Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. januar 2017 · Nr. 8 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Føroyskur hondbóltur er við eitt vegamót. Tað er altíð lættast bara at halda fram í sama spori, men bæði í heimligu kappingini og í landsliðshøpi verður nú arbeitt við at flyta føroyska hondbólt á eitt hægri stig. Tað hevur við sær fleiri broytingar, sum trýsta feløgini og hondbóltssambandið á ávísum økjum. Málið er at varpa meiri ljós á heimligu kappingarnar, og fáa landsliðsarbeiði í øllum aldri í fasta legu. Stóra avbjóðingin er nú at fáa steypakappingina fram í ljósið. STEYPAKAPPINGIN HJÁ MONNUM H71 favorittur Hjá monnunu eru verandi vinn­ ararnir úr H71 favorittar. Teir liggja á odda í landskappingini, men tað er prógvað fyrr, at tað ikki altíð merkir, at gullið kemur í hús. H71 vann í fjør steypakappingina við greiðum sigri á Neistanum, sum tó eina løtu gav dygga mótstøðu. Bólkur 1 H71 er í bólki við KÍF, Neistanum og næstbesta liðnum hjá H71. KÍF hevur nógvar gullroyndir á liðnum og var best umboðað liðið á A-landsliðnum. Kollfirðingar eru í holt við at koma fyri seg í lands­ kappingini, har liðið bjóðar av í oddinum. Tí er ikki óhugsandi, at tað verða hoyvíkingar og kollfirðingar, sum koma úr bólkinum, um hugt verður eftir pappírinum. Hinvegin, so hevur Neistin arga tey stóru í ár, tó at avrikini hava verið óstøðug. Teir bláu úr Havn blivu millum annað úrlætnir í Vestmanna, fyri síðani at vinna á grannunum úr Kyndli og KÍF. Neistin kom eisini í steypafinaluna í fjør. Tað er verrri at meta um styrkina hjá temum næstbestu hjá H71. Liðið liggur á triðja plássi í 1.deild, men H71 hevur nógv gott fólk at taka av, so kanska kunnu teir bjóða av í onkrum av dystunum. Bólkur 2 Eisini í bólki 2 tykist kappingin verða millum trý feløg. VÍF, Kyndil og StÍF hava øll eitt lið, sum kann vinna seg víðari úr bólkinum, meðan Team Klaksvík framvegis tykist hava trupult við at fóta sær í føroyskum hondbólti. VÍF hevur fingið Áka Egilsnes og Róa Lamhauge aftur, meðan Jugoslav Djumic sum skilst er givin. VÍF hevur royndirnar og tykist spæla sum eitt lið, tí er ikki óhugsandi at teir vinna seg víðari til hálvfinalurnar. Kyndil og StÍF hava hinvegin verið eitt sindur meiri óstøðug í sínum avrikum. Kyndil er á einum góðum degi á hædd við tey bestu, meðan strandingar eru tiltiknir í steypakappingini. Tað kemur væl við hjá StÍF, at Kjartan Johansen kemur heim at spæla í eitt hálv ár. Vit gita Tað er vónleyst at spáa við neyv­ leika um eina steypakapping, tí bara ein vánaligur hálvleikur kann kosta luttøkuna. Vit meta tó, at H71 vinnur fyrsta plássið í bólki 1, meðan VÍF greiðir sín seting í bólki 2. Heldur tað stikk, so eru hoy­ víkingar og vestmenningar í hvør sínari hálvfinalu. Yvir tveir dystir í hálvfinalunum, so er eru oddaliðini favorittar at vinna seg víðari. Størsta avbjóðingin kemur helst frá kollfirðingum, sum eftir hesi gitingin møta vestmenningum í hálvfinaluni. STEYPAKAPPINGIN HJÁ KVINNUM Neistin aftur favorittur Hjá kvinnum er torført at koma rundan um vinnararnar frá í fjør. Kvinnurnar hjá Neistanum hava verið drúgvar seinnu árini, og tað legst bara afturat hjá teimum við góðum ungum spælarum. Verður landskappingin og innanhýsis dystir brúktir sum mátistokkur, so kemur størsta kappingin frá Kyndli, ið hevur eins nógv stig í oddinum í landskappingini. Seinast liðini møttust vann Kyndil eisini við tveimum málum. Bólkur 1 Tað eru trý lið í bólki eitt, meðan fýra lið eru í bólki 2. Neistin er í bólki eitt saman við VÍF og StÍF. Verður hugt eftir stigatalvuni í landskappingini, so er Neistin stór­favorittur at vinna seg víðari, tí Neistin hevur 24 stig, meðan hini bæði hava 15 stig til samans. Avbjóðingin kann tó koma frá VÍF, sum er væl styrkt seinnu umførini. Liljan Djurhuus og Agnas STEYPAKAPPIN SKAL LYFTA ARV EFTIR LANDSLIÐ Tvey vikuskifti upp í slag hevur føroyskur U21 og A-landsliðs­ hondbóltur fylt høllina á Hálsi. Nú skal steypakappingin lyfta arvin. Komandi mánaðin verður spælt um at sleppa í steypafinaluna hjá kvinnum og monnum