Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Tað sum vit vilja er at fáa ein setn­ ing inn í lógina frá 2009, sum ljóðar so­leiðis: »Tey, sum hava goldið inn frá byrjan hava rætt til fult útgjald úr Sam­haldsfasta«. Soleiðis siga fimm fólk, ið vegna pen­sjón­istar heita á Løgtingið um aft­ur broyta lógina um Sam­halds­ fasta, sum í 2009 varð broytt so­leið­is, at tú skalt hava búð í 40 ár í Før­oy­ um fyri at fáa fult útgjald. Men vit hava bara goldið í Sam­ halds­fasta í gott 25 ár. Tí eru tað fleiri fólk, sum hava goldið inn í grunnin frá byrjan, sum ikki hava rætt til út­gjald. Og tað kann tykjast rættiliga ó­rætt­víst. Tí er ynskið, at lógin um Sam­halds­fasta verður broytt so­leið­ is, at øll, sum hava goldið inn í Sam­ halds­fasta frá byrjan hava rætt til fult útgjald. Myndugleikarnir eru varugir við, at hend­an hendan broytingin, sum varð framd í 2009, rakar ein part av pen­sjón­ist­unum – og rakar skeivt. Tað kann sjálvandi ikki vera mein­ ing­in, at hesi fólk skulu vera fyri van­býti. Í sambandi við fólkapensjónina, so er krav­ið, at tú skal hava búð í ríki­num í 40 ár, meðan tað í lógini um Sam­halds­fasta verður sagt, at tú skal hava búð í Føroyum í 40 ár – og tað skal vera ímillum, at tú vart 15 og 67 ár. Tað vil siga, at hevur ein per­sónur verið burtur úr Føroyum í til­sam­ans 12 ár av sínum vaksna livi, so fær hann ikki fult útgjald úr Sam­ halds­fasta. Løgmaður hevur sagt, at hesi við­ ur­skifti skulu fáast í rættlag, tá pen­ sjóns­ný­skip­anin verður framd. Sikkurt ein penur tanki. Men tað kann verða leingi at bíða eftir eini pen­sjónsnýskipan – eins og vit í meira níggju ár hava bíðað eftir eini fiski­vinnu­ný­skipan, sum enn tá hev­ ur eitt evsta­mark. Tí hevði tað rættasta verið, at Løgtingið beinanvegin broytti lóg­ ina um Samhaldsfasta, so hesi okk­ urt um 300 fólkini fingu síni pen­ sjóns­við­ur­skifti í rættlag. Tað snýr seg neyv­an um teir nógvu pengarnar hjá Sam­halds­fasta, men fyri hvønn ein­stak­an pen­sjón­ist hev­ur tað sjálv­ andi nógv at siga. Helst skal eisini gjald­ast við afturvirkandi gildi. Gamla býtisbarnið Sambaldsfasti eit­ur annars ikki Samhaldsfasti, men »Ar­beið­s­markn­að­ar­eft­ir­løn­ar­grunn­ ur­in«. Upp­runa­liga hevði hann eisini heit­ið Sam­halds­fasti framm­an­fyri. Tað vóru Javn­að­ar­flokk­ur­in og Fólk­a­flokk­ur­in, sum samtyktu grunn­in í 1991. Men fólkafloksmenn hildu, at orðið »Samhaldsfasti« ljóð­ aði ov sosial­istiskt. Tá sam­ráð­ing­ar­nar stóðu í botni skeyt Mar­ita Petersen upp, at orð­ ið »sam­halds­fasti« varð strikað úr lóg­ini, og so var leyst og liðugt hjá Fólka­flokki­num at sam­tykja sam­ halds­fasta, sum ikki eitur Sam­halds­ fasti, men hevur verið kallaður so í 25 ár. Løgtingið eigur bara at rætta hatta mistakið hava goldið – men fáa ikki Missa einki um onnur fáa rættindi Tráin nónklett kjak síða 18 Sam­ halds­ fasti til øll Kjak Síða 18 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Niels Bentsen, fyrrverandi rík­is­um­boðsmaður í Før­oy­ um, er deyður 80 ára gamal. Hann var føddur í Keyp­ manna­havn 10. mars í 1936, og hann tók við sum ríkis­ um­boðs­maður í Føroyum eft­ir Leif Groth í 1981. Niels Bentsen gavst sum rík­is­um­ boðs­mað­ur í 1988. Í 1988 gava hann út bók­ ina Den færøske folke­tings­ re­præs­en­ta­tion under hjem­ me­styre­ordn­ing­en. Hjørner af dansk og færøsk politik Niels Bentsen deyður Tað hevur skapt rættiligt rok, at Bergur Debes Jo­en­ sen, prest­ur, hevði eina um­ fat­andi præd­iku um synd og har í­mill­um nevndi sam­ kynd, tey, sum taka fost­ur­ tøku, tey upp­aft­ur­giftu og so framvegis. Síðani hevur LGBT og Hu­man­ista­felag Føroya sent miðlu­num eitt skriv, har frá­ støða verður tikin frá tí, sum prest­ur boðaði í Hesti. Eftir prædikuna kunnu vit sita eftir við teirri fatan, at hann gevur seg út fyri at vera tann moralski yv­ir­mað­urin, halda tey í Hum­an­ist­a­fel­ag­ num. Tey halda, at páhaldið um, at hjúna­bandið skal vera tann stovn­ur, har børn verða sett í verð­ina og at hjúnabandið er horna­steinurin í okkara sam­ fel­ag, krevja prógv. – Vit vita at børn koma til í verðina óheft av hjúna­bandi­ num, og at stovnurin í sær sjálvum, ikki er grund­leggj­ andi fyri okkara samfelag, hó­ ast hann er sambindandi, siga tey. Tey staðfesta eisini, at ein fam­ilja kann eisini vera óheft av hjúna­band­i­num. Samstundis vísti prestur á, at ó­trúskapur, samkyndleiki, fost­ur­tøka og porno eru bein­ leiðis hóttanir ímóti hjúna­ bandi­num. – Tað er bæði ódámligt og ó­neyð­ugt av presti at fara eft­ ir fosturtøkuni, tí prestur veit ikki, hvør støðan kann vera, sum fær eina kvinnu at fáa fost­ur­tøku. Hetta kann fat­ ast sum ein óneyðug roynd at raka samvitskuna hjá á­hoyr­ ar­a­num, halda humanistarnir. Men Jógvan Fríðriksson, bisp­ur, hevur onga við­merk­ ing til málið, hóast hann er and­litið hjá fólkakirkjuni. Hann avvísir tó ikki, at hann fer at hava eina hugs­an um nakrar vikur, tá ið kæru­ freis­t­in er av. Bispur: Eg sigi einki enn Á løgtingsfundinum í gjár fekk Annika Olsen farloyvi úr løgtinginum, og hon verður ikki at síggja aftur í tinginum hetta valskeiðið. Hon er borgarstjóri í Havn, og tað verður hon í øllum førum til 31. desember í 2020. Annika Olsen hevur alla tíðina verið ímóti, at tað skal bera til at vera borgarstjóri og løgtingslimur ísenn, tí annað starvið er ríkiligt. Og tískil hevur hon eisini boðað frá, at varð hon borgarstjóri í Havn, fór hon at siga tingsessin frá sær. Næsti maður hjá Fólkaflokkinum er Joen Magnus Rasmussen, men hann er burturstaddur, Og sostatt hevur Janus Rein tikið sæti á tingið fyribils. Hann sat á tingi í und­an­ farna valskeiði, hann varð vald­ur fyri Framsókn, men fór síð­ani í Fólkaflokkin. Men hann fall á løgtingsvalinum í 2015. Á tingfundium í gjár fekk eis­ini Magni Arge farloyvi vegna tess, at hann aftur fer at røkja fólkatingssessin sum vara­maður fyri Høgna Hoy­dal. Í hansara stað í Løg­ting­ i­num kom Ingolf S. Ol­sen, sum eisini hevur røkt sess­in frá september í 2015 til ok­t­ ob­er í 2016. Nú er Annika far­in og Ingolf afturkomin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Niels Bentsen var ríkisumboðsmaðurí Føroyum frá 1981 til 1988