týsdagur 17. januar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Løgtingið
hevur
tvær ferðir samtykt
einsljóðandi lóg um
uppboðssølu
av
fiskirættindum fyri
2016 og 2017.
Ein serlig “ný
hugsan” í lógini er, at løgtingið
hevur samtykt eina broyting í
galdandi sáttmála hjá manningar
feløgunum og hevur samstundis
ógildað ein rættarúrskurð við at
áseta, at manningin ikki skal lut
taka í útreiðslum av keypi av kvot
um.
Ein skuldi vænta, at heimildin
fyri einum slíkum inntrivi varð
væl lýst í lógaruppskotinum ella í
hvussu er undir viðgerðini. Í tann
mun tað ikki verður gjørt, skuldi
hetta í minsta lagi verið uppgávan
hjá fjølmiðlunum at fáa hetta út
greinað. Hetta er hóast alt eisini ein
spurningur um rættartrygd
Men hetta er ikki gjørt, tí kann
tað vera trupult hjá borgarum at
vita hvat ið vendir upp og niður í
hesum máli.
Sáttmálin er púra greiður
Sáttmálin millum reiðarafelagið og
manningarfeløgini er grundaður á,
at manningin fær ein ávísan pro
sentpart av søluvirðinum í sín part.
“Søluvirðið” hevur í 100 ár verið
definerað at vera tann peninga
upphædd, sum reiðarin hevur í
kassanum, tá ið útreiðslurnar av at
fáa virðið av veiðuni til høldar eru
drignar frá.
Hetta er nærri útgreinað í sjálv
um sáttmálunum, har tað m.a. verð
ur sagt um aktuella spurningin:
Avgjøld
fyri
fiskiloyvir
av
einum og hvørjum slag ganga av
óbýttum...
Landsstýrið nýtir
grundgeving, sum longu
er rættarliga avvíst
Í viðmerkingunum til fyrra lógar
uppskotið í 2016 stendur m.a.:
Landsstýrið heldur fast í ásetingini
um, at kostnaðurin av at keypa
kvotur á uppboðssølu ikki kann
dragast frá, tá hýrur verða av
roknaðar. Orsøkin til hetta er, at
uppboðssølan, ið her verður skotin
upp at seta í verk, ikki hevur verið
galdandi, tá verandi sáttmálar við
manningarfeløgini eru undirskriv
aðir.
Longu í 2013 gjørdi ein gerðarrættur
úrskurð júst um henda spurning,
hvørt keyp av kvotu kundi dragast
frá í avrokningini.
Ein slíkur gerðarrættur hevur
tveir limir frá hvørjum parti, og
hesir velja í felag ein uppmann,
sum í hesum førinum var sjálvur
sorinskrivarin.
Ein av grundgevingunum, sum
stevnandi manningarfelag nýtti
í viðgerðini, var júst tann, at upp
boðssølan var ikki til, tá ið sáttmálin
seinast varð undirskrivaður. Tí var
pástandurin, at sáttmálin ikki tók
hædd fyri kvotakeypi á uppboðs
sølu.
Men hesum sjónarmiði vísti
gerðarrætturin frá sær. Eisini í
hesum førinum varð keypsprísur
umfataður av teirri definitión av
søluvirðinum, sum longu var í sátt
málanum.
Tískil er grundgevingin hjá
landsstýrinum fyri at leggja seg út
í galdandi sáttmálar longu avvíst í
einum rættarúrskurði. Hetta verður
ikki nevnt í viðmerkingunum.
Ein onnur grundgeving í við
merkingunum hjá landsstýrinum
er henda:
Politiska metingin er tí, at tað eru
rættindahavararnir (t.v.s. skipini),
sum eiga at rinda gjøldini sambært
hesi lóg og ikki manningarnar.
Tað kann vera ein spurningur,
hvør ið er “rættindahavari” í hesum
sambandi. Sigast kann eins væl,
at sambært sáttmálanum eru tað
báðir partar, sum býta virðið av
teimum útlutaðu rættindini. Spyrj
ast kann eisini, hvussu ein “politisk
meting” skal grundgeva eitt slíkt
inntriv.
Umframt hetta hevur mann
ingin frábýtisrætt. Hetta merkir,
at hon kann bókstavliga talað fara
avstað við sínum prosentparti og
selja hann, hvar hon vil. Út frá tí er
manningin eisini rættindahavari.
Avleiðingar av
lógarinntrivinum
Eitt dømi kann vera, at fiskur verð
ur seldur fyri 10 kr. pr. kg, sum
reiðarin so fær “í kassan”. Eigur
manningin tilsamans 40% av sølu
virðinum, skal reiðarin rinda 4 kr.
Tá hevur reiðarin 6 kr. eftir til sínar
útreiðslur.
Men skal kvotan keypast á
uppboði fyri t.d. 2 kr., so fær reiðar
in 8 kr. útgoldið. Sambært sáttmála
og og umrødda dómi skal hann av
rokna 40% av hesum og lata mann
ingini 3,20 kr.
Men nú hevur løgtingið ásett, at
reiðarin skal gjalda hýru av teim
um 10 kr. pr. kg. hóast hann bert
fær kr. 8 í kassan. Tískil kemur
hann at gjalda 50% av tí reella sølu
virðinum.
Hetta er 25% meira, enn sáttmál
in sigur, soleiðis tað eisini er stað
fest av umrødda gerðarrætti.
Sáttmálarnir eru sera ymiskir, og
tí virkar skipanin ógvuliga ymiskt
frá veiðubólki til veiðubólk. Nóta
flotin rindar 28% av søluvirðinum
til manningina, meðan línuflotin
rindar um 60% eftir frádrátt av
agni og olju.
Við umrøddu fortreytum koma
hesi 60% hjá línuskipum at hækka
við 25%. Hetta merkir, at reiðar
in skal gjalda 75% av tí, sum er til
býtis. Hetta ger tað í besta fall nógv
verri at kappast við hinar skipa
bólkarnar. Í veruleikanum er tað
ómøguligt. Reiðarin kann á pappír
inum lættliga koma at gjalda 100%.
Í uppboðssøluni í fjør var tað
vist bert eitt línuskip, sum royndi at
bjóða, men tað hevði ongan kjans,
serliga takkað verið inntrivinum
hjá løgtinginum.
Hvat sigur lógartænastan?
Landsstýrið hevur eina lógartæn
astu, sum skal eftirkanna øll lóg
aruppskot. Tað skuldi verið ein
upplagdur spurningur, um hon
hevur løgfrøðiliga góðkent hetta
uppskot! Og um hon hevur gjørt
tað, er tað so gjørt við vitanini um
umrødda gerðarrættardóm? Hetta
fáa vit borgarar heldur einki at vita
vit einki um.
Frá sakførarum hjá reiðarum er
niðurstøðan hinvegin púra greið, at
hetta er sannlíkt rættarbrot. Eing
in – hvørki løgfrøðingar ella politik
arar – hevur so mikið sum roynt at
vísa aftur hesa niðurstøðu.
Ósettur og ósvaraður
spurningur: Hví svarar
løgtingsskrivstovan ikki
tann mest prinsippiella
spurniningin í málinum?
Málið
steðgaði
upp
í
vinnu
nevndini undan jólum 2015, tí
løgtingsskrivstovan
eftir
kravi
frá andstøðuni í nevndini, skuldi
kanna løgfrøðina í málinum, grund
að á tvey upprit nevndin hevði
fingið.
Tey snúðu seg í høvuðsheitum
1.
um tað yvirhøvur var lógligt
samb.
galdandi
lóggávu
at selja kvotu á uppboði.
Hetta er meira ein politiskur
spurningur, og tað var forút
sigiligt, at niðurstøðan bleiv, at
her kundi einki sigast við vissu.
Tað sama søgdu sakførarar hjá
reiðarunum.
2. um uppskotna inntrivið í sátt
málan var lógligt.
Hetta skuldi verið serliga prinsipi
elt og skuldi verið upplagt hjá eini
tingskrivstovu at staðfesta, hvat
er skeivt ella rætt. Serliga tí hetta
er fyrstu ferð í søguni, at løgtingið
leggur seg út í ein galdandi sátt
mála og samstundis ógildar ein
rættarúrskurð. Tað er í hvussu er
ikki víst á nakað fordømi.
Tá løgtingsskrivstovan kemur
aftur aftaná tríggjar mánaðir,
hevur hon als ikki viðgjørt seinna
spurningin. Tað er serdeilis merki
ligt, tí hetta er ein spurningur,
sum er avgerandi fyri, um málið er
“borðbært” at leggja fyri tingið ella
ikki. Tað er ein av uppgávunum
hjá júst løgtingsskrivstovuni at
staðfesta, um framløgd uppskot
eru í samsvari við rættarskipanina
ella ikki. Tí vildi tað eisini havt al
mennan áhuga, hvørja støðu løg
tingsskrivstovan hevði til henda
spurning.
Men sjálvt andstøðan í Vinnu
nevndini undrast ikki um, hví
hetta mál ikki er lýst av løgtings
skrivstovuni, og málið verður av
greitt frá nevndini, uttan at hesin
spurningur er so mikið sum um
røddur í álitinum frá nevndini.
Hóast hetta samtykkja 17 ting
fólk málið uttan svar frá løgtings
skrivstovuni um henda sera av
gerandi spurning og uttan nakra
løgfrøðiliga niðurstøðu, sum stuðl
ar fatanini hjá landsstýrinum. Tað
er týðiligt, at málið onga veruliga
viðgerð fekk. Slíkt skapar ikki
tryggleika hjá borgarunum.
Í komandi grein um hetta mál verð
ur víst á, at javnaðarflokkurin utt
an grundgeving ella frágreiðing í
2016 gjørdi beint tað mótsetta av
tí, hann í 2015 bedýraði ikki skuldi
henda!
Lógin um uppboðssølu:
Leysir endar og ósvaraðir spurningar
KJAK