týsdagur 17. januar 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Fyri einum lítlum ári síðani
legði ein trímannabolkur
undir
fisakimálaráðnum
eina frágreiðing fram um
størri vøkstur í fiskivinnuni.
Í øllum orðaskiftinum,
sum síðani hevur verið um
nýskipan av fiskivinnuni,
hevur tað, sum stendur
í frágreiðingini, sum teir
tríggir Ásmundur Guðjóns
son, Jákup Mørkøre og Heri
Joensen hava gjørt, fingið
ómetaliga lítla umrøðu í al
menna rúminum.
Frágreiðingin hevur 24
tilmæli um broytingar, sum
kunnu føra við sær, at virðis
keturnar verða mentar til
gagns fyri vinnuna og sam
felagið.
“Bólkurin gjørdi av at hava
eitt
virðisketuperspektiv
í arbeiðinum. Vit fylgja
fiskinum
gjøgnum
liðini,
har virðini verða skapt, og
gera vart við viðurskifti í
virðisketunum, sum kunnu
betrast, broytast ella gerast
øðrvísi, til tess at økja um
virðið. Soleiðis medvirka vit
eisini til at breiðka kjakið
um framtíðar fiskivinnu í
Føroyum”, skrivar bólkurin.
Virðisketur er eitt hug
tak, sum verður brúkt í
frágreiðingini. At tosa um
ketur er skilagott, tí hvørt
lið í framleiðsluni og í virð
isøkingini er treytað av tí,
sum er gjørt frammanundan.
•
Jú fleiri virðisketur vit
hava, jú sterkari standa
vit
(diversifikatión).
Hetta merkir, at vit hava
eitt sterkt produktmix.
Um tað skuldi gingið illa
á einum marknaði, er tað
altíð á onkrum øðrum
marknaði, at vit kunnu
vinna pening.
• Jú longri virðisketurnar
eru, jú longri út á mark
naðin koma vit. Prin
sipielt hava allar virðis
keturnar somu byrjan,
nevniliga á grunnunum,
men jú nærri kundunum
vit kunnu koma, tess
fleiri lið fær ketan. Tað,
sum eisini hevur týdning,
er, at parturin av virðis
ketunum, sum nærkast
marknaðinum, eisini er
á føroyskum hondum, so
virðisøkingin kemur før
oyska samfelagnum til
góðar.
•
Jú longur út í virðisket
urnar vit koma, jú størri
er tørvurin á fólki við
ymiskum útbúgvingum.
Hetta merkir, at vit hava
brúk fyri fólki, sum til
dømis hava vitan um
marknaðir og sølu, mál
og mentan í keyparalond
unum, vitan um logistikk,
teknologi, KT o.a.
Kjarnuvirksemi
Tey framleiðslulið, har fisk
urin sjálvur fer í gjøgnum, er
kjarnuvirksemi.
Men nærmast í øllum
liðum verður føtt inn av ym
iskum, sum hevur týdning
fyri framleiðsluna og virðis
skapanina.
Hetta eru veitingarvinn
urnar.
Hesar hava alstóran týdn
ing fyri kjarnuvirksemið, ja
eru ein sjálvsagdur partur
av virðisskapanini, og hesar
verða ofta undirmettar.
Ein kanning í Norra um
ávirkanina av fiski- og ali
vinnu vísir, at virðisskap
anin
í
veitingarvinnun
um er líka stór sum tann í
kjarnuvirkseminum. Tað vil
siga, at hvør króna í virðis
øking í kjarnuvirkseminum,
hevur við sær eina krónu í
virðisøking í veitingarvinn
unum.
Um sama lutfall er gald
andi í Føroyum, er ilt at
siga,
men
kanska
hava
veitingarvinnurnar heldur
minni at siga í Føroyum.
Mest sannlíkt innflyta vit
meira av vørum og tænast
um til kjarnuvirksemi enn
norðmenn.
Virðisøkingin er tað sama
sum
umsetningur
minus
keyp av vørum og tænast
um. Tað sum er har ímillum
kann brúkast til at løna
arbeiðsmegini og forrenta
kapitalin umframt yvirskot
ið.
Tí er neyðugt, at kostn
aðurin er so lágur sum til
ber. Hetta so at so nóigvur
peningur er eftir at gjalda
lønir við og forrenta kapi
talin við.
Í fiskivinnuni er umframt
at minka um kostnaðin
neyðugt at fáa sum mest
fyri fiskin. Fyri at tað kann
gerast, so má vinnan laga seg
eftir tí, sum kundarnir vilja
hava, men hon má eisini alla
tíðina royna at finna nýggjar
marknaður.
Eisini hetta arbeiðið er
sjálvandi tengt at, at útreiðsl
urnar ikki verða ov stórar.
Ein frágreiðing um at virðisøkja fiskatilfeingið og áleggja vinnu skyldur,
fekk lítla umtalu í orðaskiftinum um nýskipan av fiskivinnuni
FISKIVINNAN
Ásmundur Guðjónsson
var verkætlanarleiðari
í bólkinum, sum
gjørdi frágreiðingina
um virðisøking
Jákup Mørkøre er ein
av teimum, sum í mong
ár hevur verið partur
av fiskimálaráðnum
VIRÐISØKING OG
SAMFELAGSSKYLDA
ER GONGD LEIÐ
Tað ræður um, at fiskurin er so feskur sum tilber og
so væl hagreiddur tá ið hann kemur uppá land