ skotum. – Tað tørvar ikki vera so nógv, men bara okkurt, sum ger tað til teirra egna stein. Um tey koma við hug­ skotinum, so skulu vit nokk royna at tilevna tað. Um onkur vil nýta annan stein enn úr Skopun, so eru eisini møguleikar fyri tí. – Vit skera og prýða gjarna steinar, sum fólk koma við sjálvi eisini. Tað kann vera onkur steinur, sum hevur eina søgu um tann deyða knýttan at sær. Kanska ein steinur, sum við­ komandi traðkaði á, hvørja ferð hann fór um hegnið, inn í trøðna, ella ein steinur, viðkomandi plagdi at rinda sær møðina á. Um tað er hagagrót, mugu fólk tó koma við steininum sjálvi, tí vit fara ikki út í hagan eftir gróti. Til tess krevst jú loyvi, sigur Høgni Tausen. Uppgávan hjá Gravarhjálpini er at hjálpa teimum, ið mist hava, og tað er Herman Eysturoy, ið eigur og rekur tænastuna Mynd: Birgir Waag Høgnesen