Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Strandfaraskip Landsins · Sjógøta 5 · Postboks 30 · FO-810 Tvøroyri · Rutuupplýsing: Tlf. 34 30 30 Høvuðsskrivstovan: Tlf. 34 30 00 · Fax: 34 30 01 · E-post: fyrisiting@ssl.fo · www.ssl.fo Við hesum vilja vit lýsa fylgjandi akfør til sølu: Ein VOLVO F12 trekkjari Árg.1999. Koyrt uml. 420.000 km. Ein VOLVO FM 12/380 6 x 2 kassavognur. Árg. 1999. Koyrt uml. 370.000 km. Ein VOLVO FM 7 4x2 Kassavognur. Árg, 2000. Koyrt uml. 340.000. km. Áhugaði kunnu seta seg í samband við Jens Petur Brattalíð, samferðlsuleiðara, á tlf 393081 ella senda honum ein teldupost til jpb@ssl.fo. Freist at lata boð upp á bilarnar er 1. februar 2017. Boð kunnu sendast til Jens Petur á jpb@ssl.fo ella sum postur til Box 30, 810 Tvøroyri. AKFØR TIL SØLU Starvið Tú verður við til at tryggja og menna fak­ liga grundarlagið undir málsviðgerð og eftirliti við alivinnuni og at umsita um­ hvørvisøkið sum heild. Harumframt kann verða talan um aðrar uppgávur alt eftir áhuga og førleikum. Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi, bæði fakliga og persónliga Førleikar Skikkað til starvið eru tey, ið hava við­ komandi hægri útbúgving í lívfrøði ella aðrari náttúruvísindagrein, og royndir frá vinnulívi, alivinnu, almennari fyrisiting, ella málsviðgerð og eftirliti. Tú hevur góð evni at samskifta í skrift og talu á føroyskum, enskum og norður­ lendsk um. Tú ert fleksibul, og kanst út­ inna ymiskar uppgávur. Tú hevur koyri­ kort til bil. Tú hevur teldukunnleika á brúkarastigi til vanlig forrit. Kunnleiki til GIS er ein fyri­ munur. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv at byrja skjótast gjør ligt. Arbeiðsstaður er Umhvørvis stov­ an á Argjum. Løn og setanartreytir eru sambært sátt­ mála ímillum Fíggjarmálaráðið og av­ varðandi yrkisfelag. Umsókn, saman við prógvum, CV o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í sein­ asta lagi fríggjadagin 3. februar 2017. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til us@us.fo ella sum bræv. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildar­ leiðara á Vernd. Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til deildina Vernd Hevur tú ans og áhuga fyri umhvørvinum? Vilt tú verða við til at umsita og menna umhvørvisvernd í Føroyum? Umhvørvisstovan · Traðagøta 38 · Postboks 2048 · 160 Argir · tlf. 342400 · us@us.fo · www.us.fo Reyði Krossur Føroya Hvør er Ársins Fyrstihjálpari 2016? Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum ‘Ársins Fyrstahjálpara 2016’. Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. ‘Ársins Fyrstihjálpari 2016’ fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur. Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast. Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstuhjálparinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi. Oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og eisini fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, skal sendast Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 28. februar 2017 á redcross@redcross. fo ella sum vanligur postur til Bryggjubakka 10, 100 Tórshavn. ‘Ársins Fyrstihjálpari 2016’ verður tilnevndur týsdagin 28. mars 2017 kl. 16 hjá Reyða Krossi, Bryggjubakka 10 í Havn. www.reydikrossur.fo T-postadressa: redcross@redcross.fo Móttøka Í sambandi við, at Dánjal Joensen fer frá fyri aldur í Eik Banka, verður almenn móttøka í høvuðssætinum hjá Eik, Yviri við Strond 2, Fríggjadagin 20. januar 2017, kl. 15.00 - 17.00 Øll eru vælkomin