Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 3 • 16. JANUAR 2017 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Seinasta ferðin Akkuleya: Sig tað við blómum – Øll, sum standa fyri einari jarðarferð, eru hjartaliga vælkomin at venda sær til okkara, og vit vilja í øllum lutum verða viðskiftafólki til hjálpar. Eru fólk í iva um, hvussu pyntast skal, og hava fólk serlig ynski, eru vit altíð til reiðar, sigur eigarin av blómuhandlinum Akkuleya í Havn Vilmund Jacobsen B lómuhandilin Akkuleya í Niels Finsensgøtu 18 í Havn hevur meira enn eina fjórðingsøld á baki. Tað er Eyðrit Ejdesgaard, sum eig­ ur og rekur handilin, og aftrat sær at veita viðskiftafólki bestu tænastu og vegleiðing hevur hon útbúgvin og dugna­lig fólk. Akkuleya hevur viðskiftafólk kring alt landið, og handilin er eisini við í altjóða fyritøkuni Interflora, sum sam­starvar og veitir tænastur kring heim­in. Interflora er eitt samstarv, sum ger tað møguligt at gleða fólk - bæði nær og fjar – við blómum og bukettum. Hetta er eisini rættiliga ómakaleyst og kostar ikki tað hvíta úr eygunum. Á heimasíðuni – www.akkuleya. fo – er neyvari kunning um, hvussu blóm­ur og bukettir kunnu sendast kring heimin. Slagorðið hjá Interflora er ”Around the corner - around the world…” Professionellur handil Umframt at hava blómur og annað, sum hoyrir einum blómuhandli til, hevur Akkuleya allar veitingar til jarðar­ferðir. Tá vit spyrja Eyðrit Ejdesgaard, hví fólk, sum standa fyri einari jarðarferð og onnur, sum ætla sær at keypa blómur ella krans til jarðarferðina, skulu velja Akkuleya fram um aðrar veitarar, er svarið stutt og greitt: – Viðskiftafólk gera best við at velja okkum, tí vit eru professionell. Hon hevur dugnalig fólk aftrat sær, og Akkuleya hevur verið veitari av sínum tænastum heilt síðan 1991. Eyðrit Ejdesgaard er ikki samd við teimum, sum kanska halda, at ov nógv verður gjørt burtur úr við blómum og kransum í samband við jarðarferðir. – Ein jarðarferð er nakað heilt ser­ stakt, og hon er bara einaferð. Hetta er eitt høvi at seta vakrar blómur og litir á tann, ið er elskaður og saknaður. Sjálv havi eg altíð hildið, at blómur og kransar eru ein týðandi partur av ritualinum í samband við eina jarðar­ ferð. Allar veitingar og tænastur Eyðrit Ejdesgaard sigur, at Akkuleya hevur allar veitingar og tænastur, tá ræður um eitt nú børuprýði, kransar, blómutyssi og dekoratiónir. – Vit hava eisini eitt tætt samband við Gravarhjálpina um at pynta kistu, kapell, kirkjur og samkomuhús, har kistan verður borin út. Hon vísir á, at har Gravarhjálp ikki er partur av einari jarðarferð, eru starvs­fólkini hjá Akkuleya altíð til reiðar at átaka sær uppgávuna. – Øll, sum standa fyri einari jarðar­ ferð, eru hjartaliga vælkomin at venda sær til okkara, og vit vilja í øllum lutum verða viðskiftafólki til hjálpar. Eru fólk í iva um, hvussu pyntast skal, og hava fólk serlig ynski, eru vit altíð til reiðar. Eyðrit Ejdesgaard, at umframt heima­síðuna, er Akkuleya eisini á Face­book. – Okkara slagorð er ”Sig tað við blómum”, og vit vilja altíð liva upp til at veita bestu tænastu til okkara viðskiftafólk, bæði nær og fjar, sigur eigarin av Akkuleya. Letur upp klokkan 9 Akkuleya í Niels Finsensgøtu 18 í Havn letur altíð upp klokkan 9, eisini leygardag, tá jarðarferðir í høvuðs­ staðnum oftast eru klokkan 13. – Tað, sum verður gjørt burtur ein­ ari jarðarferð, kann ikki gerast um­ aftur. Alt skal verða, soleiðis tey av­ varð­andi ynskja tað, og tí er tað okkara aðalmál at veita bestu tænastu og ráðgeving í hesum sambandi, sigur Eyð­rit Ejdesgaard. Vit hjálpa við øllum í sambandi við jarðarferðina Tele 35 36 37 / 299 000 · solsetur@solsetur.fo · solsetur.fo Grafix 504251 Eyðrit Ejdesgaard hevur átt og rikið blómuhandilin Akkuleya í meira enn eina fjórðingsøld