Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 3 • 16. JANUAR 2017 20 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Føroyskt prent Prentmiðstøðin, sum prentar øll tey føroysku bløðini, hevur júst gjørt eina sera stóra íløgu í nýggja útgerð, so at vit í Føroyum eisini nógv ár fram koma at hava føroyskt prent í heimsflokki T að er á Prentmiðstøðini á Smyrils­vegi á Hálsi í Havn, at øll tey føroysku bløðini verða prentað. Tað vil siga Sosialurin, Viku­ blaðið, Dimmalætting, Norðlýsið og Trúboðin. Harumframt verða før­oysk lýsingabløð í hópatali prent á Prent­ miðstøðini. Hóast man seinastu 15 til 20 árini allastaðnis kring okkum hevur tosað um blaðdeyðan, so vísir tað seg, at man í Føroyum framhaldandi út­ gevur lutfalsliga nógv bløð og ann­ að. Og tað er við tí í huga, at man á Prent­miðstøðini sær bjart uppá fram­ tíðina og torir at gera stórar íløgur í nýggjastu tøknina á økinum. Trúgva uppá framtíðina – Vit hava júst havt menn frá AGFA í Føroyum og sett nýggju útgerðina upp. Tað er innan sonevndu CTP-tøkn­ ina, at vit hava gjørt stóru íløguna, og tað fer at hava við sær, at vit koma at hava eina effektivari framleiðslu og eina enn hægri góðsku, sigur Christian Nagata, stjóri á Prentmiðstøðini. Prentmiðstøðin hevur seinnu árini gjørt fleiri aðrar størri íløgur í ný­mót­ ans tøkni, so at man í dag hevur eitt framleiðslutól, sum á øll økjum er ógvu­liga framkomið, og tað ger, at vit í Føroyum kunnu framleiða prenttilfar, sum er í avgjørdum heimsflokki. – Vit trúgva, at tað fer at verða prentað í Føroyum í nógv ár afturat, og tí gera vit hesar íløgurnar. Í dag prenta vit fleiri lýsingarbløð, enn vit nakrantíð áður hava gjørt, so vit eru bjartskygd, sigur Christian Nagata. Hann greiðir frá, at menningin av prentgóðskuni hevur verið serstakliga stór seinastu árini, og at man í dag næstan ikki sær mun á prenti, sum er prentað digitalt ella í sonevndari rotatión. – Men tá ið vit nú tosa um alla hesa nýtímans tøknina, so mugu vit heldur ikki gloyma, at prentúrslitið hevði ikki verið so gott, um man ikki hevði fólk við drúgvum royndum á økinum í starvi, og har eru vit á Prent­ miðstøðini ógvuliga heppin, tí vit hava bara fólk við rættiliga drúgvum royndum í starvi, og tann fakligheitin er alneyðug fyri at vit skulu fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, sigur Christian Nagata. Tað var á sumri í 2000, at Prent­ miðstøðin sá dagsins ljós. Dimma­ lætt­ing og Sosialurin høvdu áður prent­að á sínum egnu prentsmiðjum, men í 2000 var farið undir samstarv, har bløðini saman settu á stovn Prent­miðstøðina. Um Prent­ miðstøðina Eigarar: Sp/F Sosialurin og P/F 2 Stjóri: Christian Nagata Starvsfólk: 4 Stovnað: 26/6-2000 Bústaður: Smyrilsvegur 13, Tórshavn Prentmiðstøðina prentar: Dimmalætting Sosialin Vikublaðið Norðlýsið Trúboðan Flestu føroysku lýsingarbløð Við nýggju útgerðini er eisini komin ein nýggjur “kontrolpultur”, har Reinhard Dam, leiðari á Prentmiðstøðini, stýrir prentingini Mynd: Álvur Haraldsen