mánadagur 16. januar 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 3 • 16. JANUAR 2017
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Seinasta ferðin
Vit eru har fyri tykkum
J
arðarferðarfyritøkan Sólsetur, ið sá
dagsins ljós fyri fýra árum síðan,
hevur ment seg nógv hesi árini.
– Tað vísir seg at arbeiðið hjá okk
um veksur um alt landið. Har sum vit
hava verið, hava vit veitt eina góða
tænastu, og tað sæst aftur í at vit
verða biðin aftur til familju og vinir
hjá hesum somu fólkum.
– Vit í Sólsetur kunna bara stað
festa, at eftirspurningurin er vaksin
fyri hvørt ár, síðan vit byrjaðu í januar
2013. Tað eru alt fleiri av teimum ið
ringja, sum ynskja allar okkara tæn
astur, og vit eru nærum líka nógv úti
á bygd, sum vit eru í høvuðsstaðar
økinum.
– Vit bjóða okkum til at hjálpa við
øllum, sum hevur við jarðarferðina at
gera. Eisini tænastan, at flyta kistur
til ella úr Føroyum er vaksin. Kistur
vera fluttar úr Føroyum til kremering
og aðrar fyri at vera jarðaðar. Men
tað er oftari, at talan er um flyting
til Føroya. Vit syrgja fyri, at papírini
eru í lagi, bíleggja kistu og syrgja fyri
flutningi.
– Fólk eru altíð vælkomin, at spyrja
um okkara tænastur og vegleiðing,
vit svara allar dagar í árinum. Tað var
málið frá byrjan av, at Sólsetur skuldi
vera ein fyritøka, ið veitir tænastu til
øll, sum hava brúk fyri okkum, sigur Lív
Clementsen frá jarðarferðarfyritøkuni
Sólsetur.
Møguleikarnir eru nógvir ....
Lív Clementsen
Í útlondum gera tey nógv burtur úr at hava serligar bilar ella motorsúkklur at koyra kistur. Her eru nøkur dømi