týsdagur 17. januar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8
6
Árni Gregersen
Fiskur skal vera so feskur
sum til ber.
Tað er vælkent í vinnuni.
Fyri at hetta kanna vera
so, so er avgerandi hvussu
langir túrarnir eru hjá fiski
førunum, men feskleikin er
eisini treytaður av, hvussu
fiskurin verður hagreiddur.
Túrarnir
hjá
føroysku
skipunum, sum annars landa
feskan fisk, eru vanliga
longri enn teir eru hjá til
dømis íslendskum skipum.
Ofta er fiskurin í meðal
fleiri dagar eldri í Føroyum
enn hann er, tá ið íslend
ingar landa feskan fisk.
Bólkurin undir Fiskimála
ráðnum sigur, at í meðal er
ferskur fiskur í Íslandi tveir
dagar gamal, tá ið hann
verður landaður. Og – leggur
bólkurin afturat – hag-reið
ingin umborð er betri í Ís
landi enn í Føroyum.
Mett verður at feskur
fiskur, sum verður landaður
í
Føroyum
hevur
ein
meðalaldur uppá fimm-seks
dagar.
Í frágreiðingini verður
sagt, at torført er at stytta
túralongdina.
Vánaligur
fiskiskapur og ring veður
viðurskifti gera, at skipini
eru longri úti.
Styttri túrar gera eisini, at
útreiðslurnar vaksa bæði til
sigling, landing og annað.
Fiskivinnan góðkennast
Føroyingar
hava
seinnu
árini roynt at fáa ymiskan
fiskiskap MSC-góðkendan,
men bólkurin heldur, at enn
er langt eftir á mál.
Ein slík góðkenning fer
at geva betri marknaðar
atgongd bæði í Bretlandi
og Týsklandi. Torført er við
vissu at siga, at hetta eisini
fer at geva hægri prísir, men
summar metingar siga, at
hetta í meðal uppá sikt fer at
geva eina príshækking uppá
fimm prosent.
Minka heimaflotan
Ein partur av tilmælunum
er als ikki nýggjur. Til
dømis mælir bólkurin til at
heimaflotin verður mink
aður. Flotin er alt ov stórur
til tann fiskin, sum vit
hava møguleika at fiska á
føroysku landleiðini. Við at
minka flotan hrbði hrttas
givið munandi betri búskap
fyri bæði skip og manning.
Búskaparráðið gjørdi í
várfrágreiðingini í 2014 út
rokningar um, hvussu stórir
línuflotin og trolaraflotin
undir Føroyum áttu at verið,
um úrslitið skuldi verið
optimalt.
Hetta roknistykkið vísti,
at tað optimalt skuldu vera
fimm línuskip og 11 trolarar,
í alt 16 skip, í mun til, at í
2010 vóru 16 línuskip og 30
trolarar, 46 skip.
Tey 16 skipini høvdu givið
eina tilfeingisrentu uppá 341
mió. kr. í mun til 13 mió. kr.
fyri tey 46 skipini í 2010.
Sjálvsagt eru tað stór
ar óvissur um hetta rokni
stykki, og skal tað fyrst
og fremst skiljast sum ein
ábending um, at skipatalið í
føroyska heimaflotanum er
alt ov stórt.
Eitt
annað
tilmæli
gongur út uppá, at ein út
flutningskredittur
verður
veittur.Bólkurin heldur, at
føroyska vinnan ikki hevur
góðar sømdir at fíggja út
flutning,
samanborið
við
grannalondini.
Flestu fyritøkurnar eru í
fleiri førum noyddar at taka
við útlendskari fígging, tí
hon er bíligari enn tann før
oyska bankafíggingin.
Kostnaðurin er, at út
flytarin verður kroystur av
útlendinginum, sum ofta
eisini er keypari, sum aftur
fyri lagaliga fígging fær
avsláttur í prísinum. Soleiðis
verður vinnan niðurbundin
á marknaðinum.
Bólkurin skrivar, at Før
oyar útflyta fyri á leið 3,5
milljardir um árið.
Fyritøkurnar hava vanliga
brúk fyri kreditti í einar tveir
mánaðir, so kreditttørvurin
er uppá umleið 600 milljónir
krónur.
Bólkurin undir Fiskimála
ráðnum hevur fleiri onnur
tilmæli, millum annað, at
alt skal fáast til lands, eis
ini innvølur og høvd og at
ein serlig skipan verður
gjørd fyri óbrúktar kvotur í
fremmandum sjógvi.
Bólkurin skrivar, at ein
av
grundleggjandiu
for
treytunum fyri at reka fiski
vinnufyritøkur er at kenna
rávørugrundarlagið. Tí mæ
lir bólkurin til, at so nógv
sum møguligt verður útlutað
sum eginkvotur.
Rættindahavin skal hava
fulla greiði á, hvussu nógv
hann kann veiða og eigur
í størstan mun sjálvur at
kunna
leggja
fiskiskapin
til rættis og tillaga virðis
keturnar eftir hesum.
Rættindir og skyldur í
vinnuni eiga at fylgjast Fyri
tøkur fáa rættindir/kvotur
frá
myndugleikunum
til
teirra virksemi.
Somu rættindir fær ein
annar
vinnuaktørur
ikki
og vit tosa tí um eksklusiv
rættindir.
Rættindini
eru
loyvi
at byggja upp, reka og
menna eina fyritøku, hvørs
grundarlag byggir á tey
fiskirættindini,
fyritøkan
hevur fingið tillutað.
“Tí er tað bæði rætt og
rímiligt, at við hesum eks
klusivu rættindunum eigur
at fylgja ein samfelagsskylda.
Samfelagsskyldan er meira
týdningarmikil tess meira
samfelagið er bundið til
hetta tilfeingið. Jú størri
búskaparliga
tyngd
fyri
tøkan hevur í samfelagnum,
jú størri gerast skyldurnar”,
skrivar bólkurin, sum altso
var mannaður við Ásmundi
Guðjónssyni, Jákup Mørkøre
og Hera Joensen.
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FISKIVINNAN
Mest møguligt fyri
hvørt kilo av fiski
Nótaskipini hava fingið MSC góðkenning til fleiri fiskasløg
Bólkurin undir Fiskimálaráðnum mælir til nógvar broytingar, skulu vit fáa meira burturúr fiskinum
Tilmæli
Bólkurin mælir til, at rættindir
at troyta tilfeingið verður latin
føroyskum fyritøkum. Avleiðing av
hesum er, at vit eisini mæla til at
loysa rættindini frá skipunum.
Tilmæli
Bólkurin mælir til, at ein neyv
kanning verður gjørd um hvørt
vinnan, sum veiðir undir Føroyum,
er sinnað at seta frystilastir í
skipini. Um vinnan er sinnað at
gera tað, eigur at vera kannað
hvussu henda umstrukturering
kann gerast.
Tilmæli
Bólkurin mælir til, at gjørd verður
ein veiðiætlan fyri feskan fisk undir
Føroyum. Ætlanin skal menna eina
búskaparliga optimering av teimum
fýra nevndu faktorunum (feskleiki,
hagreiðing, stødd og konditión) og
prísgongdini fyri einstaka fiskaslagi
á marknaðunum, sum harvið kann
tryggja, at skipini veiða fiskin, tá
stórst virði fæst fyri hann.
Tilmæli
Bólkurin mælir til, at allir partar í
fiskivinnuni, við landsstýrinum á
odda finna saman um eina ætlan,
sum hevur til endamáls at laga
heimaflotan til tilfeingið.